Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge – við Løkin Dysturin við Løkin bleiv ongan­tíð tað stóra upplivisli. Til tað vóru gestirnir úr Havn alt og lítið uppsettir, men NSÍ greiddi sín setning og vann 4-2. Úr Havn vóru komnir fleiri reyðir bussar við við­ halds­fólkum hjá HB. Teir settu sín dám á gulldystin hjá HB. Hóast verjan var í gávu­ hýri, so ávrikaði tað ikki lágið á viðhaldsfólkunum hjá HB. Fyri NSÍ hevði tað stóran týdning at vinna, tí liðið var í harðari kapping við B36 um at vinna bronsu og sleppa í Europa komandi ár. Tað sást eisini aftur á dyst­inum, tí NSÍ spældi við nógvari ferð og eini greið­ari ætlan. HB hinvegin, hevði vist nokk eyguni á gull­ heiðurs­merkjunum og FM steyp­inum. Klæmint toppskjútti Ein maður á vøllinum var meiri grammur at skjóta mál enn allir hinir. Tað var liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen. Undan dyst­inum hevði hann skotið 19 mál, meðan Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ og Leif Niclasen úr EB/Streymi høvdu skotið 17 mál. Serliga Páll hevði lætt spæl í seinasta dystinum fyri KÍ, sum var móti 07 Vestur, sum longu er farið niður í næstbestu deild­ ina. Tað vísti seg eisini skjótt, at toppskjúttarnir fóru í gongd. Tað byrjaði við máli í Runavík. Sjúrður Jacobsen sendir Andy Olsen avstað í vinstru og innfyri finnur hann Klæmint Olsen, sum lætt­liga kann seta fótin á bóltin og skora. Bara minuttin eftir er Páll Klettskarð á blettinum, og løtu seinni ger hann tað aftur. So nú er bara eitt mál á muni. Dysturin í Klaksvík var nakað frammanfyri dyst­in við Løkin, so tá Páll Klettskarð ein minutt fyri tíð skorar sítt triðja mál í Klaks­ vík, so er javnleikur 20-20 í toppskjúttarastríðnum. Við Løkin eru framvegis nakrar minuttir eftir, tá NSÍ fær hornaspark í høgru síðu. Bólturin kemur hart innfyri og aftast í brotsteiginum stendur Klæmint og stútar bóltin í málið. Dysturin við Løkin NSÍ var omaná tað mesta av dystinum við Løkin. NSÍ kom á odda 1-0, men HB svaraði aftur tíggju minttir fyri hálvleik, við máli, sum Heini Vatnsdal skoraði. HB kom til eins nógvar møguleikar og NSÍ í fyrra hálvleiki. Munurin var bara, at HB gjørdi fleiri villur í verjuni og tað gav ein ábending um, at HB liðið ikki spældi við fullari ferð. Beint fyri hálvleik kom NSÍ aftur á odda. Enn eina ferð misti verjan hjá HB bóltin í uppspælinum. Tað endaði við at bólturin bleiv trillaður upp á tvørs til Pól Jóhannus Justinussen, sum meddaði til og skoraði. NSÍ hevði sína besti løtu, og HB sína ringastu løtu, fyrsta korterið av seinna hálv­leiki. Andy Olsen økti til 3-1, meðan HB verjan var farin í vetrarferiu. NSÍ hevði fleiri møguleikan at taka alla vón frá HB, men framman­ Høvðusuppgávan hjá HB var at koma eftir FM steypinum. Dysturin kom í aðru rekkju og tað sást eisini aftur á avrikinum. NSÍ rakk ikki bronsu og Europa League, men í ár toppskjúttan í føroyskum fótbólti gullskógvin HB fekk gullið – Klæmint