mánadagur 28. oktober 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fyri málinum vóru teir ikki
nóg neyvir. Eina løtu var NSÍ
eisini á bronsu plássinum,
men B36 vann sær skjótt
leiðsluna aftur í Fuglafirði.
Tað var ikki fyrr enn
Jóhan
Troest
Davidsen
kom á vøllin fyri HB, at
skil kom á verjupartin. Tá
gjørdi HB eisini eina roynd
at venda dystinum. Heini
Vatnsdal minkaði aftur um
munin, men alt endaði við,
at Klæmint skoraði til 4-2 og
bleiv toppskjútti.
HB fult uppiborið
FM vinnari
HB hevur í ár verið betri
enn øll hini liðini. HB hevur
verið oddalið meginpartin av
árinum og ongantíð hevur
verið veruligur spenningur
í FM stríðnum. Avbjóðarnir
hava heldur ikki havt eitt gott
ár. ÍF fær 49 stig og tað er ikki
so nógv fyri silvurvinnarnar
í Effo-deildini.
Í 2011 fekk EB/Streymur
millum annað 60 stig á øðr
um plássi. HB hevur í ár ikki
verið trýst til at vinna fleiri
dystir, men tú situr við eini
kenslu av, at um HB liðið bleiv
trýst til tað allar seinasta, so
hevði HB eisini kunna fingið
nógv fleiri stig.
HB hevur í ár havt eitt
næstan fullkomið lið, har
tað er samanhangur frá ein
um enda í annan. Hóast tað
endaði við tapi í Runavík, og
54 stig í søguligum saman
hangi ikki er so nógv fyri
ein FM vinnara, so er HB full
uppborið FM vinnari 2013.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Hey Heri! Bara heilsa og siga frá HBbussi nr 1 at
vit ynskja HB til lukku við meistaraheitinum, og
ynskja at hoyra Rundferðina. Heilsan Mourits :-)
SMS í »Triða Hálvleiki«: