mánadagur 28. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
So er síðsti seymurin sligin
í 2013 kappingarárið. Flestu
fótbóltspælararnir spenna
næstu vikurnar frá, áðrenn
tað verður farið undir fyri
rekingarnar til nýggju kapp
ingina. Men hjá teimum
bestu er ikki enn hugsningur
um at hvíla seg.
Tað bíða bæði A-lands
liðnum og U21-landsliðnum
uppgávur. Lars Olsen og
Jóannes
Jakobsen
skulu
við A-landsliðnum suður á
Malta at spæla venjingardyst
týsdagin 19. november, og
fríggjadagin 15. november
skulu nýggji AB venjarin,
Bill
Jacobsen,
og
Heðin
Askham, sum eftir øllum
sólarmerkjum at døma eisini
verður venjari í Runavík
næsta ár, saman við U-21
landsliðnum í stóra EM
undankappingar avbjóðing
í Írlandi.
Bronsan
Síðani summarsteðgin hevur
tað gingið sum eftir ánni hjá
B36. Greiða 4-0 tapi í Runavík
á mikkjalsmessu bar kapping
við sær um bronsuplássið.
Hetta var einasta prusið á
fantastiskum síðsta triðingi
av kappingini.
Eftir vónbrotið á ólav
søku, tá ið ÍF svaraði aftur og
vann 2-1, hevur B36 vunnið
átta dystir og spælt ein
javnan, og trumfurin var, at
tað leygardagin í Fuglafirði
eydnaðist við 3-1 sigri at siga
takk fyri ólavsøkuna. Harvið
tryggjaði B36 sær bronsu
krónurnar og rættin til næsta
ár at spæla í europeisku
kappingini.
ÍF hevur verið so mikið
støðugt, at silvurkrónurnar
vóru tryggjaðar undan B36
vitjanini. Ímóti B36 sást væl,
at tað vóru gestirnir, sum
høvdu meiri at spæla fyri.
Fuglfirðingar vildu so fegnir
við sannførandi avriki stað
festa silvurmerkini, men tað
riggaði ikki.
Clayton
Soares
var
skaddur, og í hansara stað
var Bartal Eliasen fremsti
maður. Tíðliga í 2. hálvleiki
javnaði hann til 1-1 við góðum
stútara, men kortin sást tað,
at hetta var ikki optimala
uppstillingin, hvørki í verju
partinum ella álopsspæl
inum.
Marginalirnir vóru ikki
við, tá ið ÍF fyrstu løtuna
eftir steðgin spruttaði og
javnaði. Tórður Thomsen í
B36 málinum slapp merkiliga
væl, tá ið hann uttanvert
brotsteigin vardi við hondini,
eftir at Øssur Dalbúð hevði
lyft bóltin upp um hann, og
í hinum endanum var tað
smeitur, at Jákup Mikkelsen
noyddist skaddur úr ÍF mál
inum.
B36 spældi í løtum við
ferð, hugflogi og broddi.
Fyrsta hvøkkin góvu gestir
nir heimamonnunum, tá ið
Lukasz Cieslewicz eftir fimm
minuttir varð feldur í brots
teiginum, men Jákup á Borg
sendi úr ellivu metrum og í
stólpan.
Átta minuttir undan steðg
inum fór Evrard Blé um koll,
og tá var Lukasz Cieslewicz
tryggur úr ellivu metrum.
Innanfyri tríggjar minuttir
miðskeiðis í 2. hálvleiki og
eftir hugflogsríkt uppspæl
tryggjaðu Jákup á Borg og
Lukasz Cieslewicz B36 sigurin
og harvið bronsukrónurnar.
Mistu á stokkinum
NSÍ spælararnir fóru av vøll
inum við Løkin við røttum
ryggi, eftir at HB hevði
fingið gull um hálsin og FM
steypið.
Fyri NSÍ var tað sjálvandi
vónbrot, at trivaligi sigurin
á meistarunum ikki rakk
til heiðurskrónur og euro
peiskan fótbólt.
– At vit taptu lykla
uppgerðina í Fuglafirði í
næstsíðsta umfari kostaði
heiðursmerkini og rættin
at spæla altjóða fótbólt,
staðfesti NSÍ liðformaðurin
Klæmint A. Olsen stutt eftir
dystarlok.
Við tveimum málum ímóti
alt annað enn sannførandi
HB verjuni var hann ein av
høvuðsmonnunum aftanfyri
4-2 sigurin, og málini bóru við
sær, at Klæmint endaði sum
toppskjútti.
Góður endabrestur
Fyri fyrstu ferð síðani í
2005 eydnaðist tað ikki EB/
Streymi at vera millum tvey
tey ovastu. Eftir tvey vónbrot
á heimavølli, sum vóru orsøk
til, at heiðursmerkini ikki
hesa ferð funnu vegin norð
ur til Margáir – 0-2 ímóti
Víkingi og 1-2 ímóti B36 – var
tað stílur yvir tí, tá ið AB á
heimavølli varð sett upp á
pláss.
Í farvæl dystinum hevði
AB venjarin Sámal Erik
Hentze givið fleiri av ungu
monnunum, sum fyrr í ár
ikki hava spælt so nógv,
møguleikan.
Hjá EB/Streymi vóru tað
veteranarnir og lyklaspæl
ararnir Arnbjørn Hansen og
Hans Pauli Samuelsen og
ikki minst miðverjin Marni
Djurhuus
og
málverjin
René Tórgarð, sum vóru
eyðsýndir. At tað framvegis
var málleyst, tá ið tað rest
aðu fimm minuttir av fyrra
umfarinum var fyrst og
fremst EB/Streyma málverja
num fyri at takka. Tá hevði
hann víst tvær meistarligar
bjargingar.
Síðstu lítlu løtuna undan
steðginum varð alt avgjørt,
tá ið Arnbjørn Hansen og
Hans Pauli Samuelsen við
fínum skoti skoraðu. Lítla
løtu undan leikloki staðfesti
Arnbjørn Hansen 3-0 sigurin.
Hann hevur verið nógv
skaðaplágaður í ár, men
leyardagin vísti Arnbjørn, at
máltevinum bilar einki.
Sigurin
bar
við
sær,
at EB/Streymur endaði á
fimta plássi, og at tað harvið
aftur næsta ár vera fjúrtan
landskappingardystir
við
Margáir.
Vónbrotini
Við Stórá í Trongisvági hevði
Víkingur fimta plássið og
harvið eyka heimadyst at
spæla fyri. Miðskeiðis í 2.
hálvleiki skoraði miðvallarin
Jann Ingi Petersen, men í tíð
ini, sum dómarin hevði lagt
aftrat, javnaði TB til 1-1, og
harvið misti Víkingur fimta
plássið. Talan var um sjálv
mál, eftir at TB hevði lagt
innfyri úr vinstru.
Superveteranurin
Óli
Johannesen var ikki millum
teir fyrstu ellivu hjá TB. Hann
varð skiftur inn, tá ið tað
restaðu tíggju minuttir. Óli
var í álopinum, og sambært
TB heimasíðuna er tað ikki
so lítið sannlíkt, at hetta var
síðsta ferðin, at metmaðurin
á landsliðnum var at síggja
á besta TB liðnum, men nú
fæst at síggja.
Tá ið vanliga leiktíðin
var um at vera farin, varð 24
ára gamli Carl Mikkjal Bech
fyri fyrstu ferð skiftur inn
á besta TB liðið, sum næsta
kappingarár eigur setningin
at spæla seg upp aftur úr
næstbestu deildini.
Endiliga bragdaði
Kappingarárið hevur ver
ið vónbrot í Klaksvík og í
Vágum. Har vesturi kostaði
vónbrotið sessin í bestu
deildini. Í Klaksvík eydnaðist
fótbóltur
NSÍ átti stóra æru av sigrinum ímóti FM vinnarunum, men við sannførandi
avriki í torføru avbjóðingini ímóti silvurvinnarunum í Fuglafirði syrgdi B36
fyri, at eisini síðstu altjóða atgongumerkini endaðu í Gundadali
í europeisku
familjuni
B36 er aftur
B36 vann ein sannførandi sigur
á fuglfirðingum, og vissaði sær
sísta evropeiska atgongumerkið
Mynd: Álvur Haraldsen