mánadagur 28. oktober 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
tað at sleppa undan niður
flytingini,
ið
inntil
fyri
stuttum lá sum hóttan yvir
sigursvanda
felagnum.
Úrslitið hesa ferð kann vera
ábending um, at tey har
norðuri kunnu vóna, at tað
næsta kappingarár fer at
roynast betri, enn tað gjørdi
hetta katastrofuárið.
Á heimavølli hava KÍ úrs
litini verið óvanliga soltin,
men ikki ímóti 07Vestur. 28.
apríl var úrslitið 5-2, og leygar
dagin endaði tað 7-1. Páll A.
Klettskarð skoraði hattrikk,
og Páll hevði møguleikar at
skora uppaftur fleiri mál.
At tað ikki eydnaðist bar við
sær, at tað restaði Pálli eitt
mál í at røkka heilt upp á
máltindin.
Hjalgrím Elttør misti í
summar
landsliðssessin.
Hvørki
hann
ella
Atli
Danielsen eru millum teir
28, sum landsliðsvenjarin
vil hava at luttaka í vetrar
venjingini.
Leygardagin
vóru hesir báðir saman við
superveteraninum
Heðini
á Lakjuni rættuliga í hopla.
Hann
taldist
ikki
mill
um
málskjúttarnar,
men
Hjalgrím legði upp til trý tey
fyrstu málini, og Heðin legði
upp til trý tey sístu.
KÍ er einasta liðið, sum í
ár skoraði sjey mál í einum
og sama dysti. Tvær aðrar
ferðir hevur talan verið
um seks mála sigrar. EB/
Streymur vann 28. apríl 6-0
á heimavølli ímóti AB, og
29. september var tað eisini
07Vestur, sum legði rygg til
stórtap. Ta ferðina vann HB
6-0 í Gundadali.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
Klæmint eigur
máltindin
Páll A. Klettskarð skoraði
hatrikk og endaði eitt mál
aftanfyri NSÍ liðformannin
Klæmint A. Olsen, sum
skoraði tvær ferðir
Jóannes Hansen
NSÍ
liðformaðurin
Klæmint
A.
Olsen
er
besti málskjúttin í EFFO
deildini 2013. Álopsessið
úr Rituvík, sum altíð
hevur
umboðað
barn
dómsfelagið vísti enn eina
ferð leygardagin, hvussu
vandamikil hann er. Ímóti
FM vinnarunum í HB, sum
sambært tølunum eiga
bestu verjuna av øllum,
skoraði hann tvær ferðir.
Samantalt
skoraði
Klæmint A. Olsen 21 mál í
landskappingini. Í trimum
teimum seinastu umfør
unum skoraði Klæmint
seks mál – trý í 4-2 sigri
num
á
útivølli
ímóti
07Vestur í 25. umfari, eitt
í 3-1 tapinum í Fuglafirði
í næstsíðsta umfari og
so tvey í góðveðrinum
seinnapartin leygardagin
á heimavølli ímóti HB.
– Sjálvandi er tað huga
ligt hjá álopsspælara at
skora nógv mál, og tað
hevur gingið sera væl hjá
okkum nú í nógv umfør.
Vit eru fegnir um gongd
ina,
men
samstundis
mugu vit staðfesta, at tað
kostaði bronsukrónurnar
og rættin at taka lut í
Europa næsta summar, at
vit taptu 3-1 í Fuglafirði,
segði Klæmint A. Olsen
í samrøðu við Rás2, tá ið
dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð við Løkin
í dag, og tað var greitt, at
B36 við 3-1 sigri í Fugla
firði hevði tryggjað sær
bronsukrónurnar
og
rættin at spæla í euro
peisku kappingini næsta
summar.
Undan 27. umfari var
Klæmint ovast á mál
tindinum. Hann var tvey
mál
frammanfyri
Leif
Niclasen í EB/Streymi og
Páll A. Klettskarð í KÍ.
Spenningurin var stór
ur um máltindin seinna
partin leygardagin. Heilt
skjótt vísti tað seg at
snúgva seg um, um tað
fór at verða Klæmint
Andrasson Olsen ella Páll
Andrasson
Klettskarð,
sum fór at enda á máltind
inum. Páll A. Klettskarð og
KÍ vóru á veg ímóti stór
sigri á 07Vestur, meðan
NSÍ tíðliga í 2. hálvleiki
stríddist fyri at varðveita
leiðsluna ímóti HB, sum
eftir skinklandi 1. hálvleik
eina løtu var um at fáa
høvdið fyri seg.
Eina løtu lógu teir
báðar
fremstu
mál
skjúttarnar
borð
um
borð við 20 málum, og
tað tóktist meiri sannlíkt,
at KÍ toppskjúttin hevði
lættari við at skora enn
NSÍ toppskjúttin. Men so
vísti Klæmint A. Olsen,
hvussu vandamikil hann
er. Við framúr stútara eftir
horna staðfesti hann 4-2
sigurin á HB, og at hann
var besti málskjúttin í ár.
Leif Niclasen í EB/
Streymi
og
Finnur
Justinussen, sum undan
síðsta
umfari
høvdu
møguleika at leggja seg
heilt upp á máltindin,
skoraðu ikki í síðsta um
fari.
joannes@sosialurin.fo
Bestu málskjúttar 2005-2013 27 umfør
2005 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2006 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2007 Sylla Ahmed Davy, B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2008 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
2009 Finnur Justinussen, Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
2010 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
2010 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
2011 Finnur Justinussen, Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
2012 Clayton Soares, ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
2012 Páll A. Klettskarð, KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
2013 Klæmint A. Olsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
kelda: faroesoccer.com
KÍ - 07Vestur 7-1 (4-1)
1-0: Sørmundur Kalsø 9.
2-0: Jóhan Jacobsen 10.
3-0: Páll Klettskarð 12.
4-0: Páll A. Klettskarð 18.
4-1: Holgar Durhuus 39.
5-1: Tórur Justesen 86.
6-1: Páll A. Klettskarð 89.
7-1: Ísak Simonsen 90.+2.
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF - B36 1-3 (0-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz br 37.
1-1: Bartal Eliasen 54.
1-2: Jákup á Borg 68.
1-3: Lukasz Cieslewicz 71.
Dómari: Alex Troleis
AB - EB/Streymur 0-3 (0-2)
0-1: Arnbjørn Hansen 41.
0-2: Hans Pauli Samuelsen 44.
0-3: Arnbjørn Hansen 89.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
TB - Víkingur 1-1 (0-0)
0-1: Jann Ingi Petersen 69.
1-1: sjálvmál 90.+2.
Dómari: Rúni Gaardbo