Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Bjarni Joensen, nevndarlimur í HB staðfesti yvirfyri Ràs2, at teir í HB hava rokkið sínum stóra málið við FM-heitinum. Hann ergrar seg um, at HB ikki vann seg víðari í Europa League, og at tað enn haltar hjá HB í steypakappingini. Felagið fer at brynja seg at endurvinna FM-heitið komandi ár. Magnus Jørmundsson, for­maður í ÍF segði við Rás2, at silvurið hetta kappingar­árið smakkar betri enn silvurið í 2012, tá ÍF hevði ein betri møgu­leika at røkka gullinum. ÍF ætlar sær aftur at verða við í odd­inum í 2014, men enn er ikki víst um mál­manslegendan, Jákup Mikkelsen verður partur av hópinum komandi ár. fótbóltur Eitt skifti var HB á odda við tíggju stigum, men í seinnu hálvleiki vóru teir ongantíð undir trýsti og avrikini vóru eisini har eftir. HB er fult uppiborið FM vinnari í 2013. Ársins lið Í málinum er tað Teitur Matras Gestsson, sum vinn­ ur kappingina móti Hans Jørgensen. Teitur fekk álitið frá venj­ara­num og stóð flestu dystirnar við góðum av­rikum. Í verjuni er tað bara á høgra bakki, at ivi kann setast við Jógvan Róa Davidsen, tí hann hevur verið skaddur í eina tíð. Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen og Alex José dos Santos siga seg sjálvt. Á miðvøllinum er torført at taka dagar millum Bárð Olsen og Kristin R. Mouritsen. Báðir hava spælt væl í seinnu hálvu, tá skaðar hava gjørt um seg. Kristin hevur munin á Bárði Olsen og fær triðja pláss­ið á miðvøllinum saman við Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen. Á vengrunum verða tað Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen, með­ an fremsti maður er Andrew av Fløtum, sum eins og hinir báðir í fremstu rekkju, hevur spælt væl. trondur@sosialurin.fo Tað vóru nógvar broytingar á liðnum og nýggjur venj­ari kom til. Tað hevur tó gingið væl hjá Alberti Ellefsen og umskipaða ÍF liðnum, sum tikið tey flestu á bóli við goðu og støðugu avrikunum á Fløtu­ gerði. Ársins lið Í málinum er hørð kapping millum Jákup Mikkelsen og Hallgrím Gregersen. Jákup hevur gjørt okkurt mis­tak, men annars verið trygg­ ur aftasti skansi. Tó hevur Hallgrím tikið av møgu­ leikanum, tá hann hevru fingið hann. Millum annað í Europa League dystunum, sum tó vóru ein svartur blettur á kappingarárinum, tí so nógvir av spælarunum fóru í feriu, tá dystirnir skuldu spælast. Verjan gevur seg sjálvt. Leivur, Bartal, Høgni og Jan hava verið drúgvir og hava spælt fyri tað mesta. Tað hevur verið nakað av út­skift­ ing og millum annað Bartal Eliasen hevur ikki verið allar dystirnar. Á miðjuni hava Høgni Madsen og Bogi Reinert Petersen verið eyðsýndir. Teir eru mitt á miðvøllinum. ser­liga Bogi hevur havt sítt gjøgnumbrot í ár, har hann millum annað hevur sett seg á miðvøllin á U21 lands­ liðnum. Á vinstra vongri er Ari Ó. Ellingsgaard, meðan Nenad Saric er á hinum vonginum. Ari hevur aftur í ár havt eitt gott ár, meðan Nenad Saric ikki tykist fáa fult burtur úr sínum evnum, men tað er framvegis gott. Í álopinum er ongin ivi. Øssur Dalbúð og Clayton Soares hava samanlagt skotið 26 mál. Samanspælið teirra millum hevur verið framúr og tað er hermiligt fyri ÍF, at Øssur ikki heldur fram í felagnum. Skútan kom trygt í land Enn eitt flott silvur heiðursmerki Teitur M Gestsson Gunnar Haraldsen Jóhan T. Davidsen Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos Heini Vatnsdal Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen Christian R. Mouritsen Símun Samuelsen Andrew av Fløtum Jákup Mikkelsen Høgni Zachariasen Bartal Eliasen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Høgni Madsen Bogi R. Petersen Ari Ó. Ellingsgaard Nenad Saric Øssur Dalbúð Clayton Soares Oddbjørn Joensen kláraði uttan stórvegis hóvasták at stýra HB- skútuni í land. HB var favorittur at vinna FM undan kappingini, og teir rukku málsetningin uttan nakrantíð at verða hóttir. Tá á stóð, so vann HB, meðan avbjóðarnir snávaðu So gjørdi ÍF tað aftur. Vunnu silvur. Hetta er annað árið á rað, at felagið vinnur silvur heiðursmerki. Í fjør var møguleikin fyri FM til staðar líka til seinasta umfar, men í ár hevur leik­ luturin hjá ÍF meiri verið at hildið fast um annað pláss 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin Ársins spælari Ársins spælari Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir komandi ár... komandi ár... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . . . . 11 2 Símun Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 3 Heini Vatnsdal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 1 Clayton Soares . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2 Øssur Dalbúð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 3 Bartal Eliasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 1 Fróði Benjaminsen . . . . . . . . . . . . . 2411 2 Christian R. Mouritsen . . . . . . . . . . 2400 3 Jóhan T. Davidsen . . . . . . . . . . . . . . 2218 1 Øssur Dalbúð . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2411 2 Leivur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . 2239 3 Høgni Zachariasen . . . . . . . . . . . . . 2215 Christian R. Mouritsen Vann sær munin framum Jóhan T. Davidsen, Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen við støðugum avrikum. Er blivin ein ótrúliga avgerandi spælari, sum nærmast einsamallur kann venda einum dysti, tá á stendur. Hevur lagt upp til ein rúgvu av málum og skotið nøkur sjálvur. Hevur í ár prógvað, at hann er ein komandi landsliðsspælari og kann av røttum vera ónøgdur við ikki at byrja inni móti Kasakstan. Høgni Zachariasen Hevur í nógv ár verið ein sannur brandur í miðverjuni. Hann spælir javnt gott at kalla hvørja ferð. Lesur spælið væl og er stekur í høvdinum. Hevur uppiborið at fáa heiðurin í ár, eftir fleiri góð ár í miðverjuni hjá ÍF. HB hevur sáttmála við flestu av spælarunum, men enn manglar at fáa staðfest um menn sum Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum halda fram. Liðið spælir uttan ein beinleiðis framherja, men tað er sannlíkt, at HB fer at fiska eftir einum framherja í vetur. Venjarin, Albert Ellefsen, og fleiri av ungu spælarunum halda fram, men tað kemur illa við, at Jan Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen og Øssur Dalbúð ikki halda fram. Enn er ikki greitt hvør skal loysa teir av.