Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Sum kassameistari í B36 hevur Jákup Mørk eyka orsøk til at fegnast um, at B36 rakk bronsuplássinum, sum gevur eina miljón í inntøkum. Jákup Mørk er ikki so nøgdur við fyrru hálvuna av kappingini, men fegnast um gongdina í seinnu hálvu, sum at enda gav bronsukrónur. B36 ætlar avgjørt ikki at hava ein veikari hóp komandi ár. Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ hevði blandaðar kenslur. Hon fegnaðist um eitt gott leikligt avrik hjá NSÍ, og um toppskjúttan í effodeildini, men mátti harmast um, at NSÍ ikki rakk einum evropeiskum plássi. Forkvinnan dugir ikki at siga endaliga enn, um Heðin Askham fer at halda fram, sum venjari komandi ár. Sum kappingarárið gekk so komu menn sum Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal fyri seg. Tað gjørdi góðan mun og B36 byrjaði at klatrað upp eftir stigatalvuni. Tað endaði við einum flottum bronsu heiðursmerki og plássið í Europa League. Alt í alt ein flott kapp­ ingarár fyri B36. Ársins lið: Í málinum ber ikki til at koma uttan um Tórð Thomsen. 27 ára gamli málverjin hevur næstan spælt allar dystirnar. Avrikini hava verið eitt sindur misjøvn, men samanumtikið hava tey verið góð. Í verjuni er eitt sindur ringt at meta um, tí Martin Pedersen fór í summar­ steðg­inum. Hann hevði tó eina stóran ávirkan á fystu dystirnar hjá Hørðuri Askham, sum í ár hevur havt sítt heilt stóra gjøgnumbrot í før­oyskum fótbólti. Her hevur Martin Pedersen vunn­ið plássið framum Robert Heðin Brockie, sum tó somuleiðis hevur havt eitt flott ár fyri B36. Á bakkunum verða tað Høgni Eysturoy og Símun Joensen. Á miðvøllinum hevur Evrard Ble verið ein partur av liðnum í seinnu hálvu, tá tað hevur gingið væl, men avrikini hava ikki verið nóg sannførandi til at taka plássið frá Róaldi Jakobsen og Súna Olsen. Vinstri vongur er Gilli Sørensen, meðan Høgni Midjord er høgri vongur. Í álopinum eru Adeshina Lawal og Lukasz Cieselewicz sjálvskrivaðir. Serliga í seinnu hálvu hava teir spælt seg upp. Hetta merkir so, at ein maður sum Jákup á Borg ikki er á liðnum, men hann hevur verið nógv skaddur og megnaði ikki at vinna sær fast pláss á liðnum aftur. trondur@sosialurin.fo Í seinastu royndini greitt NSÍ sín setning, men tað var ikki nokk til at fáa heiðursmerki og evropskan fótbólt kom­ andi ár. Í mun til vónirnar und­an kappingini, so hevur kapp­ ingarárið hjá NSÍ eydnast væl. Árið í fjør bleiv brúkt til at byggja upp á nýggjum. Í ár hevur liðið flutt seg longur fram og kann innan stutta tíð verða eitt lið, sum bjóðar av heilt frammi í oddinum í føroyskum fótbólti. NSÍ eigur toppskjúttan í føroyskum fótbólti. Hann eitur Klæmint Andrasson Olsen. Ársins lið Kristian Joensen hevur stað­ið allar uttan ein dyst í landskappingini. Tað hevur hann gjørt væl. Hann hevur tó ikki verið so sannførandi, at hann er eitt upplagt evni til ársins málverja. Mennist í hvørjum og hevur framvegis U21 aldur. Í verjuni er ikki so lætt at seta liðið, tí tað hava ver­ið fleiri broytingar. Pól Jóhannus Justinussen hevur røkt fleiri uppgávur á liðnum, men verður settur sum mið­ verji, tí tað passar best saman við at fáa hinar upp á pláss. Einar Tróndagjóv hevur millum annað spælt í mið­ verjuni, meðan Jens Joensen hevur verið skaddur eitt tíðar­skeið. Karl Løkin og Magnus Hendriksson Olsen eru mitt á miðjuni. Serliga Magnus H. Olsen hevur spælt væl í fleiri dystum í ár, meðan Karl Løkin eitt skiftið royndi seg í íslendskum fótbólti, men hevur ikki spælt eins væl og í fjør. Frammanfyri teir eru Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen og Andy Olsen. Her hevur Árni verið tann týdningarmiklasti av teimum. Hann hevur vunnið sær fast pláss á U21 landsliðnum og er ein undangongumaður á NSÍ liðnum. Í álopinum er so eingin ivi. Klæmint Andrasson Olsen er toppskjútti í føroyskum fótbólti og hevur verið ein støðug hóttan alt ár. Sjálvt um hann ikki skoraði í eitt tíðarskeið, so gavst hann ongantíð at royna. Endaði við at fáa landsliðsboð. Flott kapingarár endaði við bronsu Stendur eftir við toppskjúttanum Tórður Thomsen Hørður Askham Martin Pedersen Høgni Eysturoy Símun Joensen Róaldur Jakobsen Súni Olsen Høgni Midjord Gilli Sørensen Adeshina Lawal Lukasz Cieslewicz Kristian Joensen Jens Joensen Pól J. Justinussen Jónhard Frederiksberg Einar Tróndagjógv Magnus Olsen Karl Løkin Jann Martin Mortensen Árni Frederiksberg Andy Olsen Klæmint A. Olsen Leingi sá út til, at B36 fór at standa eftir við ongum. Teir vístu í løtum sera gott spæl, men hvørja ferð tað byrjaði at síggja gott út, so snávaðu teir í dystum, sum teir helst skuldu havt vunnið NSÍ ætlaði sær móti kappingarenda eitt pláss í Europa League, men snávaðu í næst seinastu royndini 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin Ársins spælari Ársins spælari Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir Komandi ár... Komandi ár... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Lukasz Cieslewicz . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 2 Adeshina Lawal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 3 Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 1 Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 2 Árni Frederiksberg . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 3 Magnus H. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 1 Hørður Askham . . . . . . . . . . . . . . . . 2250 2 Tórður Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . 2250 3 Róaldur Jakobsen . . . . . . . . . . . . . . 2178 1 Jónhard Frederiksberg . . . . . . . . . . 2430 2 Kristian Joensen . . . . . . . . . . . . . . . 2385 3 Klæmint A. Olsen . . . . . . . . . . . . . . 2287 Hørður Askham Hørður Askham hevur havt sítt heilt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár. Hann hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni hjá B36 og á U21 landsliðnum. Hann hevur á báðum liðnum prógvað sítt virðið upp til fleiri ferðir. Hann ger framvegis barnafeilir og er í menning, men avrikini hava verið støðug frá fyrsta degnum móti HB í Gundadali til seinasta dyst. Næstir honum komu Adeshina Lawal, Súni Olsen og Lukasz Cieslewicz. Klæmint Andrasson Olsen Toppskjútti í føroyskum fótbólti og liðskipari í felagnum. Hevur havt eitt framúr gott ár í seinnu hálvu. Tað sum er við Klæminti er, at hann gevst ongantíð við at royna. Hann blívur við, sjálvt tá einki vil eydnast. Hann hevur sjálvur arbeitt seg burtur úr minni góðu tíðarskeiðunum, tá hann ikki fekk so nógv mál. Sámal Erik Hentze verður nýggjur vernjari, men tað skal eitt sindur av uppbygging til, tí Súni Olsen og Gilli Sørensen eru vekk, meðan tað er ein møguleiki fyri, at Lukasz Cieslewicz ikki heldur fram, tí fleiri feløg vilja hava fatur á honum. Eitt broytt B36 lið til komandi ár. Heðin Askham hevur lovað, at hann tosar við NSÍ fyrst og nógv bendir á, at hann heldur fram. Hann er nógv umhildin í Runavík og kann gerast maðurin, sum førir NSÍ aftur á toppinum í føroyskum fótbólti, eftir tvey ár av uppbygging.