mánadagur 28. oktober 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Hóast EB/Streymur fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki rakk einum
evropeiskum plássi, so hevði formaðurin, Sigvald Zachariasen
ikki hug at harmast á Rás2. Hann er glaður um, at EB/Streymur
spældi seg víðari í Champions League. Felagið heldur fast við Rúna
Nolsøe, sum venjara, og teir ætla at seta ungar spælarar við.
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen hevði blandaðar kenslur um kapp
ingarárið 2013. Hann kundi fegnast um enn ein sigur í steypakappingini,
og at Víkingur framdi eitt bragd við at vinna seg víðari í Europa League.
Hann harmast tó um, at tað bert rakk til eitt 6. pláss í effodeildini,
og hann dylur ikki, at Víkingur ætlar at stíla hægri í effodeildini.
Tað vísti seg eisini, hóast
liðið kláraði at spæla seg í
steypafinaluna og víðari í
Champions League.
Leikluturin í landskapp
ingini bleiv skjótt útspældur
og nú stendur felagið uttan
pláss í Evropa fyri fystu ferð
síðani 2006. Tú situr við eini
kenslu av, at liðið ikki hevur
spælt upp til sítt besta í ár.
Ársins lið
Í málinum er Rene Tórgarð.
34 ára gamli málverjin er ein
tryggur aftasti skansi hjá
sundalagsmonnum.
Hann
hevur spælt flestu av dyst
unum og avrikini hava verið
á góðari leið.
Í verjuni eru fleiri møgu
leikar. Gert Hansen er á
høgra bakki, meðan Rógvi
Egilstoft Nielsen er á vinstra
bakki. Í miðverjuni er Marni
Djurhuus
sjálvskrivaður,
meðan Egil á Bø, Pætur Dam
Jacobsen og Dánjal Davidsen
allir hava spælt í miðverjuni.
Pætur fær pláss á miðjuni,
meðan Egil vinnur innan
hýsis dystin móti Dánjali.
Á
miðvøllinum
verða
so Pætur Dam Jacobsen,
Arnar Dam og Levi Hanssen.
Arnar Dam verður her vald
ur
framum
Niels
Paula
Danielsen, sum hevur tikið
lut í næstan øllum dystinum,
men sjáldan hevur hann
spælt fullan dyst. Arnar
hevði ein góða byrjan upp á
kappingarárið, men mistið
so eitt sindur stevið, men er
á ársins liði.
Á teimum fremstu pláss
unum manglar eitt stórt
navn.
Arnbjørn
Hansen
er ikki á liðnum. Í hansara
stað
er
komin
Gunnar
Zachariasen, sum tók yvir á
fremsta plássi, tá Arnbjørn
bleiv sksddur. Hans Pauli
Samuelsen og sjálvandi Leif
Niclasen eru á liðnum.
Árið í ár hevur ikki verið
nóg gott og Víkingur hevur
ongantíð gjørt seg galdandi
í oddinum. Tað er ikki gott
nokk fyri eitt felag, sum í
fimm ár hevur arbeitt móti
einum máli.
Hinvegin, so hava avrikini í
steypakappingini og í Europa
League verið avbera góð.
Steypavinnari og víðari í
Europa League er flott klárað.
Ársins lið:
Geza Turi fekk heiðurin eitt
lyfta steypið, tá Víkingur
vann kappingina um Løg
manssteypið. Tað var ein
gestus fyri trúgva tænastu í
fleiri ár. Geza hevur staðið í
mál øll árini Víkingur hevur
verið til. Aftur í ár kunnu
víkingarnir verða nøgdir við
avrikið hjá ungverska mál
verjanum.
Í
verjuni
er
ivi
um
vinstra bakk plássið. Hanus
Jacobsen hevur spælt nógv
á miðvøllinum, men hevur
munin á Dánjal Paula Lervig,
sum vann plássið í seinnu
hálvu. Bárður Hansen, Atli
Gregersen og Erling Jacobsen
eru sjálvskrivaðir.
Á miðvøllinum verða tað
Hans
Jørøgen
Djurhuus,
Sølvi Vatnhamar og Jann
Ingi Petersen. Hans Jørgen
bleiv til í ár umskúlaður til
verjukendan miðvallara og
tað riggaði bara væl. Sølvi
kom aftur í summarsteðg
inum og broytti allan mið
vøllin, meðan Jann ingi eftir
eina torføra byrjan fann seg
til rættis.
Á trimum teimum fremstu
plássunum eru Kaj Leo, Filip
og Finnur. Kaj Leo fær ikki
fult burtur úr sínum evnum
enn, Filip hugsar í løtum
meiri um at órógva enn at
spæla fótbólt, meðan Finnur
hevur brent ov nógvar møgu
leikar í ár. Spæla teir allir
komandi ár, so kunnu teir
gera vandamiklir.
trondur@sosialurin.fo
So gekk ikki longur
Ikki gott nokk í Sarpugerði
Rene Tórgarð
Marni Djurhuus Egil á Bø
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen
Pætur D. Jacobsen Arnar Dam
Levi Hanssen
Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen
Gunnar Zachariasen
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Hanus Jacobsen
Hans J. Djurhuus Sølvi Vatnhamar
Jann Ingi Petersen
Filip Djordjevic Kaj Leo Í Bartalsstovu
Finnur Justinussen
Eftir at hava verið nummar eitt ella tvey síðani 2006, so gekk tað
ikki longur hjá EB/Streymi. Tað var greitt undan kappingarbyrjan,
at hetta liðið fór at verða nakað veikari, enn árið frammanundan
Víkingur er steypavinnari 2013, og tað skulu teir verða glaðir
fyri. Tí annars komu teir ikki í Europa komandi kappingarár
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
5. umfar
10. umfar
15. umfar
20. umfar
25. umfar
27. umfar
Formkurvin
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
5. umfar
10. umfar
15. umfar
20. umfar
25. umfar
27. umfar
Formkurvin
Ársins spælari
Ársins spælari
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
Komandi ár...
Komandi ár...
★ ★ ★ ★ ★ ★
★ ★ ★ ★ ★ ★
1 Leif Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17
2 Arnbjørn Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
3 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . 7
1 Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . . . . 16
2 Hanus Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
3 Kaj Leo Í Bartalsstovu . . . . . . . . . . . . . . 5
1 Leif Niclasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2367
2 Hans Pauli Samuelsen . . . . . . . . . . 2310
3 Marni Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . . . 2250
1 Finnur Justinussen . . . . . . . . . . . . . 2430
2 Bárður Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . 2412
3 Erling Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . 2340
Marni Djurhuus
Miðverjin vinnur heiðurin í harðari kapping við Leif Niclasen, sum hevur verið
eyðsýndur við nógvu málunum. Men tað valið fellur á kanska besta miðverjan í
landinum. Hann ger ikki altíð so nógv burtur úr, men er ein hornasteinur í liðnum
hjá EB/Streymi. Hevur havt torførar umstøður við fleiri ymiskum miðverjum, men
avrikin eru støðug og góð at kalla hvørja ferð. EB/Streymur hevur bara latið tvey
mál fleiri nn enn HB, sum hevur latið minst.
Bárður Hansen
Høgri bakkurin heldur fram at menna seg og spæla støðugt væl. Hann hevur í
ár átikið sær meiri ábyrgd í álopsspælinum og í fleiri førum uppleggini til nøkur
av mest avgerandi málunum hjá Víkingi í ár. Bárður hevur eisini fast pláss á U21
landsliðnum og spælir eins væl har.
Tað ridlar undir EB/Streymi. Dominerandi tíðin hjá EB/Streymi er fyribils av. Teir
kláraðu ikki so mikið sum at vinna sær pláss í Evropa, men eitt tómligt komandi
kappingarár kann gera spælarar sum Hans Paula og Arnbjørn svangar aftur.
Víkingur er eitt av teimum feløgunum, har tað hevur verið arbeitt miðvíst og
støðugt við eini menning. Liðið skiftir ikki venjara og spælistíl, og tað sama er
galdandi við hópinum. Líkt er til, at hópurin til komandi ár verður styrktur. Súni
Olsen er komin undir land, meðan nøvn sum Lukasz Cieslewicz og Levi Hanssen
er upp á tal.