mánadagur 28. oktober 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sum tekur sær av
effodeildsliðnum hjá AB heldur, at AB hevði ein ræðuligan fyrsta
triðing av kappingini, ein fantastiskan mittasta triðing, og ein
misjavnan seinasta triðing. Hann fegnast um at hava yvirliva í
deildini, men nú ætlar AB at klatra upp eftir stigatalvuni.
Formaðurin í KÍ andar lættan um, at tað ikki gjørdist galin endi
hjá KÍ. Hann er tó sera harmur um teir fimm mánaðarnir, sum
gingu í landskappingini, áðrenn KÍ loksins aftur fekk ein sigur.
Eyðun Klakstein, venjari fær høvið at byggja upp ein hóp aftur til
kappingina í 2014, har KÌ ætlar at hava betri og støðugari avrik.
Tá mundi tey flestu hava
mist vónina, men spælarar,
venjarar og ikki minst leiðsan
á Argjum.
Síðani 11. umfar hevur AB
tikið øll av bóli og vunnið seg
heilt upp á sjeynda pláss. AB
hevur spælt við nógvari orku,
stórum denti á deyðbóltar og
hugagóðum ungum spælar
um, sum eru komnir inn og
hava gjørt mun.
Hetta er bara aðru ferð, at
AB megnar at yvirliva í bestu
deildini.
Ársins lið:
Í málinum hevur Símun
Rógvi Hansen verið ein sann
ur brandur, frá 11. umfari.
Áðrenn tað spældi hann sum
ein maður uttan sjálvsálit og
gjørdi fleiri fleiri, ið kostaðu
mál. Hetta kom illa við, tí liðið
hevði brúk fyri tryggleika í
verjupartinum. Tað hevur
hann hinvegin gjørt gott
aftur í síðani tá.
Í
verjuni
eru
Jónas,
Morten, Rói, Beinir. Jónas
heru havt ein niðurtúr, með
an Morten Overgaard ikki
hevur spælt so nógv, men teir
halda báðir upp á sítt pláss.
Á miðvøllinum kemur
Kári Nielsen inn, hóast kann
kom til felagið í summar.
Hann gav felagnum ró og
tryggleika á miðvøllinum
og er langt frá ferdigur sum
fótbóltsspælari. Samn við
honum eru Sorin Anghel og
Jobin Drangastein á mið
vøllinum.
Fremstu
plássini
eru
mannaði við Rógva Poulsen,
Dion Splidt og Ahmed Keita.
Dion
hevur
verið
besti
spælari hjá AB í ár, meðan
Rógvi Poulsen tók eina løtu
at koma í gongd. Ahmed
Keita hevur ikki spælt væl í
ár, men hann hevur munin á
Karstini Højgaard og Bjarta
Kjærbo.
KÍ byrjaði kappingarárið væl.
Teir spældu góðan fótbólt
og fingu nógv mál. Aftur
gangandi var tó, at verjan
als ikki kláraði uppgávuna.
Tá so hini liðini skoraði eitt
mál fleiri, so skramblaði KÍ
niður eftir stigatalvuni. Eitt
venjaraskifti broytti heldur
einki upp á støðuna.
KÍ skulu verða glaðir fyri,
at TB klokkaði so nógv í tí,
sum teir gjørdu. KÍ kláraði
ikki at bjarga sær sjálvum,
men blivu bjargaðir at TB
ongantíð kom undan.
Ársins lið:
Hóast Meinhard hevur havt
eitt vánaligt ár, so er hann
einasti málverjin hjá KÍ.
Hann hevur í ár verið langt
undir miðal. Serliga tá hugs
að verður um avrikini í 2011,
tá B36 vann FM við met
nógvum stigum.
Í verjuni verða tað so
Gunnar
Christiansen,
Sørmundur Kalsø, Jógvan
Isaksen og Heðin á Lakjuni.
Her er ivamálið Gunnar, sum
hevur deilt plássið við Johan
Jacobsen. Gunnar vinnur
tað plássið við góðum fram
rættaðu avrikunum í fyrru
hálvu.
Á
miðvøllinum
verða
tað so Ivan Joensen, Atli
Danielsen og Hjalgrím Elttør.
Teir báðir síðstnevndu hava
spælt undir miðal og ikki røkt
leiklutin sum undangongu
menn nóg væl. Ivan Joensen
er í harðari kapping við
Heðin Klakstein og Henry
Heinesen, sum báðir settu sín
dám á liðið í seinna hálvu.
Á teimum fremstu pláss
unum er eisini eitt sindur av
kapping. Kristoffur Jakobsen
vinnur akkurát dystin móti
Johan
Jacobsen,
meðan
Álvur F. Christiansen og Páll
Andrasson Klettskarð eru
sjálvskrivaðir á liðnum.
Søguligt bjarging
KÍ flýtur enn – akkurát
Símun R. Hansen
Morten Overgaard Rói Danielsen
Jónas Stenberg Beinir Ellefsen
Kári Nielsen Sorin Anghel
Jobin Drangastein
Dion Splidt Rógvi Poulsen
Ahmed Keita
Meinhardt Joensen
Sørmundur Kalsø Jógvan Isaksen
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni
Ivan Joensen Atli Danielsen
Hjalgrím Elttør
Álvur Christiansen Kristoffur Jakobsen
Páll A. Klettskarð
Aldrin hevur eitt lið verið so illa fyri á stigatalvuni og bjargað
sær í føroyskum fótbólti. Tvey stig aftaná 11 umfør
Hevði TB spælt kortini eitt sindur øðrvísi, so var KÍ aftur í 1.deild.
Árið í ár hevur verið ein vanlukka, eftir at tað byrjaði so væl
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
5. umfar
10. umfar
15. umfar
20. umfar
25. umfar
27. umfar
Formkurvin
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
1. umfar
5. umfar
10. umfar
15. umfar
20. umfar
25. umfar
27. umfar
Formkurvin
Ársins spælari
Ársins spælari
Toppskjúttar
Toppskjúttar
flest minuttir
flest minuttir
Komandi ár...
Komandi ár...
★ ★ ★ ★ ★ ★
★ ★ ★ ★ ★ ★
1 Rógvi Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
2 Dion Splidt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
3 Karstin Højgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
1 Páll A. Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
2 Álvur F. Christiansen . . . . . . . . . . . . . . . . 9
3 Hjalgrím Elttør . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
1 Símun Rógvi Hansen . . . . . . . . . . . . 2250
2 Beinir Ellefsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 2153
3 Jobin Drangastein . . . . . . . . . . . . . . 1996
1 Heðin á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . 2430
2 Páll A. Klettskarð . . . . . . . . . . . . . . 2380
3 Hjalgrím Elttør . . . . . . . . . . . . . . . . . 2362
Dion Splidt
Dion Splidt í harðari kapping við Morten Overgaard, sum somuleiðis hevur havt
stóran týdning fyri bjargingini hjá AB. Dion hevur hinvegin flutt seg ótrúliga
nógv í ár. Hann tekur ábyrgd, gongur á odda og er í góðum formi. Deyðbóltarnir
er hann serfrøðingur í, bæði við hondinum og fótinum. Umframt tað, so hevur
hann lagt upp til og skotið avgerandi mál fyri AB í ár.
Páll Andrasson Klettskarð
Klárt besti maður á liðnum hjá KÍ í ár. Størstu kappingina fekk hann í fyrru
hálvu frá Álvi F. Christiansen, sum hevur skotið fleiri góð mál í ár. Páll aftur í ár
prógvað seg sum ein av bestu áleyparunum í føroyskum fótbólti. Hevur eisini
vunnið sær pláss á landsliðnum og prógvað, at hann mennist í hvørjum.
Sámal Erik Hentze heldur ikki fram. Í hansara stað kemur Bill M. Jacobsen. Hetta
er ein spennandi broyting. Sámal Erik hevur verið ein góður venjari fyri AB og tí
var týdningarmikið at fáa ein góðan.
Ndende og Babacar Ndiour eru millm nøvnini á spælarum, sum KÍ skal hava
áhuga í. Teir mugu styrkja verjupartin og tað veit venjarin eisini. Meinhard hevur
ikki havt eitt gott ár og má spæla betri komandi ár, ella má liðið hava nýggjan
málverja.