Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað var ein hugtungur TB-formaður, André Dalfoss, sum Rás2 fekk orðið á. André Dalfoss fegnast kortini um tvey spennandi ár í effodeildini, og givið er, at teir í TB ætla sær uppaftur skjótast møguligt. Tað verður við Pálli Guðlaugssyni, sum venjara, sum André Dalfoss heldur passar ógvuliga væl til mentalitetin hjá TB. Formaðurin í 07 Vestur, Jarnhold Nattestad harmast um enn eina niður­ flyting hjá 07 Vestur, men hann slær fast, at nú ætla teir í vesturleið at læra av tí teir hava gjørt áður. Framyvir ætla teir í 07 Vestur at dúva uppá egið tilfeingið. Venjarin, Hegga Samuelsen er eisini valdur úr egnum umhvørvið. Hegga hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála. Hesa ferð stóð lívið í bestu deildini ikki at bjarga. Árið byrjaði væl og lítið bendi á, at TB skuldi flyta niður, tá 13 umfør vóru spæld. Tá TB 16 stig og fekk stig í flestu av dystinum. Men so byrjaði at ganga illa og tað endaði so við, at venjarin bleiv frákoyrdur og liðið flutti niður. Ársins lið: Ivan Stojkovic hevur verið ein brandur í málinum hjá TB í ár. Hann eigur sín lut í fleiri av stigunum, sum TB fekk ár. Hann er so ikki orsøkin til, at aldursforsetin ikki kláraði at yvirliva í bestu deildini. Í miðberjuni eru Babacar Ndiour og Óli Johannesen. Babacar hevur í løtum víst gott fótbóltsspæl, men tú situr við eini kenslu av, at hann hevur meiri at bjóða upp á enn tað hann hevur víst ár. Hevur eisini spæla á miðjuni og á bakkinum. Óli hevur gingið á odda í verjupartinum og er sjálvskrivaður á ársins liði. Á bakkunum verða Teitarnir báðir, Teitur J. Olsen og Teitur Justinussen. 18 ára gamli Teitur Olsen hevur fingið sítt gjøgnumbrot í bestu deildini í ár. Er ikki høgur av vøkstri, men hevur evni til at lesa spælið væl. 20 ára gamli Teitur Justinussen hevur nakað meiri av royndum í bestu deildini. Er umskúlaður til bakk í Effo-deildini, men er annars framrættaður spælari. Á miðjuni eru Martin Tausen, Ndende og Rógvi Joensen. Rógvi hevur spælt alt árið á miðvøllinum, meðan bæði Martin Tausen og Ndende hava verið fluttir nakað runt. Serliga Martin Tausen hevur spælt fleiri dystir í miðverjuni. Á vengrunum hevur TB skift eitt sindur út. Bretin, Nicholas Diverdics hevur verið har í fleiri dystum og staðið seg væl í uppbyggjandi spælinum, men er ov lítið vandamikil. Á hinum vonginum eru fleiri um boðið, men tað verður Ragnar Tausen. Ein spennandi spælari við góðum bóltførleika. Fremsti maður verður Poul Ingason, sum serliga í fyrru hálvu spældi væl og skoraði avgerandi mál. Undir Páll Guðalugsson hevur hann verið á høgra vongi fyri tað mesta. Í løtum hevur 07 Vestur spælt væl, men tú hevur ongantíð siti við eini kenslu av, at vágafólk standa saman um felagsliðið. Til onkrar av dystunum hava tað næstan verið fleiri vitjandi áskoðarar, enn heima­áskoðarar. Uttan stuðul í oynni, so verður tor­ ført hjá 07 Vestur at seta sín dám á føroyskan fótbólt. Liðið hevur fleiri spenn­ andi spælarar, men hevur ikki tað, sum skal til, fyri at yvirliva í bestu deildini. Liðið valdi at satsa upp á nakrar útlendskar spælarar sum Tehe Aristide, Evrard Blé og Ibrahima Camara. Ongin av teimum hevur verið á topp­ inum í ár, og tað hevur eitt felag sum 07 Vestur ikki ráð til. Ársins lið: Andras Gango er sjálv­ skriv­aður í málinum. Hann hevur nokk havt meiri at gjørt enn flestu av hinum mál­monnunum í deildini. Hann hevur havt nógvar týdningar­miklar og flottar bjargirnar í leypi av árinum. Í miðverjuni eru Emil Mikkelsen og Tehe Aristide. Tehe Aristide er ikki líka góður í dag, sum tá hann var upp á tað besta fyri nøkrum árum síðani. Emil Mikkelsen er stórur og sterkur, men saman spælið hevur ikki verið til UG. Á vinstra bakkinum er Gunnleif Olsen. Hann er ein stabilur bakkur, sum eisini kann skjóta nøkur flott mál. Á høgra bakki er Petur Dalbø. Hann er ikki bangin fyri at koma fram við á høgra bakkinum og hevur verið við í øllum 27 dystunum. Á miðvøllinum verður pláss fyri Evrard Ble, sum skifti til B36 miðskeiðis í kapp­ingini. Hann spældi nakrar góðar dystir tíðliga í kapp­ingar­árinum. Saman við honum er Jovan Panic og Eli F. Nielsen. Jovan er ein stríðsmaður, sum eisini kann nøkur ting við einum bólti, meðan avrikini hjá Eli tryggjaðu honum eitt pláss á U21 landsliðnum. Á vengrunum eri Holgar Durhuus og Tór-Ingar Akselsen. Her er tað serliga Tór-Ingar, sum hevur gingið á odda. Í álopinum er Ibrahima Camara, sum hevur skotið átta mál í ár. Hann hevði eina góða byrjan, men hevur ikki megnað at skorað tey avgerandi málini, sum høvdu kunna bjargað 07 Vestur. Aldursforsetin má byrja av nýggjum Felagsliðið finnur ikki stevið Ivan Stojkovic Babacar Ndiour Óli Johannesen Teitur J. Olsen Teitur Justinussen Martin Tausen Ndende Rógvi Joensen Nicholas Diverdics Ragnar Tausen Poul Ingason Andras Gango Emil Mikkelsen Tehe Aristide Petur G. Dalbø Gunleif Olsen Eli F. Nielsen Evrard Ble Jovan Panic Holgar Durhuus Tór-Inger Akselsen Ibrahima Camara TB kláraði ikki at bjarga lívinum í bestu deildini. Í fjør vóru teir bara eitt mál frá at flyta niður, og tað var bara eitt mál á muni, tá teir fluttu upp í 2011 So flutti 07 Vestur enn eina ferð niður. Fótbólturin í vágunum bløðir og fyribils tykist ongin kappingarfør loysan at verða í eygsjón 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 1. umfar 5. umfar 10. umfar 15. umfar 20. umfar 25. umfar 27. umfar Formkurvin Ársins spælari Ársins spælari Toppskjúttar Toppskjúttar flest minuttir flest minuttir Komandi ár... Komandi ár... ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ ★ 1 Poul Ingason . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7 2 Ragnar Tausen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 3 Ndende . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 1 Ibrahima Camara . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 2 Tór-Ingar Akselsen . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 3 Evrard Ble . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 1 Babacar Ndiour . . . . . . . . . . . . . . . . 2340 2 Ivan Stojkovic . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2309 3 Ndende . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2239 1 Andras Gango . . . . . . . . . . . . . . . . . 2430 2 Tór-Ingar Akselsen . . . . . . . . . . . . . 2408 3 Jovan Panic . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ndende Adama Guéye Miðvallarin úr Senegal hevur verið besti maðurin hjá TB í hesum kappingar­ árinum. Hann hevur røkt fleiri leiklutir á vøllinum, men fyri tað mesta hevur hann verið á miðvøllinum. Har hevur hann verið bindiliðið millum verjuna og álopið. Tór-Ingar Akselsen Tór-Ingar er blivin 32 ár, men hevur enn nógv at geva føroyskum fótbólti. Evnini at reka við bóltinum og finna sínar viðspælarar er gott, umframt at hann hevur góðar deyðbóltar. Hann hevur verið sjónligur á liðnum hjá 07 Vestur og hevur spælt allar 27 dystirnar. TB stríðist fyri at halda upp á Rógva Joensen, meðan dagarnir hjá Babacar Ndiour og Ndende eru helst taldir í felagnum. TB skal nú halda fram við at byggja upp á nýggjum og felagið hevur fantastiskar umstøður við nýggjum vølli og felagshúsi. Spurningurin er hvussu leingi teir klára at halda upp á talentini. 07 Vestur hevur nú boðað frá, at felagið fer at satsa lokalt. Nú skal stuðulin til felagið finnast fram og vegurin er at geva ungu lokalu monnunum møguleikan. Hegga Samuelsen verður nýggjur venjari og hevur til uppgávu at byggja upp á nýggjum.