Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 25 samstarvi innan gransking av HPV-koppingarevninum. – Vit hava stóra vitan um koppingarevnið, og hóast talan er um eina rættiliga nýggja koppseting, so er hon sett saman við einum evni, har mann veit nógv um møgu­lig hjáárin, sigur Katrin Kallsberg. Serliga er tað evnið adivasi, eitt slag av aluminium, sum er tann aktivi parturin av HPV- koppingarevninum, ið hevur fingið nógvar atfinningar. Og tað heldur Katrin Kallsberg er undrunarvert. – Aluminium adivasi hev­ur verið brúkt í nógv ár í barna­kopp­setingum, og mann kennir tey møguligu hjá­árinini, ið kunnu standast av evn­inum. Onkur vil vera við, at tað kann ikki vera annað enn vandamikið at spræna aluminium í kroppin, sum mann jú ger í sambandi við HVP-koppseting, men tað evnið hava vit brúkt í barnakoppsetingum í nógv ár. Eg haldi, tað er løgið, at mann gevur tað til børn, ið eru millum tríggjar og fimm mánaðir gomul, og at tað so skal vera ein trupulleiki, tá tey eru eldri enn 12 ár, sigur Katrin Kallsberg og leggur afturat: – Tú kanst siga, at ja, hetta er ein nýggj koppseting, men hon er sett saman við kendum evnum. Tær flestu ungu kvinnurnar, ið taka av tilboðnum at lata seg kopp­seta, hava fingið hetta alu­minium­evnið í kroppin við barnakoppsetingunum, og sostatt hava tær fingið evnið í kroppin áðrenn HPV- koppsetingina. Eiga at taka av tilboðnum Katrin Kallsberg heldur ikki, at føroyskar kvinnur eiga at lata seg ræða av óhugnaligu søgunum um ógvuslig hjá­ árin, ið kunnu standast av HPV-koppingarevninum. – Eg haldi, at mann skal hyggja eftir, hvat er vanda­ miklast; at lata seg koppseta ella lata vera við at minka um vanda at fáa krabbamein í undirlívið. Helvtin av teim­ um, ið fáa staðfest lív­móður­ háls­krabba eru kvinnur undir 40 ár, og tí haldi eg avgjørt, at mann eigur at umhugsa, um mann ikki vil taka kjansin at lata seg koppseta. Líkindini at fáa álvarsom hjáárin av hesi koppsetingini eru ótrú­ liga lítil, staðfestir Katrin Kalls­berg og vísir samstundis á, at ein altíð eigur sjálvur at halda seg kunnaðan, hvat kopp­setan viðvíkur: – Tað er at fylgja við í kjak­inum og tilráðingunum í sambandi við HPV-kopp­set­ anina, men tað er nú einaferð soleiðis, at tann eina dagin eru øll ímóti, og næsta dag eru øll brádliga fyri. Men vert er at minnast til, at var ein veruligur samanhangur mill­ um koppsetingina og allar fráboðanirnar um hjáárin, so var HPV-koppingarevnið langt síðani tikið av apo­teks­ hillunum, sigur Katrin Kalls­ berg. æðast arevnið Rannvá G. Fossaberg – Ein og hvør kann lata vera við at lata seg kopp­ seta, men vandin er so, at tú kanst gerast álvarsliga sjúk av krabbameini. Og tann vandin er størri, enn vand­in at fáa ógvus­lig hjá­ árin av HPV-kopp­setingar­ evn­inum, sigur Marjun Dam. Hann sigur seg hava fult álit á myndugleikunum hvat HPV-koppsetingini við­víkur. – Í Norðurlondum, Europa og USA hevur alla hesa tíðina verið eftirlit við koppingarevninum, so kem­ur mann fram til nak­ að, sum ger, at mann ikki eigur at nýta kopp­ingar­ evnið, so hevur mann havt høvi í fleiri ár at gera vart við tað, fortelur Marj­us Dam. – Henda tilráðingin frá Sundhedsstyrelsen kem­ ur eftir, at drúgt gransk­ ingar­arbeiði er gjørt við koppingarevninum. Ofta eru tey varin við at gera tilmæli sum hesi í Dan­ mark, tí mann vil tryggja, at tilmæli um eitt nú kopp­ setingar ikki skal føra til syrgiligar vanlukkur. So tá koppsetingarprogramm verða sett inn í Føroyum, eru tey væl kannað, sigur Marjus Dam og leggur afturat: – Tað kann vera, at onk­ur ógvuliga sjáldan kann fáa álvarsom hjáárin av HPV-koppsetingini, men um vit seta tað upp ímóti, hvat kann henda, um vit ikki koppseta, so haldi eg avgjørt, at ungar kvinnur eiga at lata seg koppseta ímóti lív­móður­ hálskrabba. Skilir tví­støðuna Formaðurin í Føroya Komm­unu­læknafelag, Marjus Dam, metir, at føroyskar kvinnur kunnu trygt lata seg HPV-kopp­seta. – Eg skilji væl, at ungar kvinnur seta spurnartekin við, um koppsetingin er til gagns fyri tær ella beinleiðis vanda­mikil, tá mann hoyrir um álvar­som hjáárin, men eg havi fult álit á tilmælunum frá donsku heilsumyndugleikunum, sigur Marjus Dam Ungar kvinnur, ið verða kopp­ settar fyri lív­móður­háls­ krabba, fáa kopp­ingar­ evnið Garda­sil. Kopp­ingar­ evnið er góð­ kent av heilsu­ myndug­leik­um kring allan heimin, og tað er prógv­að, at kopp­ingar­ evnið í stóran mun fyribyrgir lívmóður­háls­ krabba, kyns­ kamb­fjaðrum og øðrum sløg­um av krabba­meini. Koppingar­ evnið hevur tó eisini nøkur hjáárin. Kelda: Gardasil og Sundhedsstyrelsen