Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var borgarstjórin í Runa­ víkar kommunu, Magn­us Rasmussen, ið bjóðaði væl­ komin í Løkshøll fríggjadagin, og síðani vóru fyrilestrar all­ an seinnapartin. Síðani greiddi Bergur Poul­sen frá verandi markn­ aðarstøðu, áðrenn Bogi Sim­onsen frá North Pelagic tosaði um uppsjóarvinnuna á einum nyggjum heims­ marknaði. Undan steðginum var tað umboð fyri norsku upp­ sjóvar­vinnuna, Torstein Solem, ið tosaði um Føroyar sum brøðratjóð ella pest. Hetta gjørdi hann á ein frískan hátt, har hann nýtti skemt til at avvápna við. Hann var ágangandi mót­ vegis føroyingum, men helt kort­ini ein góðan tóna gjøg­ num framløguna. Síðani var møguleiki hjá áhoyrarunum at seta spurn­ingar, og har fekk Tor­ stein Solem nakrar hvass­ar spurningar rá áhoyrar­un­ um. Eftir hetta var ein steðgur í, har fundarluttakararnir fingu høvi at drekka ein kaffi­munn, umframt ein køku­bita. Síðani var lagt fyri aftur við einum fyrilestri hjá Sjúrði Skaale. Heitið á fyrilestrinum var ES er svarið, og hann vísti á, at vit kunnu ikki klára okkum uttan ES. Í løtuni stendur ES sum tann grábeinti fyri føroy­ ingar, men Sjúrður Skaale heldur ikki, at tað skal vera soleiðis, og at ES ,arknaðurin er av allarstørsta týdningi fyri Føroyar. Nýggjar leiðir Gustaf Baldvinsson frá Ice Fresh Seafood Iceland og Seagold Britain tosaði um alternativar marknaðir, ser­ liga fyrrverandi Sovjet­sam­ veldið. Hann segði, at teir rætti­ liga skjótt hava fingið bygt upp ein marknað í hesum londunum, og at ES boykottið tí ikki hevur havt so stóra ávirkan sum annars kundi verið væntað. Bergur Poulsen var sein­ asti fyrilestrarhaldarin, og hann tosaði um, hvussu av­leiðingarnar av ES boy­ kottinum kann fáa ávirkan á aðrar framleiðslur. Her tosaði hann serliga um, hvussu Havsbrún kundi vera hótt, eins og hvussu laksurin eisini kann verða raktur. At enda var so ein pall­ borðsfundur, har millum aðrar Jacob Vestergaard og Tortein Solem vóru millum luttakararnar. Onkur av fyrilestrar­ hald­arunum gjørdist held­ ur drúgvur, og tí mátti pall­ borðið skjótast nakað út soleiðis, at tað gjørdist liðugt um 17 tíðina í staðin fyri klokk­an 16.45. Runavíkar kommuna hev­ ur mentanarviku um somu tíð, sum FaroExpo var, og tað hevur riggað væl.± FaroExpo og nýggju marknaðirnir Nú ES boykottar Føroyar hevurverið neyðugt at finna nýggjar marknaðir fyri føroysku sildini og makrelinum Tað var ein næstan fullsett Løkshøll til FaroExpo fríggjadagin – Vit hava havt partenari­ atið í Ítróttarhøllini á Skála av tí at høllin í Runavík verð­ur umvæld, og tað hevur riggað stak væl, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runa­vík. Sjúrður Skaale helt ein fyrilestur undir heitinum, ES er svarið