mánadagur 28. oktober 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 25. oktober 2013 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gregersensk grádigheit
Virgar T. Dalsgaard
Líka síðani heystið 2008 hava
ikki bara danskarar og før
oyingar, men allir europearar
fingið at vita, at man skuldi
spara, vera lønarbeskeðin,
hava
samfelags-sinnalag,
vera mátahaldandi og minka
um alt marglæti, so tey hart
plágaðu europæisku lond
ini kundu lofta sær aftur.
Samstundis hava eisini verið
økonomar, sum messaðu og
gramdu seg um, at vit brúktu
for lítið, men tað er ein onnur
søga. Teir flestu smáu og
meinigu lønmóttakarar hava,
ið hvussu so er, noyðst at
verið afturhaldandi við løn
arkrøvum og minka seglini í
tí dýrkandi gerandisdegnum.
Reallønin hevur tessvegna
sturtað niður eftir hjá van
ligum lønarfólki hesi síðstu
fimm árini.
Í einum slíkum arbeiðs-
klima er tað ófatuligt, at ein
blaðstjóri, ein ”primus inter
pares” , ein ósjálviskur odd
amaður á trotabúgvinum
Dimmalætting skal kunna
loyva sær at prioritera seg
sjálvan so grovt fram um
alla sína manning av løn
móttakarum, at teir allir vera
við sviðið soð, meðan hann
sleppur næstan heilt fíggjar
liga snikkaleysur.
Hesin talentleysi mein
ingsfabrikantur hevur nú
í fleiri ár sitið og arbeitt
Dimmalætting miðvíst eftir
reyv – tað er ein tragedia,
men at hann skal belønast
fyri tað, er ein katastrofa.
Dimmalætting var eitt
heiðurskrýnt blað við skila
góðum og edrúiligum ríkis
felags-meiningum,
men
í
Gregersenskari tíð bleiv tað
eitt vulgert tjóðveldisorgan,
sum viðhørt var líka so heila
deytt sum ”Fjúrtandi septem
ber” í sínari tíð.
Men lat tað nú vera, vit
hava jú talu- og skrivifrælsi,
so sjálvt gregersenskir tank
ar hava rætt til at koma upp
á prent. Men man hevur ikki
nakað moralskt frælsi til
at kúga og manipulera sítt
starvsfólk.
Tað, eg minnist, høvdu
skip sjópant, sum tryggj
aði, at manningin fekk sítt,
áðrenn aðrir kreditorar. Tað
er fyri meg ein gáta, hvussu
Gregersen kann hava mani
pulerað sína manning so
grovt, at hann kann fáa alt
sítt, áðrenn aðrir kreditorar.
Fakfeløgini áttu langt síðani
at havt kravt ein kausul,
sum vissaði lønarfólkinum á
Dimmalætting sín part, áðr
enn aðrar kreditorar, eisini
áðrenn tann ovasta leiðaran.
Harra Gregersen skuldi
sjálvandi staðið pent í lønar
køini sum øll hini starvsfólk
ini, so einfalt er tad!
Hava
lønarfólkini
á
Dimmalætting
latið
seg
bóndafanga av einum kyn
iskum og manipulerandi tíð
indasmiði, ja, so stendur tað
til skiftirættin at vurdera um
slíkt maktmisbrúk er krimi
nelt, og er tað ikki tað, so er
tað, ið hvussu so er, ein mor
alsk svínagerð.
Tað skal stórt dirvi til,
um harra Gregersen ætlar at
spáka óskammaður millum
manna eftir hesa fúlu ”sor
tie”. Var nakað sum helst
mansevni í honum, so bard
ist hann fyrst og fremst fyri
síni lønarmanning heldur
enn at svíkja tey.
Landsverk livir við kritikki hvønn einasta dag
Ewald Kjølbro
stjóri Landsverk
Sosialurin hevur í tveimum
útgávum í síðstu viku roynt
at sáa iva um, hvørt uppsøg
nin av einum byggileiðara í
sambandi við skúlaverkæt
lanina við Marknagil var í
lagi. Í oddagreinini í blaðnum
fríggjadagin undir heitinum
“Forklára teg Ewald”, setir
høvundurin retoriska spurn
ingin “Er ikki pláss fyri krit
ikki í Marknagili”.
Jú, sjálvandi er pláss
fyri kritikki her, eins og tað
er í sambandi við eina og
hvørja aðra verkætlan, sum
Landsverk varðar av. Hetta
eru umstøður, sum stovnurin
livir við hvønn einasta dag.
Og jú, eg vil fegin forklára
meg enn einaferð.
Eg havi ta áskoðan, at
konstruktivur
kritikkur
beinleiðis er ein fortreyt
fyri at fáa eitt mál lýst best
møguliga. Tess fyrr slíkur
kritikkur kemur, eins og
tað hevur verið í sambandi
við Marknagil, tess betri og
lættari er at rætta inn, tá
hetta er neyðugt.
Í greinini inni í blaðnum
fríggjadagin undir heitinum
“Landsverk kippir kritikarar”
stendur, at “Landsverk hevur
spælt sær av við øll fólkini,
sum kunnu geva eitt mótspæl
til ráðgevar og arbeiðstakarar,
sum kunnu fyrihalda seg
kritiskt til verkætlanina”.
Hendan útsøgnin byggir á
niðurstøðu í kæruni frá fyrr
verandi byggileiðara, sum
mátti fara úr starvi í februar,
tí grundarlagið undir starv
inum ikki var til staðar long
ur, og framvegis ikki er tað.
Her er neyðugt við eini
rættleiðing. Av teimum fýra
fólkunum, sum vóru knýtt at
verkætlanini við Marknagil,
eru framvegis helmingurin í
starvi. Áðrenn byggileiðarin
fór frá, valdi verkætlanarov
astin at siga upp og flyta aft
ur til Danmarkar, har hann
fór í annað starv, tá uppsagn
artíðin á Landsverki var úti.
Tað var sjálvandi óheppið,
at ein slíkur lyklapersónur
valdi at fara, men síðani tá er
nýggjur maður komin í hans
ara stað, umframt tey áður
nevndu tvey, sum framvegis
arbeiða við verkætlanini.
Harafturat hevur stovnurin
havt
ráðgeving
uttaní
frá, sum hevur luttikið í at
granska verkætlanina.
Fráfarni
byggileiðarin,
sum einans var í starvi á
Landsverki í seks mánaðir,
var ikki lyklapersónur í teim
um fasum, sum verkætlanin
higartil hevur verið í. Heldur
ikki hevði hann nakað bein
leiðis samskifti við ráðgev
ararnar. Ongin annar bygg
ileiðari er settur í hansara
starv enn og verður tað
heldur ikki, fyrr enn fleiri
arbeiðstøkur eru farnar í
gongd. Væntandi um nakrar
mánaðir.
Tað kann sjálvandi vera
torført hjá teimum, sum ikki
kenna byggivinnuna, at seta
seg inn í, hvussu ein byggi
tilgongd virkar frá byrjan til
enda. Orsakað av, at verkætl
anin gjørdist munandi dýrari,
enn fíggjarkarmurin loyvdi,
er verkætlanin nógv seink
að og er framvegis í fyrra
helmingi á tí fyrstu arbeiðs
tøkuni, sum er jørð og beton.
Tað vil siga, at tað er jørðar
beiðið, sum verður gjørt nú.
Og í veruleikanum er ikki
brúk fyri meira enn einum
byggileiðara úti á plássinum,
fyrr enn fleiri arbeiðstøkur
eru byrjaðar.
Fyri at venda aftur til
uppsagnarmálið av byggi
leiðaranum, fari eg staðiliga
at vísa aftur, at uppsøgnin
er framd uttan haldgóða
grundgeving.
Orsøkin
er
eina og aleina, at verkætlan
in dróg út, og at grundarlagið
undir starvinum hjá byggi
leiðaranum var burtur.
Forkláringin er hendan:
Eftir lisitatiónina 28. august
2012, har samlaðu tilboðini
lógu 155 mió. kr. oman fyri
játtanarkarmin í verklags
lógini, var longu greitt, at um
tað skuldi vera møguligt at
gjøgnumføra verkætlanina,
gjørdist neyðugt við stórum
sparingum.
Sum
byggiharri
hevði
Landsverk sjálvandi eina
týðandi uppgávu at finna
allar tær sparingar, sum vóru
møguligar. Stovnurin fór tí
beinanvegin undir at greina
verkætlanina við tí endamáli
at finna hesar sparingar.
Væl at merkja uttan at hetta
grundleggjandi mátti ganga
út yvir dygdina á verkæt
lanini. Eisini sjálvt um tað
møguliga ikki bar til at røkka
einum byggikostnaði, ið helt
seg innan fyri táverandi játt
anarkarm.
Hóast eina eykajáttan á
64 mió. krónur, var framvegis
neyðugt við øllum hugsandi
sparingum. Stóru sparing
arnar gjørdu samstundis, at
verkætlanin mátti endavend
ast og í stóran mun teknast av
nýggjum. Orsakað av hesum
víðfevndu eykauppgávum,
kundi ikki roknast við mynd
ugleikagóðkenning, fyrr enn
í fyrsta lagi við endan av au
gust 2013.
Sum natúrlig avleiðing av
hesum útgreinandi arbeiði,
bar ikki til at fara undir bygg
ing, fyrr enn seint á heysti
2013. Av somu orsøk var ikki
brúk fyri meira enn einum
byggileiðara á sjálvum byggi
plássinum, fyrr enn tá.
Ætlanarskrivið hjá Lands
verki um uppsøgn varð av
hendað
byggileiðaranum
1. februar 2013, tá lagnan á
verkætlanini við Marknagil
framvegis var óviss. Hetta tí
tilboðini til sjálva byggingina
lógu langt oman fyri játtan
arkarmin. Hendan støðan
var galdandi líka fram til 22.
mars 2013, tá uppskotið um
eykajáttan varð samtykt í
Løgtinginum.
Fráfaringaravtalan, sum
varð undirskrivað 23. mai
2013, kom í lag eftir ynski frá
byggileiðaranum sjálvum og
hevði ikki nakað beinleið
is samband við sjálva upp
søgnina at gera, eftirsum
hoyringsskrivið
um
upp
søgn varð avhendað longu
1. februar 2013. Tað er einki
óvanligt í, at almenn starvs
fólk fáa fráfaringaravtalur,
tá serligar umstøður gera seg
galdandi.
Í greinunum í Sosialinum
verður nevnt, at byggileiðarin
umvegis advokat í eini kæru
til Innlendismálaráðið hevði
viðmerkingar til verkætl
anina, sum millum annað
snúgva seg um vánaliga
góðskutrygging av arbeiði
num.
Til hetta er at siga, at tað
er heilt vanligt í stórum verk
ætlanin, at ymisk viðurskifti
ikki er fingin endaliga upp á
pláss í hesi fasu á verkætlan
artilgongdini . Fyri at avdúka
møguligar veikleikar ella feil
ir í eini verkætlan, verður tí
skipað fyri eini innanhýsis
gransking, so ivasom viður
skifti kunnu rættast.
Ein partur av hesum er
endalig góðskutrygging, sum
sostatt í góðari tíð er komin
í rættlag, áðrenn sjálv bygg
ingin byrjar. Nakað, sum er
heilt natúrligt.
Tað er altíð keðiligt at siga
starvsfólkum farvæl, men í
hesum føri bar tíverri ikki til
at gera annað. Byggileiðarin
var áramálssettur og løntur
av sjálvari verkætlanini og
var harvið ikki partur av
fasta
starvsfólkahópinum
hjá Landsverki. Tað bar tí
ikki til at finna annað starv
á stovninum til hansara.
Longri er tann søgan ikki, hó
ast ídnu royndina hjá Sosiali
num at spinna nakað annað
burturúr.