mánadagur 28. oktober 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bensin til fólkið!
Nakrar viðmerkingar til Tórshavnar býráð
Sjúrður Heinesen
Vesturi á Flat
19. oktober 2013
Í samband við málið um
Skálafjarðartunnilin hevur
nógv verið tosað um demo
krati
og
demokratiskar
mannagongdir hjá landsins
myndugleikum og sjálvt um
málið ikki er heilt avhæsað
enn, so tykist breið semja nú
at vera um – bæði í samgongu
og andstøðu - at málið er illa
handfarið og sum tað fleiri
ferðir er blivið nevnt, so var
málsgongdin øvugt.
Eins og landsumsiting
og landspolitikarar, so eru
kommunur og kommunal
politikarar til fyri at tæna
fólkinum og kommunur eiga
eisini at brúka demokratiskar
mannagongdir í sínum máls
viðgerðum við øllum tí, sum
tað krevur av opinleika, hoyr
ing og kunning.
Nakað herfyri frættist,
at Tórshavnar býráð tann
16. september við 11 atkvøð
um fyri og einari ímóti (ein
býráðslimur
var
burtur
staddur) - samtykti tilmæli
frá tekniska stjóranum og
teknisku nevnd um at játta
umbønini frá Effo um at
keypa lendið við Vegin Langa
til nýggja bensinstøð.
Útstykkingin
vesturi
á Flat varð framd fyrst í
80-unum
og
Tórshavnar
kommuna hevði tá nakrar
greiðar visiónir um, hvat
hetta umrødda lendið skuldi
brúkast til. Vit, sum høvdu
fingið tillutað grundstykkir
vesturi á Flat í 1980 fingu m.
a. at vita, at:
"Í útstykkingini vesturi á
Flat er øki tøkt til almennan
stovn ella felags tiltak. Van
ligt er, at tá nýggj økir verða
bygd, er tørvurin hjá teimum
einstøku familjunum saman
fallandi, soleiðis, at tey eitt
tíðarskeið tørva dagstovn,
síðani frítíðarheim, tilhalds
stað fyri yngri og eldri
skúlabørnum og síðani ung
dómshús og felagshús".
Tað er sostatt eingin ivi
um, at ætlanin var, at øki
skuldi brúkast til felags gagn
og lagt var upp til, at fólkið
á staðnum varð tikið við í
møguligar byggiætlanir. Eitt
býlingshús bleiv eisini bygt á
økinum í samráð við eigara
felagið og um eg minnist
rætt, so hava ætlanir eisini
verið frammi um at brúka
lendi til fríøki.
Í hvussu er, so hevur tað
okkum kunnugt ongantíð
verið ætlanin, at økið skuldi
brúkast til bensinstøð ella
nakað líknandi.
Gaman í eru mong ár lið
in síðani bygt varð vesturi
á Flat, men um býráðið nú
ætlar at víkja frá upprunaligu
ætlanunum, so er minsta
treytin samsvarandi áður
nevndu demokratisku mann
agongdum, at fólk á Flat verða
kunnaði og hoyrd í málinum
og tað skuldi sjálvandi verið
gjørt so skjótt, sum tað tók seg
upp og áðrenn nøkur samtykt
varð gjørd í býráðnum hesum
viðvíkjandi.
Men tíverri hevur tað víst
seg, at býráðið púra igno
reraði avvarðandi borgarar.
Fyrst við ikki at hoyra og
kunna teir beinan vegin,
men ikki nóg mikið við tí. Tá
okkara eigarafelag heitti á
býráðið um at koma á fund,
so møttu politikararnir als
ikki upp.
Í staðin varð tekniski
stjórin sendur niðan og tað
fyrsta hann segði var, at
hann skuldi skjótt avstað
aftur og tí var tað avmarkað,
hvussu nógvum spurningum
hann kundi svara.
Byráðspolitikarar og ikki
minst borgarstjórin, plaga
annars ikki at vera seinir at
møta upp til alskyns tiltøk
í
Tórshavnar
kommunu,
men tað er sjálvandi ikki so
stuttligt at møta fólki, sum
hava hug at mótmæla, so
tað hava býráðspolitikarar
kanska hildið, at teir kundu
fáa onkran annan at taka
sær av.
Tekniski stjórin greiddi
frá tí tekniska í málinum.
Tað kunnu fleiri spurningar
setast til tað, men tað er
neyvan nakar ivi um, at tað
tekniskt ber til at byggja eina
bensinstøð á staðnum.
Tað meira áhugaverda í
hesum máli, er sjálv tilgong
din til ætlanina og hvørjir
yvirorðnaðir
tankar
við
víkjandi býarplanlegging, ið
munnu liggja aftanfyri.
Her greiddi tekniski stjórin
frá, at onkur í oljufelagnum
Effo – og altso ikki nakar í
býráðsumsitingini - hevur
sitið og spælt sær við at finna
eitt øki til at byggja eina
bensinstøð. Viðkomandi eru
so komnir fram til, at fríøkið
vesturi á Flat er tað optimala
fyri teir. Hetta oljufelag hevur
síðani søkt býráðið um loyvi
til at keypa økið og býráðið
hevur,
sum
áður
nevnt,
samtykt at játta umbønini
frá oljufelagnum um at keypa
øki og harafturat er ætlanin
at broyta byggisamtyktina
fyri øki frá A1-øki (sethús) til
C1-øki (vinnubygningar).
Eg má spyrja: Hvør er tað,
sum leggur ætlanir fyri okk
ara bý?
Er tað so galið, at Tórs
havnar býráð letur seg diktera
av
nøkrum
oljubusiness
dreingjum, tá tað snýr seg
um býarplanlegging? Er tal
an um øvugta málsgongd,
eins og hjá tí avsagda Inn
lendismálaráðnum?
Sum eg havi víst á, so hevur
tað ongantíð verið ætlanin,
at brúka tað umrødda lendið
til bensinstøð, men hvussu
ber tað so til, at býráðslimir í
einari handavending og uttan
hoyring av ella kunning til
avvarandi borgarar fara at
selja burturav økinum og
enntá fara at arbeiða fram
ímóti at broyta byggisam
tyktina?
Hvat er tað, sum hevur
sannført býráðspolitikarar
um, at ein bensinstøð er
tað, sum størsti tørvur er á
hjá borgarum vesturi á Flat
og nærhendis og at okkara
grøna fríøki skal brúkast til
hetta endamálið?
Eg kundi hugsað mær at
vita, hvat forkvinnan í tekn
isku nevnd hevur at siga til
verju fyri hesari ætlan? Hon
plagar at føra seg fram sum
ein “grønan” politikara. Hví
møtir hon ikki upp vesturi
á Flat og greiðir okkum frá,
hvussu hon er komin fram
til, at nú er tað altso “bensin
til fólkið” sum er sakin og at
tað er betri fyri okkum at fáa
eina bensinstøð, enn at brúka
økið til tey upprunaligu
endamálini?
Hvat siga tit, ið sita í heilsu-
og umhvørvisnevndini til
hetta?
Forkvinnan í trivnaðar
nevndini kundi eisini kom
ið og greitt okkum nærri
frá, hví hon heldur tað vera
eitt framstig fyri trivnaðin
á staðnum at leggja eina
bensinstøð beint framman
fyri býlingshúsið, ið er barna
garður og vøggustova.
Tá ið nú hesir politikarar
ikki møttu á fundi hjá okk
um, so vænti eg, at teir fara
at taka sær tíð til at svara
hesum spurningum alment.
Tað kundi annars eis
ini verið áhugavert at vita,
hvat arkitektar og býarplan
leggjarar halda um ætlanina.
Meina teir eisini at ein ben
sinstøð er til størri gagn fyri
borgararnar enn tað, sum
upprunaliga visiónin legði
upp til?
Meðan eg havi skrivað
hetta, hava keðiligir tankar
støðugt trokað seg fram.
Man tað vera so galið, at Tórs
havnar kommuna nú roynir
at selja burtur av okkara
fríøki fyri at fáa pening til
heilt aðrar ætlanir? Og kann
tað hugsast, at býlingshúsið
verður stongt og kanska selt
til vinnulig endamál, tá ið
økið er blivið til C-1 øki?
Tá ið nú býráðið hevur valt
ikki at kunna borgararnar, so
er freistandi at fara at gita,
men sjálvandi fái eg meg illa
at trúgva, at okkara super
sosialdemokratiska
býráð
hevur slíkar duldar dags
skráir.
Vælsignaður borgarstjóri,
hjálp mær at mana burtur
hesar sjúku tankar!
Sum øllum kunnugt, so er
ein bensinstøð í Gundadali
og ein á Hálsi og har frá er
tað eitt hanagleiv niðan á
Flat, so bara av hesi orsøk er
tað púra óneyðugt at leggja
eina bensinstøð her uppi.
Tað eru annars tilsamans
4 bensinstøðir í Havn og á
Argjum og ein og hvør borg
ari kann koma við bili til eina
bensinstøð upp á minni enn
10 minuttir. Spurningurin
er tí, um tað í heila tikið er
tørvur á fleiri bensinstøðum
í Tórshavnar kommunu.
Mín áheitan á býráðið er,
at tit sleppa ætlanini um at
lata fríøkið vesturi á Flat til
eina bensinstøð og at gera
øki til C-1 øki. Komið heldur
við uppskotum, sum sam
pakka við tey upprunaligu
endamálini og um tit ikki
hava slík uppskot, so latið
økið heldur liggja í friði í
nøkur ár afturat.
Symfoniorkestrið spælir upp á síðsta vers
Rigmor Dam
Javnaðarflokkurin
Tað er ófyrigeviligt um Før
oya
Symfoniorkestur
má
leggja ljóðførini á hillina
vegna vantandi fíggjarliga
raðfesting.
Í hesum døgum er fíggjar
lógin til viðgerðar í tinginum.
Ein
av
mongu
óbroyttu
kontonum er játtanin til
Føroya
Symfoniorkestur,
sum í fleiri ár hevur ligið um
milliónina.
Fyri hesa beskednu upp
hædd hendir eitt satt mir
akul, ja, eitt veruligt undur,
hvørja tí einastu ferð hesar
hundratals evnaríku eldsálir
úr øllum landinum savnast
til venijngar og framførslur
í heimsklassa fyri at ríka
okkum tilveruna her í karga
pinkulandinum í norðuri.
Játtanin til Føroya Sym
foniorkestur er og hevur
leingi verið alt ov lítil. Av
leiðingin av hesum er mink
andi virksemi, avlýstar fram
førslur og at ljóðførini nú
spæla uppá síðsta vers.
Tað skal tí vera mín inni
liga áheitan á meirilutan í
Fíggjarnevndini um at síggja
til, at játtanin til Føroya Sym
foniorkestur fær eitt ordans
kvink uppeftir, so vit eisini
framyvir kunnu fegnast um
heimsins
besta
føroyska
symfoniorkestur. Javnaðar
flokkurin fer í øllum førum
at hava orkestrið fremst í
huganum undir viðgerðini
av fíggjarlógini.
Frigor Frystiboks
2.199,-
FYRR 2.699,-
98 ltr. - G115 A+
thermex
3 hastigheitum
379,95
34,95
moraknívur 746
Rustfríður, 1591P
knívar / Prísur úr
79,95
BoRg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
millarco
sPann 20l
76542
GER KLÁRT TIL SLAKTIÐ!