mánadagur 28. oktober 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30
Vilmund Jacobsen
Hetta er ein kapping, har
leikararnir sína styrki fyri
sjálva landskappingina, sum
byrjar í hesi vikuni.
Til tílíka undankapping
sum hesa verða liðini býtt
upp í bólkar, har innleiðandi
umførini verða spæld. Tey
betru liðini enda í A enda
spælinum, meðan veikari
liðini enda í B endaspælinum.
Vinnarnir verða funnir við
semifinalum og finalum.
Heystkappingin
verður
spæld
ymsastaðni
í
landinum.
Á Eiði spældu gentur
10 ár. Í tí eina innleiðandi
umfarinum
vóru
fleiri
javnleikir millum sterkastu
liðini, so málúrtøkan í hinum
dystunum var avgerandi.
Finalan var millum Kyndil og
Neistan, og tá avtornaði
var Kyndil omaná.
Kappingin
hjá
dreingjum 10 ár var í
høllini í Gundadali, og
har møttust H71 og VÍF í
finaluni. VÍF vann 5-3.
Í høllini í Vági spældu
gentur 12 ár. Finalan í
A endaspælinum varð
millum Stjørnuna a og H71
a. Tá avtornaði var H71
omaná eftir at hava ført
allan dystin, men seinastu
løtuna hálaði Stjørnan seg
inn á hoyvíksgenturnar.
Finalan
í
B
endaspælininum
var
millum somu lið og her
vann H71b ein tættan dyst
móti Stjørnuni b.
Dreingir 12 ár spældu í
Vestmanna, og har vann
H71 á Neistanum 9-7.
Yngru deildirnar
kappaðust í hondbólti
Gentur 12 hjá H71 vunnu bæði A og B kappingina, tá heystkapping var í Vági leygardagin.
Venjarar eru Jákup Símun Simonsen og Anfinnur Simonsen
Heystið er ein hugnalig
tíð hjá teimum, sum
hava seyð og fáast við
fjallgongu og fletting.
Hetta er eisini ein tíð,
har tann sosiala sam
veran millum fólk á
bygd er í hásæti.
Nógvar hugnaligar
løtur eru á rættini, og
tá flett verður er ikki
minni hugnaligt í kjall
aranum, bilhúsinum,
ella har flettingin nú
einaferð fer fram.
Vanligt er, at seyðar
høvdini sleppa at liggja
og ræsa í nakrar dagar
eftir fletting, áðrenn
tey verða sviðin, vask
að og gjørd klár at
koyra í pottin.
Henda
myndin
er tikin í Nólsoy, har
maður
stendur
við
gassbrennaranum og
svíður seyðarhøvd.
Gásin væl
gødd og
seyðar
høvd...
Vilmund Jacobsen
Tað vóru glaðar kvinnur, sum
í ein góðan tíma dansaðu eftir
góðum countrytónleiki.
Her vóru kvinnur úr
Eysturoy, Havn og Klaksvík,
og dansurin gekk lystiliga,
siga tey, sum við vóru.
Tá liðugt var at dansa,
varð dúgliga prátað aftur við
einum kaffimunni.
Á
kvøldinum
í
Kafé
Hæddini varð eisini avrátt,
at seinast í november verður
skipað fyri Jóla-linedansi,
sum nærri verður at frætta
um.
26 glaðar kvinnur til
dans í Hæddini
26 glaðar kvinnur í Kafé Hæddini í Saltangará á mentanarvikuni
Soleiðis kann
tað síggja út, tá
barnagarður á bygd
fer túr við børnunum -
tvey í trillibøru og trý
til gongu sum her ein
dagin í Nólsoy.
Leygardagin skipaði Bragdið fyri Okkara
Renning, sum byrjaði á Tórsbreyt
og endaði á bryggjarínum Okkara.
Umleið 40 fólk luttóku. Á Velbastað
sluppu tey at síggja bryggjaríið.
Í vikuskiftinum var heystkapping
í hondbólti í teimum yngru
deildunum, og spælt varð
ymsastaðni kring landið
Seinasta fríggjakvøld á mentanarvikuni var eitt hugnaligt
kvøld í Kafé Hæddini í Saltangará, har Jóhanna Petersen og
Jóhanna Troest undirvístu í line dansi og øðrum dansum