Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2013 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 31 Sunnudagin klokkan 18 var kon­sert í nýggju hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn í sambandi við, at 80 ár eru liðin, síðan Hornorkestur Frelsu­nar­hersins varð sett á stovn. Eini 200 fólk vóru møtt til tiltakið, har Manskór úr Ebene­zer, undir leiðslu av Eli Smith, eisini luttók við san­gi. Eftir hátíðarligan horna­ tón­leik og vakran sang varð bjóðað til kaffi og køkur, og fólk høvdu høvi at práta og hugna sær saman. Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Havn í 1924 og longu níggju ár seinni - í 1933 - varð hornorkestrið stovn­ að. Í gerðabókini hjá ork­e­ stri­num sæst, at virk­sem­ið byrjaði nakað framman­und­ an, men at formlig stovn­ing­ ar­sam­tykt er skrivað tann 23. oktober 1933. Í Frelsunarherinum hevur tón­leikur stóran týdning,og boð­skapurin um frelsu verð­ ur boðaður gjøgnum orð og tónar. - Hornorkestrið hevur verið ein virkin partur av sam­komuni øll árini. Spælt verð­ur á møtum hvønn sunnu­dag og annars til tiltøk hjá Frelsunarherinum. Í Frelsunarherinum siga tey, at ofta verður heitt á orkestr­ið um at spæla til til­ tøk kring landið, men mest kent man orkestrið tó vera frá skrúðgongu og úti­fund­ um á Vaglinum um ólav­søku­ na. Dagligur leiðari fyri horn­ orkestr­inum er Finngerð Djur­huus Olsen, sum hevur havt leiðsluna um hendi síð­ an 1992, tá hon tók við eftir Kalla Olsen. Orkestrið telur í dag 18 spælarar og hevur eina góða samanseting av stemm­um. - Aldurspenni á spælarum er millum 13 og 70 ár, yngstu spæl­ar­arnir hava spælt í gott eitt ár, men vit hava eisini spælarar, ið hava verið við í meir enn 50 ár, sigur Frelsun­ ar­herurin. Í sambandi við hátíðar­ hald­ið hevði orkestrið vitjan av navnframum dirigenti úr Noregi, Espen Ødegaard, sum kom heim at stjórna orkestrinum við høvið. Hátíðarhildu dagin hjá hornorkestri Frelsunarhersins Hornorkestrið hevur verið ein virkin partur av samkomuni øll árini. Spælt verður á møtum hvønn sunnudag og annars til tiltøk hjá Frelsunarherinum Eini 200 fólk vóru til hátíðarhaldið í nýggju og snotuligu hølunum hjá Frelsunarherinum sunnudagin, har eisini Manskór úr Ebenezer luttók Vilmund Jacobsen Øll línuskipini eru úti, men tey flestu eru ný­ liga byrjaði túr. Tí er ikki vænt­andi, at fleiri línu­ skip koma inn at landa hesa vikuna. - Eitt línuskip, sum fisk­ar brosmu og longu, land­a­r síðst í vikuni. Tvey onnur línuskip koma eisini at landa síðst í viku­ni. Tey hava mest av tos­ki og hýsu. Fiskamarknaður Før­ oya sigur, at línuskipini, sum nýliga eru byrjaði túr, fiska bæði á djúpum vat­ni, á Íslandsrygginum og undir Íslandi. Um útróður sigur mark­nað­ur­in, at streym­u­ rin verð­ur góður, og veðr­ ið verður eisini brúkiligt fyrst í hesi vikuni. - Vit vænta tí, at nakað verð­ur av útróðri. Úróðrarbátarnir fáa mest at toski og hýsu - og onkur roynir við kalva­ línu. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at flestu par­trol­ar­ar royna eftir upsa. Fiskiskapurin er mis­javn­ur og heldur smá­ lig­ur. - Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gong­ur. Um djúp­vatns­trol­ar­ arnar sigur marknaðurin, at tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva og ann­ an djúpvatnsfisk. Aðrir djúp­vatnstrolarar liggja, og nakrir frysta veiðina um­borð. Fiskamarknaður Før­ oya væntar, at onkur djúpvatnstrolari kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Flestu av teimum smáu trolbátunum liggja. Ein er til fiskiskap, og hes­in fiskar mest tosk og hýsu og landar helst síðst í hesi vikuni. - Eitt garnaskip kemur inn at landa síðst í hesi viku­ni, men fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smá­ligur. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at tvey garna­skip eisini fiska svart­kalva og frysta veiðina umborð. Vænta fáar landingar hesa vikuna Vilmund Jacobsen Útgerðin fevnir eitt nú um trý rustfrí sandfiltur og UV-útgerð til sóttreinsing av vatninum. Samlaði kapasiteturin er seksti rúmmetrar um tíman og kann útbyggjast til áttati rúmmetrar um tíman. Eysturkommuna sigur, at goymslubrunnur varð settur upp í 2008 og er 1300 rúmmetrar stórur. Húsið til reinsiverkið varð liðugt í summar. Tað eru Martin E. Leo Sp/f, ráðgevandi verkfrøðingar, sum hava staðið fyri verkætlanini. Á myndini eru Jóhan Christiansen, borgarstjóri og Ragnar Magnussen, stjóri á Nomatek, sum skriva undir avtaluna. Nýtt reinsiverk á Hagaleiti í Leirvík Miðskeiðis í síðstu viku undirskrivaði Eysturkommuna sáttmála við Nomatek um veiting og uppseting av nýggjum vatnreinsiverki á Hagaleiti í Leirvík Leygarkvøldið varð skipað fyri hugnaligum damu­ kvøldi í Kvívík, har henda myndin er tikin Tað gongur væl við sildafiskiskapinum. Rúgvurnar eru stórar, og sildin er bæði stór og feit. Í vikuskiftinum landaðu fimm skip umleið 6000 tons av sild.