Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 62

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 26 Hús & Heim Umleið helmingurin av el-orkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørunar, eitt nú til køliskáp, frystiboksir, upp­ vaskimaskinu, komfýr, vaskimaskinu og turkimaskinu. - Tað er týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt. Fyllið altíð mask­inurnar, vaskið við rætta hitanum, sentri­fugerið altíð klæðini eyka, um turki­maskinan verður brúkt. Tá sparir tú orku, sigur Kristianna Rein. Hon leggur aftrat, at hitin í køli­ skápi eigur at vera umleið fimm hita­ stig, og kuldin í frystiboksini eigur at vera umleið 18 kuldastig. - Tað er umráðandi at stilla køli­ skáp og frystiboks rætt inn, sigur Kristi­anna Rein og vísir á, at el-orka, sum fer fyri skeytið, gagnar hvørki tær, pengapunginum ella umhvørvinum. vilmund@sosialurin.fo Helmingurin fer til hvítvørur - Orka, sum fer fyri skeyti, gagnar ongum, hvørki pengapungi ella umhvørvi, sigur SEV í sínum spariráðum Øll tól til undirhald hava stóra standby-nýtslu, serliga tí at tey ofta standa í hesi støðu í nógv­ ar tímar dagliga. - Teldur, printarar, skannarar, há­talarar, sjónvørp, dvd-spæl­ ar­ar, playstation, nitendo og WII-spøl hava eina ávísa el- orku­nýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá liðugt er at brúka tey. Spariráðini hjá SEV siga, at best er at sløkkja á sjálvum tól­ inum ella á vegginum - og ikki við fjarstýringini. vilmund@sosialurin.fo Nógv el-orka fer til standby- nýtslu Vilmund Jacobsen El-orkan, sum vit brúka til ljósperur, kann minkast munandi við nýggjastu tøknini. Tað sigur Kristianna Rein hjá Sev. - Vit kenna øll vanligu ljósperur­ nar við gløðitráði, sum kendi Edison upp­fann fyri umleið 125 árum síð­ ani. Gløðiperan yvir køksborðinum var vanliga 60 Watt og er í miðal tendrað fýra tímar dagliga. Hon vísir á, at ”spariperan” var næsta ættarliðið, og brúkar hon bert ein ein fjórðing av tí el-orku, sum gløði­peran brúkar. - LED-perurnar eru triðja ættarliðið, og hesar brúka bara ein 1/15 av tí, sum gløðiperur brúka. Kristianna vísir á, at samstundis sum LED-perur nú koma á marknað­in, fara gløðiperur út av marknaðinum, og verða hesar helst ikki at fáa í handl­ unum eftir ár 2014. Nógv at spara Sum dømi kunnu vit í einum húsar­ haldi skifta út fimm gløðiperur við spari­perur ella LED-perur og rokna el-nýtsluna: 5 gløðiperur á 60 Watt 5 spariperur á 15 Watt 5 nútímans LED-perur á 5 Watt Við núverandi el-prísi, har 1 kWh kost­ ar 1,89 kr., íroknað mvg, kosta hes­ar el-per­ur í el-orku í eitt ár: * 5 gløðiperur (827 kr.) * 5 spariperur (207 kr.) * 5 LED-perur (69 kr.) Orkumátitól Kristianna Rein vísir á, at LED-perurar tendra beinanvegin, eins og nakrar teirra kunnu dempast. - Enn eru tær tó nakað dýrari at keypa. Kristianna Rein sigur, at Sev hev­ ur orku­mátitól, sum kann lænast út ókeyp­is, og við hesum ber til at kanna el-nýtsl­una á eitt nú gomlum el-tól­ um. Nógv er at spara við LED-perum - Nógvur peningur kann sparast í el-nýtsluni, um fólk fylgja góðu ráðunum hjá Sev, sigur Kristianna Rein hjá Sev - Tú sparir nógva el-orku við at brúka LED-perur, sum bara brúka 1/15 part av tí, sum ein gløðipera brúkar, sigur Kristianna Rein hjá Sev