mánadagur 28. oktober 2013síða 63
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 44 | 28. oktober 2013
Ókeypis lýsingarblað
27
Hús & Heim
Leo Poulsen
Tá tað ræður um lampur, slepst ikki
uttan um Lampubúðina.
Heilt frá fyrsta degi av hevur
Lampubúðin borðreitt við alskyns
lampum, lampuskermum og perum.
- Vit hava eisini umvælt lampur, og
gera tað enn tann dag í dag, sigur Júst
Skarðenni, sum eigur og rekur Lampu
búðina.
Tað er júst í hesum døgum 30 ár
síðani, at hann keypti Lampubúðina,
sum tá helt til í M. A. Winthersgøtu.
- Tað er nógv broytt innan lampur
og lampuskermar hesi 30 árini, men
tað er líka nógv ein endurtøka av
mótarákinum, sigur Júst Skarðenni.
Hann sigur, at lampur, sum vóru
nógv frammi fyri nøkrum árum síðani,
aftur gerst modernaðar.
- Tað er so upp og niður við móta
rákinum, men vit síggja javnan gomul
modell gerast vælumtókt aftur, sigur
Júst Skarðenni.
Eitt annað, ið hevur eitt stórt pláss
á hillunum - ella undir loftinum - eru
ljósakrónurnar.
- Tær fylgja sum so eisini mótan
um, og tað er eitt sindur upp og niður,
nær tær eru modernaðar.
Eitt annað, ið eisini er ógvuliga
nógv broytt, eru perurnar.
- Har hevur verið ein rættilig koll
velting, serliga seinastu árini. Har
hava vit verið noydd at fylgt við, og
vit hava øll sløg av perum í dag, sigur
Júst Skarðenni.
Útilampur
- Vit hava øll sløg av perum, bæði
mattar og klárar, sterkar og veikar. Og
serliga á hesum økinum er talan um
eina kollvelting, tí tá vit byrjaðu, var
einki sum æt halogenperur og slett
ikki led perur, sigur Júst Skarðenni.
Annars førir Lampubúðin øll sløg
av lampum.
- Har er talan um útilampur, inni
lampur, borðlampur, gólvlampur, stovu
lampur og gongslampur. Stutt sagt øll
sløg av lampum, sigur Júst Skarðenni.
Nakað, sum eisini hevur vundið upp
á seg, eru útilampurnar.
- Tað er nógv meira frammi í tíðini,
at keypa útilampur í dag. Ikki hettar
her við einum kupli uppi undir tak
skegginum úti í horninum, men veru
ligar útilampur, sum lýsa upp økini,
sigur Júst Skarðenni.
Fólk ganga í dag eisini upp í antikk
ar lampur.
- Tað er nakað, sum er nógv frammi
í tíðini, og sum er vældámt millum
fólk, sigur Júst Skarðenni.
Hann sigur, at tað eisini er munur
á, um tað eru ungfólk, ið støkka inn
á gólvið, ella um talan er um meiri
tilkomnar kundar.
- Tey ungu hugsa meira um tað
hugnaliga og fjálga, meðan tey eldru
leggja støtti dent á ljósstyrkina, sigur
Júst Skarðenni.
Og nú tan hugnaliga jólatíðin
nærkast, hevur Lampubúðin eisini alt
til hátíðina.
- Tað veri seg ljós til jólini, stak
ar, ljosketur í øllum litum og longd
um, bæði inni og úti og mangt annað,
sigur Júst Skarðenni, eigari av Lampu
búðini.
Lampubúðin 30 ár á somu hondum
Tað var í 1983, at Júst Skarðenni keypti Lampubúðina, sum byrjaði í M. A.
Winthersgøtu, men sum í 1985 flutti í Dr. Jacobsensgøtu 15, fyri tvey ár
seinni at flyta yvir um vegin, har hon heldur til enn tann dag i dag