Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-28, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2013síða 78

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 44 | 28. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 42 vikutíðindi Síðan PL-stórbilar læt upp í Hvalvík fyri umleið tveimum árum síðan, hevur tað gingið væl, og fyritøkan hevur selt fleiri lastbilar og bussar. Við Norrønu seinast komu tríggir nýggir Volvo 9700 bussar til landið. Talan er um bussar, sum eru uppbygdir hjá Carrus í Finnlandi við 450 hk Euro-5 góðkendum motorum. Teir eru nýggjasta modell við fleiri designbroytingum í mun til fyrra modellið. Bussarnir, sum hava 52 sitipláss, skulu koyra fyri Bygdaleiðir. Eigarar av bussunum eru Joen Petur Langgaard í Søldarfirði, Henry Jarnskor á Strondum og Poulsen & Ludvig í Sumba. PL-stórbilar heldur til á havnarlagnum í Hvalvík við verkstaði, eykalutagoymslu og skrivstovu. Verkstaðurin er útgjørdur við øllum, ið hoyrir einum slíkum verkstaði til sum t.d. testarum og øðrum spesialamboðum. Dentur verður lagdur á góða tænastu. Verkførari er Torleif Nón. Verkstaðurin er ikki einans til Volvo, men eisini til lastbilar og bussar av øðrum merkjum, sigur Rógvi Róin dagligur leiðari í PL-stórbilum. Tríggir nýggir bussar til Bygdaleiðir PL-stórbilar í Hvalvík hevur fingið tríggjar nýggjar Volvo bussar, sum skulu koyra fyri Bygdaleiðir Bíleggið kalendaran nú 2014