Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyri umleið tveimum ár­um síðan fóru Margret Morten­ sen og Sigrun Heldar­skarð, sum báðar eru sjúkr­ar­øk­tar­ frøð­ingar og psykoterapeutar, und­ir at hava sorgarbólk fyri vaks­in. Áðrenn tær fóru í holt við útbúgvingina sum psyko­ tera­peutar, kendust tær ikki, men tær komu at kennast á góðkenda stovni­num, Nord­ isk Institut for Psyko­terapi í Dan­mark, har tær báðar tóku sína útbúgving. Útbúgvingin hjá Margr­ et og Sigrun kallast neuro­ affek­t­iv psykoterapi, sum í stuttum er loysn av traumum í nervalagnum. - Vit hava tikið trý tey fyrstu árini her í Føroyum og kunnu nú arbeiða sum psykoterapeutar, men útbúgvingin heldur fram - nú í Danmark í hálvt triðja ár, harav okkum vantar eitt ár, og kunnu vit vónandi í november næsta ár kalla okkum góðkendar psykoterapeutar. Um tær báðar, sum skipa fyri sorgarbólki fyri vaks­in, er annars at siga, at Sigr­un Heldarskarð gjørdist sjúkra­ røkt­ar­frøðingur í 1991 og tók eftir­útbúgving í lungna­sjúk­ um i 2007. Hon hevur arbeitt á medisinskari deild á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi síðan 1991. Margret Mortensen gjørd­ist útbúgvin sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­ingur í 1983 og tók sein­ni serútbúgvingar innan krabba­mein. Hon arbeiddi á krabbameinsdeildum á Finsens­entrinum í Keyp­ manna­havn í 10 ár og hevur arbeitt á oknologiska am­ bu­la­t­ori­inum á Lands­ sjúk­ra­húsi­num síðan 1994, um­framt tvey ár á Krabba­ meins­felagnum, har hon hevði sorgarbólkar. Tørvur á sorgarbólkum Báðar siga tær, at tørvur er á sorgarbólkum fyri vaksin, har tær eru við til at veita hjálp og stuðul, soleiðis at fólk í kreppu kunnu fyrihalda seg til ta pínu og tær kenslur, sum sorgin kann viðføra. - Málbólkurin er fólk, ið hava mist ein kæran, eitt nú hjún­ar­felaga, sambúgva ella onkr­an, ið stóð serliga nær. Sigrun Heldarskarð og Marg­ret Mortensen vísa á, at mong bera sorg av ymiskum orsøk­um. Talan kann vera um, at fólk hava upplivað sorg, tá tey vóru børn. Hetta kann koma meiri til sjóndar sein­ni, um fólk aftur vera fyri missi. - Talan kann eisini vera um miss, sum er upp­stað­in knappliga, eitt nú av van­ lukku, sjálvmorði, deyðs­falli - ella, tá ein kærur doyr eftir langa sjúkralegu. Tær siga, at í sorgar­bólki­ num fyri vaksin verður tosað um sorgina hjá hvørjum ein­ støk­um og um teir trupul­leik­ ar, sum standast av sorgini. - Fólk hava eisini høvi at tosa við onnur í bólki­num, ið hava verið út fyri líkn­andi sorg og tí kenna trupul­leik­ ar­nar og tær kenslur, sum fylgja við missinum. Í sorgarbólkuri fyri vaks­ in eru millum átta og nígg­ju fólk, og í bólkinum er tagn­að­ ar­skylda. Lívsgleði og vón Sigrun Heldarskarð og Mar­ gret Mortensen vísa á, at endamálið við sorg­ar­bólki­ num er, at hvør einstakur lær­ir at liva víðari við broyttu lívs­korunum og kann finna lívs­gleðina og vónina aftur, sjálvt um sorgin altíð vil vera ein partur av lívinum. Umframt at arbeiða sam­ an í sorgarbólki fyri vaksin, veita tær báðar eisini - hvør í sín­um lagi - terapi, ávikavist í Klaksvík og í Havn, og tá báðar soleiðis arbeiða sjálv­støðugt, arbeiða tær niður­setta tíð á ávikavist Klaks­víkar Sjúkrahúsi og á Lands­sjúkra­húsinum. - Vit arbeiða soleiðis sama­n við sorgarbólki fyri vaks­in, men sjálvstøðugt og hvør í sínum lagi við terapi ann­ars. Sigrun og Margret siga, at tey, sum eru í sorgarbólkinum fyri vaksin, liggja úr umleið 40 árum og upp í eini 80 ár. - Sorgin kann vera hin sama, tó at tú gerst eldri - og eld­ri, tú ert, longri hevur tú oft­ast livað uppat teimum, tú hev­ur mist. Í sorgarbólkinum fyri vaks­in hittast tey umleið trið­ju hvørja viku, og tey savn­ast umleið 10 ferðir, men fólk kunnu saktans halda fram í bólkinum eftir at hava ver­ið saman 10 ferðir. - Hetta er eitt ógvuliga gev­andi arbeiði. Vit geva teim­um, sum eru í bólkinum nak­að - og tey geva so sanni­ liga okkum ein heilan hóp. Í ein­um slíkum bólki er bæði lát­ur og grátur, og okkara mál er, at vit kunnu veita hes­um fólkum hjálp og stuðul, soleiðis at tey kunnu fyri­halda seg til ta sorg, tey bera. Nýggjur sorgarbólkur Sigrun og Margret siga, at tey, sum í dag møta í sorg­ ar­bólkinum, eru nú saman fyri áttandu ferð, og hetta er annar bólkurin, sum tær báð­ ar hava havt saman. - Vit fara undir ein nýggj­ an bólk í januar og fólk, sum kenna seg at hava tørv á at verða við, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okk­um. Fólk, sum ynskja at koma við í bólkin, kun­nu fáa eina innleiðandi sam­røðu við okkum, siga Sigrun Held­ar­ skarð og Margret Mortensen, sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar og psyko­tera­p­eut­ar. Sigrun og Margret hjálpa fólki í sorg - Nógvar orsøkir kunnu vera til, at fólk bera sorg. Talan kann vera um, at fólk hava upplivað sorg, tá tey vóru børn, og talan kann eisini vera um miss, sum er uppstaðin knappliga, eitt nú av vanlukku, sjálvmorði, deyðsfalli - ella, tá ein kærur doyr eftir langa sjúkralegu, siga Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen, sum hava sorgarbólk fyri vaksin Tær hjálpa vaksnum fólki, ið dragast við sorg. – Okkara mál er, at vit kunnu veita hesum fólkum hjálp og stuðul, soleiðis at tey kunnu fyrihalda seg til ta sorg, tey bera, siga Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingar og psykoterapeutar Mynd: Vilmund Jacobsen Hvør ein­stak­ur skal læra at liva víð­ari við broyt­ tu lívs­kor­ unum, og mál­ið er at fin­na lívs­ gleð­ina og vón­ina aftur