týsdagur 29. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað gekk skjótt, tá Tórs
havnar Kommuna 18. mai í
ár boðaði frá, at kommunan
hevði gjørt ein handil við
BankNordik.
Kommunan
keypti
bygningarnar
hjá
BankNordik í Niels Finsens
gøtu
og
høvuðssætið
í
Húsagøtu fyri tilsamans 92
milliónir krónur.
Í
fyrstu
atløgu
flytir
tekniska
umsitingin
hjá
kommununi inn í tvær tær
ovastu hæddirnar í stóra
BankNordik bygninginum í
miðbýnum, meðan kommu
nan yvirtekur restina so við
og við.
Men rokningin steðgar
ikki við tær 92 milliónirnar.
Sosialurin hevur fingið inn
lit í byggiroknskapin fyri tað
umvælingararbeiði, ið fór
ígongd at kalla beinanvegin
eftir at Tórshavnar Kommu
na yvirtók tær báðar ovastu
hæddirnar í Niels Finsens
gøtu 1. juli.
Sambært
byggirokn
skapinum, sum er seinast
dagførdur 28. august, er
rokningin fyri umvælingar
arbeiðið komin upp á seks
milliónir krónur, tá meir
virðisgjaldið er íroknað.
Størsta
partin
eigur
Articon, sum hevur gjørt
umvælingararbeiði
fyri
góðar 3,4 milliónir krónur.
Nema hevur selt skrivstovu
útgerð fyri 828.000 krónur,
LM Electric hevur gjørt el-
arbeiði fyri 750.000 krónur,
Primagólv hevur veitt nýggj
gólv fyri 296.000 krónur og
Bygma Balslev hevur veitt
tilfar fyri 275.000 krónur.
Harafturat kemur ráðgev
ingin. Fyritøkan Kontrast
hevur ráðgivið kommunalu
umsitingini í, hvussu tær
báðar ovastu hæddirnar í
BankNordik
bygninginum
skulu innrættast, og rokning
in fyri tað arbeiðið er 410.000
krónur.
Tí kostar umvælingarar
beiðið skattaborgarunum í
høvuðsstaðnum seks seks
milliónir krónur.
Tá er meirvirðisgjaldið
íroknað. Uttan mvg er kost
naðurin 4,8 milliónir.
Einki útboð
Skjølini í málinum vísa, at
arbeiðið skuldi ganga skjótt
fyri seg. Málið var alla tíðina,
at tekniska umsitingin hjá
kommununi
skuldi
flyta
inn har sum skjótast eftir
summarfrítíðina.
Skjølini avdúka somu
leiðis, at arbeiðið bleiv ikki
bjóðað út eftir vanligum for
skriftum, hóast rokningin tá
avtornaði kom upp í millió
naklassan.
Hinvegin
fekk
arki
tekturin, ið virkaði sum
ráðgevi
kommunurnar
vegna,
víðar
heimildir
frá
tekniska
stjóranum.
Fyritøkan
Kontrast
við
Mayfinn Norðoy og Kára
Dal-Christiansen bað, komm
unurnar vegna, einstakar
fyritøkur um at gera arbeið
ini. Gjøgnumgangandi var,
at arbeiðið skuldi gerast
beinanvegin, tá mitt í summ
ar. Eisini gongur fram av
skjølunum,
at
sonevnda
”industri-ferian” spøkti fyri
framman, og tí var avgerandi
neyðugt at bera skjótt at.
Arkitekturin gjørdi tí av
at biðja Articon um at standa
fyri umvælingini. Fyritøkan
gav eitt tilboð uppá smáar
2,7 milliónir uttan mvg, og tað
var lagt fyri borgarstjóran og
tekniska stjóran, sum báðir
góvu grønt ljós.
Sama gjørdi seg galdandi
við el-arbeiðnum. Har varð
LM Electric biðið um at gera
arbeiðið.
Í samskiftinum millum
ráðgevan og tekniska stjóran
kemur tíðiliga til sjóndar, at
arbeiðið skuldi gerast skjótt.
Somikið skjótt, at handverk
ararnir máttu arbeiða 12 tíma
dagar, eisini á ólavsøku.
Skjølini í málinum av
dúka somuleiðis, at henda
rokningin ongantíð er við
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast fíggjarnevndin hjá
Tórshavnar Býráð átti at
verið staðið, har fíggjarligu
dispositiónirnar hjá kom
mununi vórðu viðgjørdar, so
er tað ikki galdandi í hesum
máli. Tvørturímóti siga fíggj
arnevndarlimir seg einki vita
um umfatandi umvæling
ararbeiðið á triðju og fjórðu
hædd í BankNordik-bygn
inginum í Niels Finsensgøtu
fyrr enn langt aftaná at ar
beiðið var farið ígongd.
Fíggjarnevndin
hevur
heldur ongantíð viðgjørt,
um tað nú eisini er rætt
av kommununi at brúka
seks milliónir krónur til
at innrætta seg av nýggj
um á hesum báðum ovastu
hæddunum. Eftir at hand
verkararnir
vóru
farnir
ígongd í summar, eftirlýsti
Tróndur Sigurdsson, næst
formaður í fíggjarnevndini
hjá Tórshavnar Býráð, at fáa
at vita, hvat gekk fyri seg.
Tað gjørdi hann í samrøðu
við tíðindaportalin in.fo.
Mikudagin í síðstu viku
fingu hann og restina av
fíggjarnevndini hjá Tórs
havnar Býráð eina kunning
frá kommunalu umsitingini.
- Vit fingu í stuttum at vita,
at kommunan hevði brúkt 4,8
milliónir krónur (uttan mvg,
red.) til umvælingararbeiðið
inni í bygninginum, sigur
Tróndur Sigurdsson.
Somu
kunning
fekk
Sjúrður Olsen, fíggjarnevnd
arlimur:
- Eg kann róliga siga, at
man var ikki glaður fyri at
fáa at vita, at hetta var gjørt
uttan um fíggjarnevndina,
sigur Sjúrður Olsen.
Somu
áskoðan
hevur
Annfinn Brekkstein, ið eisini
situr í fíggjarnevndini:
- Tað er alt annað enn
nøktandi, at hetta arbeiðið
fer í gongd uttan um polit
isku skipanina, sigur Ann
finn Brekkstein.
Fíggingin
Sambært tí kunning, sum
fíggjarnevndin fekk frá um
sitingini
hjá
Tórshavnar
Kommunu, verða pengarnir
til at innrætta triðju og
fjórðu hædd av BankNordik
bygninginum tiknir av tí
játtan, sum er sett av til at
viðlíkahalda bygningar hjá
Tórshavnar Kommunu.
- Tað merkir alt annað líka,
at onnur umvælingararbeiði,
sum skuldu verið gjørd í ár,
verða ikki gjørd kortini. Men
vit fingu ikki at vita, hvørji
arbeiði ikki verða gjørd, tá
pengarnir nú eru brúktir til
BankNordik bygningin, sigur
Sjúrður Olsen.
- Jú, hetta eru sera nógvir
pengar, staðfestir Tróndur
Sigurdsson,
sum
hóast
hann er næstformaður í
fíggjarnevndini,
hvørki
hevur viðgjørt, samtykt ella
enntá kendi upphæddina,
ið skattagjaldarin í høvuðs
staðnum skal rinda fyri
arbeiðið.
- Nei, kostnaðin fyri at
innrætta seg av nýggjum á
hesum báðum hæddunum
fingu vit ikki at vita, tá
býráðið viðgjørdi og sam
tykti at keypa bygningin, sig
ur Tróndur Sigurdsson.
Hóast hann var við til at
samtykkja at at keypa bygn
ingin, so er býráðslimurin hjá
Sambandsflokkinum fortør
naður inn á hesa eykarokning:
- Tá vit samtyktu at key
pa bygningarnar, fingu vit
at vita frá umsitingini, at
bygningarnir vóru klárir at
flyta inn í, sigur Annfinn
Brekkstein.
Og Sjúrður Olsen úr Fólka
flokkinum hevur somu fatan:
- Vit fingu greitt at vita, tá
vit keyptu bankan, at hann
var klárur at flyta inn í.
Síðani hava vit als ikki verið
inni í málinum politiskt. Tað
stutta av tí langa er, at eing
in veit nakað um hetta fyrr
enn nú, og tað er als ikki
nøktandi, sigur Sjúrður Ol
sen.
Eingin útbjóðing
Tað fellur teimum trimum
fígg jarnevndarlimunum
fyri bróstið, at arbeiðið ikki
so mikið sum er bjóðað út.
Í samrøðu við in.fo í
summar
segði
Tróndur
Sigurdsson seg bara ganga út
frá, at arbeiðið var bjóðað út.
Í dag má hann bara staðfesta,
at tað varð tað ikki.
Umvæla fyri
seks milliónir
Kommunala fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu hevur innrættað
sær hølini á tveimum teimum ovastu hæddunum í bygninginum
hjá BankNordik í miðbýnum í Havn. Býráðspolitikarar standa sum
kánus, nú rokningin er komin upp á seks milliónir krónur
Fíggjarnevndarlimir vita einki
Hóast talan er um rokningar fyri seks milliónir krónur, so hava sjálvt býráðspolitikarar
í fíggjarnevndini hjá kommununi onga hóming av rokningini. – Hetta skal ongantíð
henda aftur, sigur Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini
Fotografurin hjá
Miðlahúsinum slapp
ikki inn í nýggju
skrivstovuhølini at taka
myndir. Men soleiðis
sær út innan eftir
umvælingararbeiðið
í Niels Finsensgøtu,
sambært mynd frá
Tórshavnar Kommunu