Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 92 - 15. mai 2004 Nr. 92 - 15. mai 2004 3 Í Skúlanum við Norð- skála-Oyrar, hava børnini havt evnis- viku um list, og nú er møguleiki at síggja, hvat er komið burtur- úr BARNALIST Tíðindaskriv Norðskála-Oyrar skúli hevur havt evnisviku um list. Børn úr øllum flokkum hava teknað, málað, yrkt og sungið. Yrkingar hjá Alex- ander Kristiansen hava verið brúktar sum evni til máliningarnar og rithøv- undurin hevur verið og vitja í skúlanum og lagt næmingunum lag á. Jón Magnus Joensen, lærari í Tjørnuvík, hevur lagt næmingunum lag á at tekna og mála. Harafturat hava næmingarnir lisið og sungið yrkingar hjá Alex- ander Kristiansen og lisið tekstir hjá øðrum rithøv- undum. Mánakvøldið tann 17. mai klokkan 20 skipar Sunda Bókasavn fyri al- mennum fyrilestrum um barnalist og fyri framsýn- ing av listaverkum í Skál- anum í Norðskála-Oyrar skúla. Alexander Kristiansen fer at hugleiða um at yrkja til børn og um yrkingar hjá børnum og Bárður Jákup- sson fer at hugleiða um at tekna til børn og um tekn- ingar hjá børnum. Myndir og yrkingar hjá børnum úr Norðskála - Oyrar skúla hanga uppi og børnini fara at syngja og spæla burtur úr tí, tey hava arbeitt við hesa vikuna. Jú, tað var tann tíð, tá appelsinirnar rullaðu… T.v.s. at vit sum hálvvaks- nir fingu eina appelsin í part, hvørja ferð ein nýggj- ur línubátur stevndi inn um Klakk. Teir komu í kjalar- vørrinum á hvørjum øðr- um, og Klaksvíkar Horn- orkestur hevði úr at gera: Her tosi eg um 60’ini, tá Kjølbro og Hans Erik Olsen kappaðust um at keypa skip og at menna Klaksvíkina. Línubáturin Psion er sera snøggur og ikki til at kenna aftur, nú hann er so nógv umbygdur. Pison er bygdur í Søvik, Noreg í 1961. Umbygdur í 2003. Um onkur lesari ynskir at ogna sær tekning, kann hann venda sær til Jógvan Háfjall, tlf. 310345. Barnalist á Sunda Bókasavni Pison – KG 476 Aftur í ár verður Norðurlendski Ment- anargrunnurin ein høvuðsstuðul undir G! Festivalinum og allarhelst størsti stuðulin eins og í 2003. NKF letur nevniliga 200.000 kr til tiltakið sum verður dagarnar 16. og 17. juli G-FESTIVALUR Hetta varð samtykt á fundi í grunninum 11. mai. og stendur at lesa á heima- síðuni hjá NKF. G! Festival 2004 leggur eins og í fjør stóran dent á ta norðurlendsku umboðan- ina við listarfólkum og bólkum úr flestu norður- londum. Ein treyt fyri at Norðurlendski Mentanar- grunnurin veitur stuðul er at minst 3 norðurlond eru umboðað á tiltakinum. Á G! Festival í ár eru nøvn úr Svøríki, Danmark, Noregi, Finnlandi og væntandi eisini Íslandi, umframt Onglandi og USA. G! Festival tekur hetta sum eina álitisváttan, og sum eitt tekin um, at tað arbeiði, sum bleiv gjørt í fjør, hevur skapt álit í norðurlendskum høpi. Tað er nevniliga ikki vanligt at NKF stuðlar einum tiltaki í fleiri ár á rað. Umframt at vera ein stór álitisváttan til G! Festival er stuðulin frá Nordisk Kulturfond eisini eitt týðandi íkast til fígg- ingina av tiltakinum. el Nordisk Kulturfond letur 200.000 kr til G! Festivalin Árliga Pop-Top kapp- ingin millum ungar tónleikarar verður hildin í Grasagarði í Havn leygardagin TÓNLEIKAKAPPING tíðindaskriv Leygardagin 15. mai kl. 15.00 spæla orkestur og solistar, sum hava vant allan veturin í Skansastovu, Margarinfabrikkini og aðrastaðni, til ta árligu Pop- top kappingina, sum eins og undanfarin ár er skipað í samarbeiði við Mjólkavirki Búnaðamanna. Orkestrini eru: Paradox, Toxic, Jákup Eli Joensen, The Story Ends o. fl. o. Konsertin bjóðar fram eina ørgrynnu av góðum tónleiki. Orkestrini umboða eitt breitt øki av tí rútmiska tónleikinum. Her er blues, rock, heavy metal og friðar- ligar balladur, og fleiri ókend stílsløg. Eins og hini árini hava fleiri bólkar verið ídnir til at skriva egin løg og egnar tekstir, sum eisini eru eitt eyðkenni fyri bólkar, ið hava nógva orku og góðan vilja at koma fram. Tað verður ikki lætt at finna vinnaran í POP-TOP kappingini í ár, tí bólkarnir eru sera javnir og spæla sera væl. Sum eina eyka gularót, sleppur vinnarin at framføra á ólavsøkukon- sertini, og hetta málið í sjálvum sær man vera ein risa-stór avbjóðing hjá ungu tónleikarunum. Síðani 1988 hevur Pop- Top konsertin verið eitt forum, har ungir tónleikar- ar hava havt møguleika at royna seg yvir fyri einum stórum áhoyraraskara. Ikki so fá av orkestrunum og tónleikarunum, sum hava spælt á POP-TOP konsert- ini, hava vit sæð á Ólav- søku-konsertini og millum tey bestu til Prix Føroyar, t.d. Mark no Limints, Clickhaze, Tangz, Teiur Lassen og Brandur Enni. Uppgávuna at velja vinn- aran hava tríggir dómarar, sum allir hava drúgvar royndir innan rútmiskan tónleik, og tá kappingar- luttakararnir eru lidnir at spæla, undirheldur sangarin og gittar-leikarin Ronnie Poulsen, meðan øll bíða eftir avgerðini hjá dómar- unum. Felagið Tónaungdómur, sum skipar fyri øllum til- takinum, fer í ár á mangan hátt at royna at lyfta kon- sertina upp á eitt hægri støði. T.d. verða ljóðviður- skiftini og pallurin betri, og sjálv konsertin verður tvinnað saman av frásøgu- manninum Eyðfinni Steen- sen. Harafturat verður ein sølubásur á staðnum, har áhoyrararnir kunnu keypa okkurt at leska seg við. Eftir ynski frá lands- stýrismanninum heldur sitandi nevnd- in áfram JAVNSTØÐUNEVND tíðindaskriv Javnstøðunevndin skal til- nevnast eftir løgtingsval. Hetta er uppgávan hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm. Eftir ynski frá landsstýr- ismanninum heldur sitandi nevndin áfram. Orsøkin til hetta er, at Javnstøðu- nevndin higartil bert hevur havt hálvtannað ár at virka í. Fyri at skapa framhald í javnstøðuarbeiðinum skal nevndin hava møguleika at halda fram við sínum a- rbeiði. Forkvinnan í Javnstøðu- nevndini er Annika W. Joensen. Hon vil fegin átaka sær sessin sum for- kvinna í enn eitt valskeið, og Hans Pauli Strøm er fullvísur í, at Annika við sínum eyðsædda áhuga fyri javnstøðuspurninginum eisini frameftir fer at røkja sessin til fulnar. – Javnstøða tykist nú av álvara at vera komin á dagskránna, og tað er millum øðrum Javnstøðu- nevndini fyri at takka. Vit minnast ta einastandandi áhugaverdu ráðstevnuna um javnstøðu, sum var í Norðurlandahúsinum mánadagin. Tað var Javn- støðunevndin, sum við forkvinnuni á odda, tók stig til hetta frálíka tiltak, sigur Hans Pauli Strøm. Forkvinnan er umboðið hjá landsstýrismanninum í javnstøðunevndini. Hinir 4 limirnir verða valdir eftir tilmæli frá arbeiðstakar- unum, arbeiðsgevarunum, Kvinnufelagasamskipan Føroya og Mentamála- ráðnum. Hesir limirnir eru Jan Mortensen, sum um- boðar arbeiðsgevararnar, Jákup Páll Mohr Morten- sen, sum umboðar arbeiðs- takararnar, Jancy E. Olsen, sum umboðar Kvinnu- samskipan Føroya, og Hanna Ziskason Hansen, sum umboðar Mentamála- ráðið. Uppgávurnar hjá Javn- støðunevndini eru at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og ein- staklingum í javnstøðu- spurningum, og at hava eftirlit við, at javn- støðulógin verður hildin. Tað yvirskipaða enda- málið við javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, og at veita kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgv- ing, arbeiði, umframt yrkis- liga og mentanarliga menn- ing. Ungir tónleikarar í Grasagarði Javnstøðunevndin heldur áfram Toxic er ein av bólkunum, sum fara at taka lut í Pop-Top kappingini, sum verður hildin leygardagin C M Y K 3 2