Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 92 - 15. mai 2004 Nr. 92 - 15. mai 2004 5 Hesa vikuna hava Norðskála/Oyra skúli á Oyrarbakka og Tjørnuvíkar skúli lagt saman. Hetta er aðru ferð hetta skúlaárið, at skúlarnir leggja saman í eina viku við serligum evni. Hesa- ferð er evnið Alex- andur Kristiansen. Næmingar fáa serligt innlit í skaldaheimin hjá Alexanduri, sum eisini vitjar skúlan. Um vikuskiftið verð- ur framsýning við tí, næmingarnir hava gjørt og mánakvøld- ið, 17. mai kl. 20.00, skiparSunda bóka- savn fyri kvøldsetu. Alexandur Kristian- sen fer at greiða frá um skaldaverk sítt, yrkingar og týðingar, og Bárður Jákupsson, sum hevur myndprýtt bókina Grísaflísa- Pætur, tosar um tað at tekna til børn og um tekningar hjá børn- um EVNISVIKA/ FRAMSÝNING Sjóðandi lív er um allan skúlan. Í bólkum við 3 - 5 næmingum royna næming- arnir at fáa tað at ríma, og tað eydnast hjá teimum flestu. Øll møtast aftur í Skálanum, lesa sínar yrk- ingar, fáa viðurkennandi viðmerkingar frá Alexand- uri, og so er tíðin komin at takka fyri seg og biðja farvæl. Tjørnuvíksbørn skunda sær til bussin, og hini hvørva so líðandi. Alt gongur sera friðarliga fyri seg. Næmingarnir eru mett- ir av upplivingum, og nú er gott at sleppa út í ta frísku luftina. Spyrt tú onkran av næm- ingunum, hvat var best í dag, siga tey, at alt var gott, men at torførast var at mála á lørift og at fáa rímið at sita - men stuttligt var tað. Tjørnuvíkar skúli og Norðskála/Oyrar skúli hava lagt saman hesa vikuna. Hetta er aðru ferð í hesum skúlaárinum. Til jólar vóru skúlarnir saman um at fyrireika jólini, úrslitið var eitt stórfingið jólahald, ið var sýnt fleiri ferðir og í báðum bygdum. Hesaferð hava skúlarnir sett hvør øðrum stevnu fyri at fáa innlit í skaldaheimin hjá Alexanduri Kristiansen. Sum kunnugt hevur Alex- andur yrkt nógv til børn, fleiri av yrkingarsøvnunum eru komin út við nótum og á fløgu. Ymiskir teknarar hava myndprýtt og hava harvið sett sín serliga dám á útgávunar. Alexandur er vorðin fólkaogn, ella kanska rættari barnaogn, og næmingarnir halda seg eiga í honum og vildu fegin, at hann kom aftur í morgin, so hann kundi lisið meira úr nýggjasta yrkingarsavni sínum, sum fer at koma út í oktober. Tímatalvan er sett til viks, og tey 60 børnini hava verið virkin frá morgun- stundini. Byrjað verður við morgunsangi í Skálanum. Hesa vikuna syngja vit : Av einglamunni komu boð, sum Alexandur hevur yrkt. Síðan lesa øll í einar 20 minuttir. 60 børn lið um lið, ikki eitt kis. Síðan varð farið í flokk- arnar, greitt varð frá um Alexandur Kristiansen, um yrkingarsøvnini, og yrk- ingar vóru lisnar. Tá ið tímin var liðugur var langt fríkorter. So var tíðin kom- in til sangløtuna í Skál- anum. Vit sungu sangir hjá Alexanduri, bæði kendar og ókendar. Eisini royna vit at fáa rapp-sangin at rigga. Aftaná matarsteðgin og langa fríkorterið verður aftur farið í flokkarnar, nú velur hvør næmingur sær Evnisvika um Alexandur Kristiansen á Oyrarbakka Ein av uppgávunum var, at næmingarnir skuldu velja sær eina yrking hjá Alexanduri og tekna hana Tímatalvan á skúlanum er sett til viks, og tey 60 børnini hava verið virkin frá morgunstundini. Við eldhuga hava tey roynt at sett saman orð til yrkingar og litir til myndir Alexandur er vorðin fólkaogn, ella kanska rættari barnaogn, og næmingarnir halda seg eiga í honum og vildu fegin, at hann kom aftur í morgin, so hann kundi lisið meira úr nýggjasta yrkingarsavni sínum, sum fer at koma út í oktober. Framhald á s. 16 Tað, sum løgtingið samtykti hósdagin, fer at fáa stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, sum eigur jørð, ella sum festa jørð LANDBÚNAÐUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin At taka landbúnað upp á tungu í Føroyum, er sum at festa í fjús. Tað hevur ongin ásannað betri enn Bjarni Djurholm, landstýrismaður í landbúnaðarmálum. Í fleiri ár hevur hann roynt at broyta jarðarlóg- gávurnar, men tað hevur gingið ómetaliga strilti. Men nú royndi hann aftur og hesuferð eydnaðist. Hósdagin samtytki løgting- ið einmælt týðandi broyt- ingar í jarðarlóggávunum. Og tað eru tey, sum enntá meta, at hetta var einki minni enn ein stórsigur hjá landsstýrismanninum. So stór orð vil lands-stýr- ismaðurin ikki sjálvur brúka, men hann er ómeta- liga fegin um, at tað loksins eydnaðist at broyta lógirn- ar. Tað, sum løgtingið sam- tykti hósdagin, var at broyta bæði lógina um landsjørð og lógina um búnaðargrunn. Nú løgtingið hevur broytt lógina um landbúnaðarjørð er tað greitt, at jarðarráðið fer í søguna. – Lógin um landsjørð er ein leivd frá 1937, áðrenn vit fingu heimastýrið. Men støðan hevur verið tann, at øll hesi seinastu árini, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur havt ábyrgdina av landsjørðini, men tað er jarðarráðið, sum hevur havt myndugleikan – Tað hevur verið ein stórur trupulleiki at ábyrgd og myndugleiki ikki hava fylgst at. Men nú hevur løg- tingið samtykt, at ábyrgd og myndugleiki fylgjast at og tað er eitt stórt framstig. Samstundis bera broyting- arnar í sær, at nú kunnu bøndur leggja raksturin av festinum í eitt partafelag. – Sostatt fáa teir somu skattligu og aðrar fyrimun- ir, sum partafelagslógin ásetir og tað skuldi givið teimum nógv betri møgu- leikar sum sjálvstøðugt vinnurekandi og at rikið festi á vinnuligum grundar- lagi. Hann leggur afturat, at tað ber ikki til at leggja sjálvt festi í partafelag, tí tað er ogn hjá landinum. Bjarni Djurholm sigur, at eftir teimum broytingum, sum Løgtingið nú hevur samtykt, fer tað at bera til at avskriva skuld hjá festar- um. – Jarðargrunnurin hevur einar 50 milliónir útistand- andi, sum í veruleikanum eru avskrivaðar, tí ongin møguleiki er at fáa pening- in innaftur. Men tað er ikki heimild til at strika skuld- ina og í fleiri ár hevur Landsgrannskoðarin víst á, at hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag. Tað er tað nú! Tað, sum løgtingið hevur givið landsstýrismannin heimild til, er at fyrireika saneringina. Ta ið tað er klárt, skal málið aftur fyri løgtingið fyri at fáa enda- ligu heimildina til saner- ingina. Bjarni Djurholm er sann- førdur um, at fyri at veru- liga gongd á eina menning av landbúnaðinum, er tað ein heilt avgjørt fortreyt, at skuldarspurningurin verður endaliga avgreiddur. Nú kunnu vit koma víðari Men Bjarni Djurholm sig- ur, at tað, sum nú er hent, er ikki meiri enn sjálvt byrj- anin. – Tað, sum hendi í løg- tinginum hósdagin, er bara tað, at nú er spónurin settur í jørðina, kunnu vit siga. Samtyktirnar í løgtinginum bera í sær, at nú liggja bæði ábyrgd og myndugleiki á búnaðarøkinum hjá lands- stýrismanninum og sostatt ber loksins til at leggja ein landbúnaðarpolitikk til rættis, soleiðis sum skift- andi løgting vilja tað og tað er eitt veldugt framstig í royndunum at menna land- búnaðirn, sigur landsstýris- maðurin. Og Bjarni Djurholm sig- ur, at tað er avrátt í sam- gonguni, at nú skal hann fara eitt stig víðari. Hann fer nú at taka øll tey mongu álitini, sum eru skrivað um landbúnaðin seinastu nógvu árini fram- aftur. Og hann leggur afturat, at øll tey mongu álitini, sum eru skrivað, eru eitt gott grundarlag at byggja á, tá ið framtíðar búnaðarpolit- ikkurin skal stingast út í kortið. Næsta stigið verður at seta eina nevnd við umboð- um fyri landsstýrið, bónda- felagið, Óðalsfelagið og kanska onnur við, til at stinga framtíðar landbún- aðarpolitikkin út í kortið og til at gera uppskot um, hvussu landbúnaðurin skal skipast. Men hann ætlar sær eisini at seta ein politiskan fylgibólk við einum um- boði úr hvørjum flokki, so at hann alla tíðina hevur vissu fyri at hann fær undir- tøku fyri tí, sum hendan nevndin stingur út í kortið, so at arbeiðið ikki enn eina- ferð verður til onga nyttu. Hann væntar, at hetta ar- beiðið fer at taka tað mesta av einum ári. Fyrimunir og vansar við at selja festi Arbeiðssetningurin hjá nevndini er ikki skrivaður enn og hann er heldur ikki avtalaður í samgonguni. Men landsstýrismaðurin sær fyri sær, at ein uppgáva hjá nevndini verður at lýsa metingar um fyrimunir og vansar við at selja tey smæstu festini, so at smá- festarar og traðarfólk kunnu fáa møguleika at keypa síni brúk. Í øðrum lagi heldur hann, at fyri- munir og vansar við at selja tey stóru festini, eigur eis- ini at verða lýstur. – Eg síggi fyri mær, at tað verður neyðugt at geva festum møguleika fyri at keypa festini. Men hann leggur afturat, at hetta er fyri hansara egnu rokning, tí tann spurningur- in er ikki viðgjørdur í nevndini. Í øllum førum heldur hann, at tað verður neyðugt at taka spurningin um ogn- arviðurskiftini upp, tí hann heldur, at spurningurin um ábyrgd og skyldur hjá tí einstaka bóndanum, er neyvt tengt at ognarviður- skiftunum. Eigur bóndin festi, kann hann seta tað í pant og klárar hann ikki sínar skyldur, fer hann á heysin og kann missa festi, eins og øll onnur vinnurek- andi og tað er ikki galdandi í dag Hann heldur á heimasíðu síni at tað er eisini neyðugt at kanna skipanir, sum geva møguleika fyri skilnað ímillum áhugabrúk og vinnubrúk og at skapa um- støður fyri, at varðveita og menna landbúnaðin á út- oyggj og harímillum kanna møguleikar fyri alternativ- um landbúnaði á smá- plássum. Somuleiðis kann hugsast, at nevndin fær til uppgávu at gera metingar um, antin tað kann verða til gagns fyri samfelagið at skapa karmar fyri stórrakstrar- gørðum í miðstaðarøkin- um, til t.d. bíliga mjólka- framleiðslu, sum skal kunna bera seg uttan stuðul frá tí almenna. Men samstundis heldur hann, at nevndin eisini skal kanna møguligar karmar fyri áhuga-landbúnaði á plássum, har ongin vinnu- ligur landbúnaður er, og har møguleikarnir ikki eru upplagdir at hava vinnulig- an landbúnað. Og harafturat sær hann fyri sær, at uppgávan hjá nevndini verður at kanna, hvørjar tillagingar tað er neyðugt at gera í matrikul- lógina fyri at leggja upp fyri broytingum, sum eru nevndar frammanfyri. Loysti seg hjá Bjarna Djurholm at hava tol Í hesum døgum er um- stríddi norðmaðurin, Ludvig Nessa í Føroy- um. Tað er felagsskapurin Føroya Pro Vitae, sum hevur fingið hann henda- vegin. Pro Vitae hevur árs- fund í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag klokk- an 14 og tá fer hann at halda almennan fyrilest- ur um fosturtøku. Í annaðkvøld, sunnu- kvøldið, klokkan 18. fer hann at tala á felagsfundi í Christianskirkjuni í Klaksvík. Ludvig Nessa er kend- ur fyri sítt áhaldandi stríð fyri ófødda barninum og framferðin hjá honum hevur verið so umstrídd, at í 1991 varð hann koyrdur úr almenna prestaembæti sínum í Noregi. Hetta er aðru ferð at Ludvig Nessa heldur fyrilestur hjá Pro Vita í Føroyum. Umstríddur norðmaður til Føroya at tosa um fosturtøku – Tað eru tey sum meta, at tað, sum hendi í tinginum hósdagin, var onki minni enn ein stórsigur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann C M Y K 5 4