leygardagur 15. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 92 - 15. mai 2004
Nr. 92 - 15. mai 2004
7
– Tá ið grótkastið,
sum nú er lagt vestur
úr verandi pieri, er
liðugt um ein mánaða
ella so, er ætlanin at
byrja uppá grótkastið,
sum leggjast skal út úr
Kirkjutanganum,
sigur Jógvan Thom-
sen, bygdarráðs-
formaður í Nólsoy
HAVNABYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Havnaútbyggingin í Nólsoy
gongur sína gongd, og nú er
tann fyrri parturin av
arbeiðinum skjótt liðugur.
Síðan í fjør heyst hevur
RTS, Runavíkar Transport
Service, arbeitt við at
leingja verandi grótkast á
Nólsoyarvík við 80 metrum
vestureftir.
Hetta arbeiði, sum kostar
slakar 4 miljónir krónur, er
nú um at verða liðugt.
Stór uppgáva
Jógvan Thomsen, bygdar-
ráðsformaður í Nólsoy,
sigur, at ein stór uppgáva í
hesum arbeiði hevur verið
at loyst og flotað kistuna
ella tunnuna, sum lá við
endan av gamla pierinum.
– Men eg haldi ikki, vit
kunnu siga, at hetta arbeiði
hevur gingið so galið, tí
hetta er ikki nøkur smá-
vegis uppgáva at fara undir.
Jógvan vísir á, at í fyrsta
lagi varð tilfar tikið upp úr
kistuni, men kortini vísti
tað seg, at tann parturin,
sum lá niðast í botninum,
var nógv tyngri, enn roknað
varð við. Haraftrat kemur,
at eitt spjell var í síðuni á
kistuni, sum ikki er við á
upprunaligu
tekningini.
Her lak sjógvur inn, og
neyðugt var at tetta holið.
– Eg haldi, tað tók ar-
beiðsmonnunum
umleið
eina viku at flota kistuna,
og tá ið hon flotnaði, gekk
alt friðarliga fyri seg.
Hann sigur, at ein tílík
kista vigar eini 560 tons, tá
ið hon er tóm og meira enn
2000 tons, tá ið hon er fylt
við gróttilfari.
Grótið, sum brúkt er til
nýggja pierin, er sprongt og
koyrt oman úr Skálanum,
tey rópa. Tað var eisini her,
grótið kom, sum í sínari tíð
varð brúkt til gamla grót-
kastið, ið nú hevur ligið á
Nólsoyarvík í mong ár.
Tryggari havn
Málið hjá nólsoyingum
hevur leingi verið at fáa
eina tryggari og betri havn,
og dreymurin hevur alla
tíðina verið at leingja ver-
andi grótkast og leggja eitt
nýtt grótkast úr úr Kirkju-
tanganum.
Jógvan sigur, at tá ið
grótkastið, sum nú er lagt
vestur úr verandi pieri, er
ætlanin at byrja uppá grót-
kastið, sum leggjast skal út
úr Kirkjutanganum.
–
Sambært
ætlanini,
verður gloppið í sjálvari
innsiglingini 45 metrar,
men ynskir eru frammi um,
at gloppið verður nakað
størri, kanska stívliga 50
metrar. Hetta fara vit at
taka upp á fundi, og tá
verður støða tikin til,
hvussu langt verður ímill-
um endarnar báðar.
Jógvan sigur, at grót-
kastið, sum verður lagt út
úr Kirkjutanganum, verður
einar 50 metrar langt – alt
eftir, hvussu stórt gloppið
millum endarnar verður.
Spurdur,
um
ætlanin
eisini er at hava eina kistu
við endan av norðrara pier-
inum, sigur hann:
- Jú, tað er ætlanin, tí
hetta økir nógv um trygg-
leikan, tá ið siglt verður inn
og út úr havnini. Tað hevur
stóran týdning, at skipini
vita, at djúpt er niðurfyri,
og tað verður tað, um kista
liggur við báðar endarnar.
Jógvan sigur, at ein
betongkista, sum tann, ið
liggur við nýggja pierin,
var kostnaðarmikil í sínari
tíð, men hann væntar ikki,
at kistan við norðrara pierin
verður líka stór sum hin
gamla.
– Eg vænti tískil, at vit
kunnu fáa eina kistu við
norðrara enda fyri einar
500-600.000 krónur, sigur
bygdarráðsformaðurin,
Jógvan Thomsen, at enda.
Grótkast úr
Kirkju-
tanganum
Tað letur til, at áhug-
in fyri skúlastýrisval-
unum kring landið er
ómetaliga lítil. Einans
seks foreldur møttu
upp til fundin á
Kommunuskúlanum í
Havn og átta í skúl-
anum á Ziskatrøð í
Klaksvík
SKÚLASÝRISVAL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Skúlastýrisvalið verður 25.
mai og allir skúlarnir hava
nú havt uppstillingarfundir.
Ella tað vil siga allir teir
skúlarnir, har fólk møttu
upp.
Sum Sosialurin skilir so
var eitt nú ongin fundur á
Eysturskúlanum í Havn
vegna onga uppmøting. Og
aðrir skúlar, sum vit hava
tosað við , boða allir frá
sera lítlari undirtøku.
Á skúlanum á Ziskatrøð í
Klaksvík vóru einans átta
foreldur til fundin. Tað
ganga gott 400 næmingar á
skúlanum.
Asbjørn
Lómaklett
skúlastjóri, sigur seg ikki
vita, hvør orsøkin fyri lítla
áhuganum er. Men hann
vónar, at fleiri valevni fara
at vísa seg, so at sleppast
kann undan tí mannagond,
har valnevndin fer inn og
velur foreldur í stýrið.
– Tá kunnu foreldrini
ikki sleppa sær undan, men
tað er absolutt ikki tann
besti hátturin, sigur As-
bjørn Lómaklett.
Um 140 foreldur hava
skrásett seg til skúlastýris-
valið í skúlanum á Ziska-
trøð. Eisini í skúlanum við
Ósánna var lítil uppmøting
til
uppstillingarfundin.
Símun Petur Hjelm, skúla-
stjóri, sigur, at tey hava
fingið fimm valevni á tveir
listar, men hann vónar, at
tað koma fleiri.
Á
felagsskúlanum
á
Oyrabakka og í Tórshavnar
kommunu skúla er støðan
ikki øðrvísi. Sera lítil upp-
møting til fundirnar, men
báðir skúlastjórarnir eru tó
bjartskygdir um sjálvt valið
kortini.
Skúlastjórin á Oyrabakka
setur fyrst og fremst spurn-
artekin við endamálið við
einum tílíkum uppstill-
ingarfundi, og tað sama ger
skúlastjórin í Kommunu-
skúlanum.
– Foreldrini hava fingið
bræv sendandi, og tað sum
fyriferst á uppstillingar-
fundinum er snøgt sagt ein
endurtøka
av
tí,
sum
stendur í brævinum, sigur
skúlastjórin í Kommunu-
skúlanum.
Á Oyrabakka eru góð 40
% av foreldrunum nú skrá-
sett, og tað koma alsamt
fleiri inn. Í Kommunuskúl-
anum eru um 150 av teim-
um knapt 600 skrásett, og
Hanus Joensen væntar enn
fleiri.
– Foreldur skráseta seg
leypandi, so tað fer nokk at
verða á einari leið, tá
freistin er endaliga úti,
væntar Hanus.
Felags fyri allar skúlarnar
er ein munandi afturgongd í
undirtøkuni fyri valinum,
sum nú sær út. Men freistin
fyri at skráseta seg og fyri
at vallistarnir skulu verða
inni er 18. mai. Sjálvt valið
verður tann 25. mai.
Sera lítil undirtøka á uppstillingarfundunum
Tað hevur eydnast at loysa
kistuna, sum nú liggur við
flakavirkisbryggjuna. Tóm
vigar hon eini 560 tons
Her verður hon sleipað útaftur og skal leggjast við nýggja pier-
endan
Kistan er komin útaftur at liggja. Børn í Nólsoy fylgja
gongdini við stórum áhuga
Her sæst, hvussu velduga stór ein slík kista er. Tá ið hon er fylt
og aftur liggur við botnin, vigar hon góð 2000 tons
Nú trúgvi eg, at teir
flestu landsstýris-
mennirnir kunnu liva
við tí, sum teir hava
fingið. Tað sigur
Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri,
eftir at fíggjarlógin
fyri 2004 varð sam-
tykt á Føroya Løg-
tingi hósdagin. Men
hann sigur eisini, at
hann dugir illa at
síggja, at mann kann
strekkja seg longur
FÍGGJARLÓG
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Nógv stríð hevur verið um
fíggjarlógaruppskotið,
síðani Anfinn Kallsberg og
figgjarnevndin legði fram
álit um broytingar í fíggj-
arlógaruppskotinum
hjá
Bárði Nielsen og Føroya
Landsstýri. Tá
fíggjar-
nevndin kunngjørdi sítt álit
tann 5. mai, vóru 94 milli-
ónir krónur skornar av
fíggjarlógini. Mest sum øll
øki høvdu fingið lægri
játtan.
Men millum aðru og
triðju viðgerð hendu nógv
ting. Fíggjarnevndin tóktist
at bakka eitt sindur fyri
trýsti úr Tinganesi. Men
hóast trýst frá Landsstýrin-
um, so stóð Anfinn Kalls-
berg stinnnur. Ikki fleiri
enn 21 milliónir av teimum
94 milliónunum eru komn-
ar innaftur.
Tað varð skorið 29 milli-
ónir í rakstri, og góðar 6
milliónir vórðu skornar í
íløgum. Nýggja inntøku-
metingin er 38 milliónir, og
tískil verður hallið á sam-
tyktu fíggjarlógini 203
milliónir krónur.
Spurdur um hann er
nøgdur við úrslitið, sigur
Bárður Nielsen, at tað er
týdningarmikið at fáa javn-
vág í.
– Eg meti tað vera neyð-
ugt at arbeiða fram ímóti at
fáa eina javnvág í. Soleiðis
sum niðurgongdin í inntøk-
unum vísir seg at verða
framvegis, í mun til í fjør,
so dugi eg illa at síggja at
mann upp á so stutta tíð
hevur møguleika til at fáa
javnvág,
sigur
Bárður
Nielsen.
Øll ráðini hava fingið
eina lægri játtan til rakstur
og fyrisiting. Skerjingarnar
til fyrisiting lógu millum
hálva og 1,5 millión í
hvørjum ráði. Harumframt
er skorið yvir ein breiðan
kamb á øllum økjum.
Landsstýrismennirnir
hava drigið 21 milliónir inn
aftur, og tað mesta er farið
til Hans Paula Strøm og
almanna- og heilsumála-
ráðið, sum fekk fleiri enn
13 av teimum 21 millión-
unum, sum komu upp á
aftur. Næstur honum er
Jógvan á Lakjuni og menta-
málaráðið, sum tilsamans
fekk umleið 6 milliónir
innaftur í mun til sparing-
arnar hjá Anfinni Kallsberg
og fíggjarnevndini.
Vinnumál tóktust ongan
góðan hava í Løgtinginum
hósdagin, og fekk Bjarni
Djurholm bert 1,3 milliónir
innaftur, sum merkir, at eitt
nú Menningarstovan verður
fyri skerjingum (sí aðra-
staðni í blaðnum).
– Økini, sum eru komin
upp á aftur, er tað, sum
landsstýrismennirnir meta
seg absolut hava brúk fyri,
sigur Bárður Nielsen.
– Eg dugi illa at síggja,
at mann kann strekkja seg
longur, eisini grundað á, at
tað er komið so langt út á
árið,
sigur
landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
at enda.
Tær størstu játtanirnar,
sum komu upp á aftur
við triðju viðgerð, var
fólkaskúlin, sum fekk 2,5
milliónir.
Miðnámsút-
búgvingarnar fingu 1,6
millión upp á aftur, og
Fróðskaparsetrið fekk 1
millión upp á aftur.
Mentamálaráðið
fekk
tilsamans yvir 6 milliónir
upp á aftur.
Landssjúkrahúsið fekk
3 milliónir, eftir at fíggj-
arnevndin eisini hevði
skorið har. Tískil er ong-
in skerjing í landssjúkra-
húsinum í mun til upp-
runaliga uppskotið hjá
Bárði Nielsen og Føroya
Landsstýri.
Serforsorgin fekk 3,5
milliónir afturat í mun til
ætlaðu sparingarnar hjá
fíggjarnevndini.
Eldrarøktin: Fíggjar-
nevndin mældi til at
spara 6 milliónir í eldra-
røktini, men har komu 2
milliónir upp á aftur, og
tískil er sparingin á
eldrarøktini 4 milliónir.
Innlendismálaráðið
fekk 2 milliónir skornar
burtur í álitinum frá
fíggjarnevndini, men har
kom ein hálv millión aft-
urat, soleiðis at sparingin
nú er 1,5 millión í inn-
lendismálaráðnum.
Almanna- og heilsu-
mál: Yvir 13 milliónir
komu upp á aftur hjá
Hans Paula Strøm. Tað
var eisini har, at fíggjar-
nevndin
framdi
tær
størstu skerjingarnar.
Í Olufyrisitingini ætl-
aði fíggjarnevndin at
spara 1 millión, men tann
sparingin er farin niður á
hálva millión.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan
fekk
500.000
krónur upp á aftur, og
Fjarskiftiseftirlitið fekk
300.000 krónur.
hkm
Fíggjarmálaráðið
hevur
fingið
metingarnar
frá
ymsu ráðunum upp á
lógarbundnu útreiðslurnar
til komandi fíggjarár, og nú
hevur
fíggjarmálaráðið
givið ráðunum ein karm at
arbeiða innanfyri.
– Nú verður arbeitt úti í
ymsu ráðunum við at koma
við eventuellum tiltøkum
og øðrum, sum kunnu
gerast. Tey skulu koma við
umstruktureringum, sum
kunnu føra við sær eina
rationalisering, sigur Bárð-
ur Nielsen, fíggjarmála-
ráðharri.
– Til dømis er Sjómans-
skúlin og Maskinmeistara-
skúlin eitt gott dømi um, at
har leggur mann tveir
stovnar saman, sum er inn-
lýsandi, at tú gert, sigur
fíggjarmálaráðharrin
Endaliga
freistin
hjá
ráðunum at melda út til
fíggjarmálaráðið, hvat tey
vilja, er 14. juni. Aftaná
tann 14. juni fer fíggjar-
málaráðið í holt við at seta
fíggjarlógina fyri 2005
saman, og tá verður sjálv-
andi nógv samskifti millum
fíggjarmálaráðið og øll hini
ráðini. Fíggjarlógin fyri
2005 skal fyriliggja Løg-
tinginum umleið 1. sep-
tember í ár.
hkm
Hetta er minimum
Fíggjarlógin 2005 er farin á glið
So nógv fingu tey
Bárður Nielsen, landsstýrimaður við fíggjarmálum, hevur
fingið sína fyrstu fíggjarlóg ígjøgnum. - Eg meti tað vera
neyðugt arbeiða fram ímóti at fáa eina javnvág í. Soleiðis sum
niðurgongdin í inntøkunum vísir seg at verða framvegis, í
mun til í fjør, so dugi eg illa at síggja at mann upp á so stutta
tíð hevur møguleika til at fáa javnvág, sigur Bárður Nielsen
C
M
Y
K
7
6