leygardagur 15. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 92 - 15. mai 2004
Nr. 92 - 15. mai 2004
9
-Sum kvinna í aka-
demiska heiminum
eru ávis ting, tú skalt
tola. Tú verður
noydd at stríðast eyka
fyri at vinna virðing.
Eg veit millum annað
frá mær sjálvari, at
fleiri hava dyggiliga
speirikið mítt
vísindaliga arbeiði,
sigur Malan Mar-
nersdóttir, rektari á
Fróðskaparsetri Før-
oya, sum mikudagin
verður tilnevnd
professari
NÝGGJUR
PROFESSARI
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Tá ið Malan Marnersdóttir
sum smágenta trúliga blað-
aði í Anders And bløðum,
hugsaði hon neyvan um, at
hon skuldi enda sum pro-
fessari á lærda háskúlanum
í Føroyum.
Men mikudagin verður
hon alment tilnevnd til pro-
fessara á Fróðskaparsetri
Føroya, eftir at hon hevur
starvast har í fleiri enn 20
ár. 52 ára Malan Marners-
dóttir er við at røkka tindi-
num.
Hon er kvinna í einum
vísindaheimi, har menn eru
í meiriluta, hon er ógvuliga
arbeiðssom og framsøkin,
og í hálvt sætta á hevur hon
starvast sum rektari á Fróð-
skaparsetrinum.
Framsøkin
Úr øðrum real í Studenta-
skúla. Matematiskt stu-
dentsprógv 1971. Cand
Mag í norðurlendskum og
fronskum 1979. Undirvís-
ingarroyndir í Hoydølum
og á Johann Wolfgang
Goethe Universitetinum í
Frankfurt. Adjunktur, lekt-
ari og seinni rektari á Fróð-
skaparsetrinum. Frá kom-
andi mikudegnum kann
hon kalla seg fyri profess-
ara á setrinum.
Orðið framsøkin tykist
lýsa 52 ára gomlu Maluna
Marnersdóttir væl.
-Orðið framsøkin hevur
ofta eina negativa merking,
men jú tú kanst kalla meg
framsøkna. Eg havi altíð
roynt at arbeiða miðvíst
ímóti góðum úrslitum. At
vera framsøkin er bæði
spennandi og avbjóðandi.
Tað er altíð gott at seta sær
nøkur mál og vita, um tú
røkkir málinum, greiðir
hon frá.
Elskar at lesa
Lesnaður hevur frá barns-
beini
hugtikið
Maluna
Marnersdóttir. Sum smá-
genta las hon trúliga An-
ders And. Við tíðini er lesn-
aðurin blivin tyngri, og tað
mugu verða fáar heimsbók-
mentir, ið hon ikki hevur
kagað í.
-Eg lesi allar møguligar
bókmentir og úr øllum
herðashornum.
Eg
lesi
eisini bæði føroysk og
donsk bløð. Eg fylgi við í
tíðindum, men eg hvørki
hyggi ella lurti eftir hvørj-
ari tíðindasending. Mær
dámar væl at hyggja at
mentanarreportasjum
og
ganga til sjónleik, greiðir
Malan Marnersdóttir frá.
Tá hon er stødd uttanlands
nýtir hon høvið til at ganga
á ymiskum listasøvnum, og
hóast hon sigur seg ikki
hava skil fyri tónleiki, dám-
ar hon væl at ganga til
operu.
Akademiski heimurin
Í 1983 flutti Malan heim
aftur til Føroya at arbeiða á
Fróðskaparsetri Føroya. Tá
vóru bert tvær føroyskar
kvinnur, ið vóru í vísinda-
ligum starvi. Hóast menn
framvegis eru í meiriluta,
hvat vísindaligum størvum
viðvíkur, leggjast alsamt
fleiri kvinnur afturat-bæði
úti í heimi og í Føroyum.
Hetta rák fegnast rektarin
á Fróðskaparsetri Føroya
um.
-Sum kvinna í akadem-
iska heiminum eru ávis
ting, tú skalt tola. Tú verður
noydd at stríðast eyka fyri
at vinna virðing. Eg veit
millum annað frá mær
sjálvari, at fleiri hava
dyggiliga speirikið mítt vís-
indaliga arbeiði, vísir Mal-
an á.
Granskingin hjá Maluni
kemur ikki undir "hørðu"
vísindaligu greinarnar sum
náttúruvísindi og tøkni-
frøði, men heldur hevur
Malan granska í hugvís-
indafrøði, tvs. bókmentir.
Malan greiðir frá, at virð-
ingin fyri akademikarum í
Føroyum er munandi økt
seinnu árini.
-Tá eg var ung, kundi tú
ikki heilt óskammaður siga,
at tú vart akademikari.
Hugburðurin var, at aka-
demikarar hildu seg vita
betur enn onnur, og tað
varð ikki væl dámt. Hesin
hugburður er ikki í dag
millum føroyingar, sigur
rektarin á Fróðskaparsetri
Føroya.
-Eg minnist væl í áttatiár-
unum, tá vit gjørdu av at
seta Magistarafelagið á
stovn. Vit royndu at fara
varisliga fram. Eg minnist
eisini, at vit hugsaðu nógv
um, hvat onnur fóru at
halda um okkum. Nógv er
broytt síðan, og í dag er tað
meira vanligt at vera aka-
demikari, fortelur Malan
Marnersdóttir.
Føroyskar bókmentir
Fólk innan føroyska bók-
mentaheimin fýlast javnan
á, at alt ov fáar føroyskar
skaldsøgur koma út. Í 2000
vardi Malan Marnersdótti
doktararitgerð um nútíðar
føroyskar skaldsøgur, og
hon er als ikki samd í teim-
um atfinningunum.
-Fyrsta føroyska skald-
søgan varð givin út í 1909,
og fram til 1999 komu í alt
einar 100 skaldsøgur út.
Hugsar tú um fólkatalið í
Føroyum, haldi eg ikki, at
støðan er so ring, sigur hon.
Spurd, hvussu dygdin er
á føroyskum skaldsøgum
sammett við onnur lond,
svarar hon, at støðan í Før-
oyum minnir nógv um
aðrastaðni.
-Vit hava fleiri góðar
skaldsøgur, onkrar eru rætti-
liga góðar, meðan aðrar eru
minni góðar. Norðurlanda-
húsið skipar fyri eini skald-
søgukapping í summar, og
heili 28 handrit eru komin
inn. Tað verður ógvuliga
spennandi at lesa, hvussu
góðskan verður á teimum
handritunum, greiðir Malan
Marnersdóttir frá.
Hvørjir
eru
okkara
fremstu
rithøvundar
í
løtuni?
Mær dámdi ómetaliga
væl bókina Rúm hjá Carl
Johan Jensen. Hann er ein
ógvuliga spennandi rithøv-
undur, og eg gleði meg til
hansara næsta verk. Marjun
Kjelnes hevur eisini nakað
gott í sær, og hon kann eis-
ini menna seg til ein rætti-
liga dugnaligan rithøvund.
Mær dámar eisini væl Tór-
odd Poulsen, hóast hann
svingar eitt sindur, svarar
Malan Marnersdóttir.
Næsta mál
Mikudagin verður Malan
Marnersdóttir alment til-
nevnd proffessari á Fróð-
skaparsetri Føroya. Alt lív-
ið hevur hon verið fram-
søkin, og altíð hevur hon
leitað eftir nýggjum av-
bjóðingum. Ein átrokandi
spurningur er tí, hvørji mál
eru næst á dagskránni hjá
Maluni Marnersdóttir?
-Dóttir mín spurdi meg
nú ein dagin sama spurn-
ing. Eg skal nú fyrst og
fremst royna meg sum
professara. Tað arbeiðið
inniheldur fleiri nýggj øki,
sum eg eri noydd at tillaga
meg til. Uppgávan verður
at røkja tað arbeiðið so gott
sum yvirhøvur gjørligt. Eft-
ir tað er tíðin kanska kom-
in til at verða fyrrverandi...,
svarar Malan Marnersdóttir
skemtandi at enda..
Frá Anders And til heimsbókmentir
Navn:
Malan Marnersdóttir
Fødd:
25. januar 1952 í Klaksvík
Foreldur:
Marner og Anna Simonsen
Bústaður:
Tórshavn
Útbúgving:
Cand Mag í Norðurlendskum og
fronskum 1979, Licentiat ritgerð
1986, Dr. phil í 2000. Professari frá
2004
Starvsroyndir: Undirvíst í Hoydølum 1979-81 og
Johan Wolfgang Goethe Universi-
tetinum í Frankfurt 1981-83.
Adjunktur 1983-86, lektari 1986-
apríl 2004, og seinni rektari á
Fróðskaparsetri Føroya 1998-.
FAKTA
Maluni Marnersdóttir
dámar ómetaliga væl at
lesa. Hon lesur øll sløg av
bókmentum og úr øllum
heraðshornum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sunnudagin verður
konsert í auluni á
Giljanesi, har eitt nýtt
kór fer at framføra
fyri fyrstu ferð. Talan
er um Vága Gentukór
KONSERT
Edvard Joensen
Vágar: Vaknaður er vársins
songur, og við honum er
eisini sprottið nýtt kór á
framman undan blómandi
trænum, við føroyskum
kórum. Vága Gentukór fer
at hava sína fyrstu almennu
framførslu
á
Giljanesi
sunnudagin.
Leiðari
er
Ólavur Hátun.
Vága Gentukór fer at
hava tvær konsertir saman
við Vágakórinum. Tann
fyrra verður í skúlaauluni á
Giljanesi
sunnudagin
klokkan 17.00, og tann
seinna verður í Kommunu-
skúlahøllini í Havn mána-
kvøldið klokkan 20.00.
Limirnir í gentukórinum
eru gentur úr fjórða flokki
og eldri í Sørvágs og Mið-
vágs- Sandavágs Skúlum.
Genturnar hava við vælvild
frá skúlunum vant nakrar
ferðir í vetur í sonevndum
longdum fríkorterum, eins
og tær eisini hava havt
nakrar veruliga kórvenjing-
ar saman, greiðir Ólavur
Hátún, kórleiðari, frá.
Ólavur Hátun heldur, at
tað er framtíð í einum
gentukóri í Vágum, og
hann væntar enn dyggari
undirtøku komandi vetur,
sigur hann. Og so leggur
hann skemtandi afturat, at
tað kortini er mest at sam-
meta við gamlar knur, sum
keypa sær pappageyk fyri
at vit, hvussu gamal hann
kann gerast, at hann, ein
gamal maður, fer at tosa um
framtíðarútlit hjá hesum
ungu kórsangarum.
Men tað skilst á Ólavi, at
hann hevur ikki mist hugin
til kórsang enn. Minni enn
so. Hann tosar um komandi
vetur, sum var hann longu
byrjaður, hóast tað valla er
farið at grógva í haganum
enn.
Saman við Vága Gentu-
kóri fer eisini Vágakórið at
hava konsert sunnudagin.
Eisini har er Ólavur Hátún
kórleiðari.
Vágakórið fer at fram-
føra eldri og yngri føroysk-
ar sangir saman við sangum
á bæði týskum og enskum
máli, sigur Ólavur. Og av tí,
at konsertirnar eru um ta
tíðina, norðmenn halda sín
tjóðardag, verður eisini ein
heilsa til teirra at hoyra á
konsertini.
Vágakórið hevur havt ein
virknan vetur, greiðir Ólav-
ur Hátún frá. Almennu
framførslurnar
byrjaðu,
sum siður er, í Miðvágs
Kirkju fyrsta sunnudag í
advent. Jólakonsertir vóru í
Sørvág-
og
Sandavágs
kirkjum, og jólaløta varð
hildin í Bíggjar Kirkju.
Kvøldseta var á Giljanesi í
februar, og í Miðvág Kirkju
varð saman við Ingu Poul-
sen Dam, presti, skipað fyri
sangløtu, har sungnir vórðu
sálmar, sum Dávid Jo-
hannesen, sóknarprestur í
Vágum, hevur yrkt.
Nýtt kór í Vágum
Vága Gentukór avmyndað
undir venjing á Giljanesi.
Gentukórið hevur sína fyrstu
framførslu sunnudagin
klokkan 17.00 í auluni á
Giljanei
Mynd: Edvard Joensen
Fleiri næmingar og
lærarar í framhalds-
deildini kæra seg um,
at tey skiltu ikki øll
orðini, sum nýtt
vórðu í uppgávunum,
tá næmingar vóru til
roynd í greiðslurokn-
ing í vikuni
ROYND
Edvard Joensen
Bæði næmingar og lærarar
í framhaldsdeildini í fólka-
skúlanum hava kært seg
um, at tey hava havt trupul-
leikar av at skilja øll orðini,
sum brúkt vórðu í uppgáv-
unum, sum næmingarnir
fingu
til
royndina
í
greiðslurokning, sum var
hildin í skúlunum kring
landið
mánadagin.
Úr
Mentamálráðnum verður
sagt, at orðini eru øll at
finna í lærubókunum, sum
brúktar hava verið síðan
1993.
Tá næmingarnir mána-
dagin sórtu við royndar-
borðini, kom orðið »far-
mynd« fyri í onkrari upp-
gávu. Fleiri teirra, sum
skuldu loysa uppgávuna,
kendu als ikki hetta orðið,
og fingu trupulleikar av
hesum.
Fólk
gjørdust
ótrygg, og onkur royndi at
gita seg fram til hvat hetta
kundi merkja. Tað kann so í
ringasta føri elva til, at
næmingurin ikki hevur
loyst uppgávuna rætt við
teirri avleiðing, at hann
missir stig í dømingini av
uppgávuni. Og hóast onkrir
næmingar høvdu orðalista
við, funnu teir ikki orðið
»farmynd« í hesum lista-
num.
Eisini onkrir lærarar hava
kært seg um, at slíkt orða-
lag, sum ikki øll skilja,
verður brúkt í slíkum før-
um. Betri hevði verið, held-
ur onkur lærari, at brúkt tey
altjóða orðini, sum vanlig
hava verið fyrr, heldur enn
slík serføroysk orð, sum
fólk ikki kenna, tí tey ikki
dagliga verða nýtt.
Ein lærari, Sosialurin
hevur tosað við, sigur, at
honum er greitt frá aftan á
royndina mánadagin, at
orðið merkir »diagram«,
sum vanligt annars hevur
verið brúkt í lærugrein sum
rokning/støddfrøði.
Móðurmálsorðabókin
hevur orðið, men har verð-
ur tað lýst við danska orði-
num »kurve«, sum hesin
lærarin ikki heldur vera tað
sama sum »diagram«.
Tað er ein bólkur undir
Mentamálaráðnum,
sum
ger uppgávurnar til hesar
royndirnar.
Í hesum bólkinum sita
fólk, sum hava royndir við
undirvísing í fakinum, eins
og fólk, sum hava skrivað
bøkur til undirvísingarbrúk,
sigur
Janus
Jensen
á
Mentamálaráðnum.
Hann undrast eitt sindur
á, at tað skal koma fyri, at
fólk ikki kenna orðini, sum
brúkt verða. Í hesum ser-
staka førinum orðið »far-
mynd«. Tí tað stendur í
bókunum,
sum
brúktar
hava verið í undirvísingini
síðan 1993, vísir hann á.
Hann sigur eisini, at
abeitt verður í løtuni við
einum orðalista, sum skal
fáa júst slíkar misskiljingar
av vegnum.
Uppgávurnar verða allar
dømdar í felag, tá royndin
er liðug. Tað eru eisini
roynd fólk, sum gera tað,
sigur Janus Jensen.
Um tað so vísir seg, at
ein afturvendandi trupul-
leiki er at síggja í uppgáv-
unum, sum latnar eru inn,
verður sjálvandi hugt at,
hvørjum hann kann stava
frá. Eitt nú einum orðið,
sum fólk ikki hava skilt. Og
so verður støða tikin hareft-
ir, sigur hann.
Føroyskt mál ørkymlar næmingar
Næmingar í framhaldsdeild-
ini, sum hava veri til roynd í
vikuni, siga seg vera ørkyml-
aðar av, at orð, sum tey ikki
skilja, koma fyri í rokni-
uppgávunum
C
M
Y
K
9
8