Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 92 - 15. mai 2004 Nr. 92 - 15. mai 2004 11 Fyri fáum árum síðani varð skipanin, hvussu landsins skúlanevndir skulu veljast, broytt. Nú skulu fólk skráseta seg fyri at sleppa at velja. Bara fólk við for- eldramyndugleika yvir børnum í skúlaaldri hava valbari og valrætt. Tað, at skula skráseta seg, hevur ikki nógv uppá seg, vil onkur meina. Trupulleikin er bert tann, at royndirnar vísa, at hetta lækkar um valluttøkuna og áhugan. Bara tað, at eitt demokratiskt val krevur eina handling væl áðrenn sjálvt valið, ger, at man missir alla teir veljarar, ið ikki taka støðu fyrr enn seinastu løtu, fyri ikki at tala um øll tey, ið ikki hava so lætt at foreina seg við tíðarfreistir. Tey meira puritansku halda helst, at somikið av áhuga eigur ein at hava fyri skúlanum, ið børnini ganga í, at ein má kunna senda ein pappírslepa inn nakrar vikur áðrenn skúlastýrisvalið. Kanska, men veruleikin vísir nakað annað. Fólk flest hava nógv um at verða, og ikki liggja almennar skrásetingarblankettir altíð fremst í huganum hjá fólki. Vandin við núverandi skipan er eisini, at um ein stórur breiður skari av føroyingum ikki lata seg skráseta sum veljarar til skúlastýrisvalini, so er tann stóri spurningurin, hvør tað er, sum við eldhuga letur seg skráseta. Eitt demokratiskt val eigur at vera eitt val, har einki annað krevst enn at møta upp til at seta krossin. Vit kenna frá øðrum londum, at har ein veljaraskráseting krevst áðrenn sjálvt valið, har er valluttøkan markant lægri enn, har eingin slík skráseting krevst. Eitt aktuelt dømi er, hvussu amerikanski forsetin verður valdur. Tað er eisini ein spurningur, um tað er so snilt at útiloka øll tey úr skúlastýrum, ið kanska hava havt børn í skúla, ella koma at hava børn í skúla. Øll gjalda til skúlan yvir skattin, og øll hava ein áhuga í, at tey, ið skulu bera okkum í framtíðini, fáa røttu upplæringina. Øll hava vit ein áhuga í, at ræðusøgur, sum til dømis tá lívfrøðibøkurnar í einum skúla í einari stórari før- oyskari bygd vóru sensureraðar fyri knapt tjúgu árum síðani, ikki endurteka seg. Tað er at vóna, at skipanin við vali til skúlastýrini verð- ur broytt skjótast til ber. Hetta uppskot kann bólkast saman við almennu játtanarskipanin og kommunala íløgukarmin, hóast talan er um ymisk stýri. Hesar skipanir hava allar tað til felags, at tær komu í einari tíð, har alt knappliga skuldi gerast so proffesionelt og gott. Trupulleikin er bert, at nógvar av skipanunum frá hesi tíðini eru gjørdar eftir einum heldur studentikos- um leisti uttan atlit til vanligan gerandisdag og van- ligan rakstur. Nú er tíðin komin til at endurskoða nógvar av hesum skipanum. Tað skal verða okkara vón, at ein endur- skoðan av hvussu skúlastýri verða vald stendur ovaliga á listanum yvir mál at endurskoða. Gamla skipanin riggaði betur, og tað er ein sannroynd, at tað loysir seg ikki at pilka ov nógv við nakað sum riggar. DAGSINS MEINING Sosialurin Skúlastýrisval VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal Tað er at fegnast um, at grundlógarnevndin hevur latið sítt fyrra álit úr hond- um á flaggdegnum, soleiðis sum lógin fyriskrivar. Við hesum uppskoti hava føroyingar á fyrsta sinni møguleika at viðgera sína egnu stjórnarskipan og sítt egna fólkaræði. Við hesum uppskoti kunnu føroyingar gera av, at evsta valdið í Føroyum liggur hjá føroyska fólkin- um - og ikki nakra aðra- staðni. Við hesum uppskoti kunnu føroyingar staðfesta okkara egnu støðu sum tjóð - og ikki lata aðrar mynd- ugleikar, sum vit ikki hava valt, áseta hvørji vit eru og hvørji rættindi vit hava. Og við hesum uppskoti hava vit fyri fyrstu ferð møguleika at áseta rættindi og skyldur, sum øll skulu hava í Føroyum. Uppskotið hjá grundlógarnevndini hevur m.a. ásetingar um: - grundleggjandi manna- rættindi - sosial rættindi - rættindi at nýta landsins tilfeingi - og persónlig rættindi. Framíhjárættur til fólkaræði Tað er í veruleikanum ein ótrúligur framíhjárættur hjá okkum, sum liva í Føroyum í dag, at vit kunnu viðgera okkara egnu grundlóg. Í Danmark og Noregi til dømis vórðu grundlógirnar so at siga givnar av kongi, og ein lítil bólkur av úrvaldum monnum sam- tykti grundlógina. Í ES verður arbeitt við eini grundlóg, har ilt er at síggja hvørja ávirkan eitt vanligt fólk kann hava á grund- lógina. Í Føroyum eigur at vera gjørligt, at øll sleppa at siga sína hugsan og fáa ávirkan á føroysku grundlógina. Tí hevur so stórur dentur verið lagdur á, at uppskotið til grundlóg skal til hoyringar millum so nógv fólk sum gjørligt. Hetta eigur at gerast við at skipa almennar fundar allastaðni í landinum, eins og tey gomlu vártingini vórðu skipað. Tað eigur at gerast við, at uppskotið til grundlóg verður sent til hoyringar hjá fakfeløgum, áhugafeløgum og øðrum. Og tað eigur at gerast við at hava fundir á skúlum og arbeiðsplássum um upp- skotið. Hóast nógv í uppskotin- um eigur at viðgerast neyv- ari, so liggur nú eitt gott og væl grundað uppskot á borðinum. Eg fari at mæla til, at uppskotið fer til almenna viðgerð sum skjótast. Ikki er neyðugt at bíða eftir, at politisku umboðini verða vald í nevndina. Løgin umrøða í fjølmiðlum Tað undrar ikki sørt, at eitt so týdningarmikið uppskot hevur fingið so lítla um- røðu í fjølmiðlunum. Dimmalætting hevur end- urgivið eina ónevndan løg- frøðing, sum finst at máls- ligu orðingunum í uppskot- inum. Hin ónevndi heldur, at orðingar, ið m.a. hava røtur afturi í Seyðabrævin- um, eru torgreiddar, fløktar og óskiljandi. Nú vil eg ikki fara í orðaskifti við ein huldu- mann/-kvinnu. Men eg fari at geva grundlógarnevndini - og serliga Kára á Rógvi - treytaleyst rós fyri málsligu orðingarnar í grundlógini. Tað er eitt ódyrkað lendi at skapa eitt samanhangandi og einfalt føroyskt lógar- mál. Og tað hevur eydnast sera væl hjá grundlógar- nevndini. Eg vil halda uppá, at ein og hvør kann lesa uppskot- ið til grundlóg og beinan- vegin skilja, hvat lógin sigur. At brúka orðingar úr gomlum lógarmáli merkir als ikki, at tær av hesi orsøk eru fløktar og truplar at skilja. Heldur tvørturímóti. Tak eitt nú málsliga bygnaðin, sum er tikin úr Seyðabrævinum: "Nú reka menn hval á land upp; tá skal tað mesta vera dráps- partur ella heimapartur." Hetta er á ongan hátt fløkt ella óskiljandi eftir mínum tykki. Og hesin formurin at siga "Nú hendir tað og tað…. tá skal farast fram soleiðis", er sera vanligur í føroyskum máli. Í grundlógini fær hann harafturat ein hátíðarligan dám, sum gevur ta serligu tign, ið ein grundlóg eigur at hava, tí hon er omanfyri allar aðrar lógir. Tá kendi hann ikki S fyri K… Lógarmálið í grundlógini er aktivt, stutt og greitt mótvegis tí sera torgreidda lógarmálinum, vit eru von við. Vit eru øll uppvand við eitt lógarmál, sum hevur røtur í gamlari týskari og danskari fyrisiting undir kongum og fúrstum. Hetta sonevnda "kancelli-málið", sum eisini føroyskar lógir eru á tremur við, er ment millum embætisfólk og løgfrøðingar, sum skriva hvør til annan og ikki soleiðis, at fólk skulu skilja tað. Tað liggur eisini eitt stórt vald í tí, at hava ræðið á einum máli. Og at gera eitt serligt mál, sum bara tey úrvaldu skilja, er van- ligt fyribrigdi í valdsskip- anum. Í hesum sambandi kann eg vísa til grein sum Kári á Rógvi hevur skrivað um hetta evnið. Hann nýtir táttin um Jákupsa skegg sum dømi um hetta valds- býtið: "Tað fyrsta Jákup Sibbi í lógbókina sjá, tá kendi hann ikki s fyri k." Og niðurstøðan hjá hon- um er, at tað neyvan er galið við Jákupi, ið krevur sín rætt. Men heldur er galið við lógini og teimum høgu harrum, ið skjóta hann í dintilin. Nógv føroyskt lógarmál er volapykk, men tað hjá grundlógarnevndini hoyrir als ikki upp í tann bólkin. Hingevin er her grundarlag lagt fyri einum veruligum føroyskum lógarmáli, sum vit hava alstóran tørv á. Grundlógin er góð (eisini málsliga) Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt at vraka tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Annlis Bjarkhamar Summarið er í nánd og Løgtingið fer um nakrar fáar dagar í summarfrí. Eitt av teimum seinastu málun- um í hesu tingsetuni var uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004. Bæði viðgerðin og endaliga samtykta fíggjar- lógin siga ikki heilt onki, um hvørja leið okkara ný- valda Løgting hevur valt. Tá atkvøðast skuldi við 2. viðgerð av løgtingsfíggj- arlógini, um at avtaka játt- anina til býlið til heimleys, lat Løgtingið ongan iva verða um, at henda játtinin skuldi strikast. 30 - 1 varð úrsliti av atkvøðugreiðsl- uni. Øll tingfólkini ið stødd vóru í løgtinginum henda dagin, við undantak av Heidi Petersen, atkvøddi fyri. At 30 løgtingslimir glað- beintir taka undir við at taka frá teimum sum onki hava, er eitt ræðandi tekin - og ber prógv um, at mun- urin á politisku flokkunum í Føroyum gerst alsamt minni. Tað tykist sum allir kunnu taka undir við øllum, bert okkurt fæst afturfyri. Tað er trupult at skilja at flokkar sum Tjóðveldis- flokkurin og Javnaðar- flokkurin leggja ábyrgdina frá sær, tá tað kemur til ein samfelagsbólk sum tey heimleysu. Tí hvør skal verja borg, hjá hesum bólki, um ikki hesir flokkar gera tað? Tó var ein lítið glotti at hóma í løgtinginum henda dagin undir 2. viðgerð. Nýggja tingkvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum gjørdi øllum til skammar og atkvøddu ímóti at avtaka játtanina. Hon grundgav eisini væl og virðiliga fyri hesum undir 3. viðgerð av fíggjarlógini. Hon helt fast við at Løgtingið ikki kann - og ikki eigur - at leggja ábyrgdina fyri teimum heimleysu frá sær. Men lítið munaði tað, tí játtanin til býlið til heimleys er ikki longur at finna í fíggjar- lógini og tey heimleysu kunnu tí onga hjálp vænta sær frá okkara fólkavalda Løgtingið. Tey sum ongan hava at tala søk sína Viðgerðin av fíggjarlógar- uppskotinum ber prógv um, at hevur tú eina rødd og megnar tú at stríðast fyri tí, tú metir teg hava rætt til - so kann tað væl verða at tað lønar seg. Dag um dag hava fjølmiðlarnar sagt frá um ónøgdina á Fróðskaparsetr- inum - og tað lønti seg! Tí setrið fekk at enda ta játtan tað skuldi hava. Tað er teimum eisini væl unt. Hinvegin kunnu vit siga, at hoyrist rødd tín ikki og megnar tú ikki at stríðast fyri tí, sum tú hevur rætt til - er ongin í politisku skip- anini sum ger tað fyri teg. Tað ber viðgerðin av fíggj- arlógar-uppskotinum eisini prógv um. So gott sum ongin hevur gjørt vart við tann órætt, sum Løgtingið við øllum flokkum aftan fyri seg, hevur framt móti teimum heimleysu, tá ein av teimum fáu glottunum hesi fólk høvdu, varð køvdur. Hvat forðar Løgtinginum at taka ábyrgd av hesum økinum og gera tað sum skal til, fyri at fremja fram- brot sum betra umstøðurnar hjá teimum heimleysu? Hava politisku flokkaranar ongi hugskot um, hvussu vit loysa trupuleikar sum hesar? Vit kunnu eisini spyrja, hvat forðar Hans Paula Strøm at taka ábyrgd av økinum og gera tað sum skal til, fyri at loysa trupul- leikan? Hans Pauli hevur síðani síni heilt ungu ár, verður talsmaður fyri ein- um samfelag, har øll hava javnbjóðis rættindi og møguleikar. Hann hevur nú fingið politiskt vald og tað er nú hann skal vísa í verki, at tað er ein vilji handan orðini. Tað kann ikki bera til, at landsstýrismaðurin ongar hugsanir hevur um, hvat hann metir verða rætt at gera í málum sum hes- um. Tað er ógvuliga lítið ið kemur frá politisku flokk- unum og landsstýrismann- inum, tá tað snýr seg um at loysa grundleggjandi trupulleikar sum hesar. Alt meðan tey heimleysu enn eru heimleys, fáa vit at vita, at nú skal ein arbeiðsbólkur setast at kanna viðurskift- ini. Niðurstøðan fær tí ikki verði onnur enn tann, at: - Ístaðin fyri at taka ábyrgd av teimum heimsleysu, skal nú ein arbeiðsbólkur setast, sum skal siga politisku skipanini um hon hevur ábyrgd ella ikki. - Ístaðin fyri at lata hug- sjónina um eitt samfelag fyri øll verða ráðandi og stríðast fyri at skapa eitt slíkt samfelag, skal ein arbeiðsbólkur setast, sum skal fortelja politisku skipanini, hvat hon skal hugsa, siga og gera. - Ístaðin fyri at seta sær politisk mál á hesum øk- inum, skal ein arbeiðs- bólkur nú seta málini, sum politiska skipanin so við tíðini kann yvirtaka. - Ístaðin fyri at spyrja tey heimleysu hvat teimum tørvar, skal ein arbeiðs- bólkur greiða politisku skipanini frá hvønn tørv tey heimleysu hava. Meðan alt hetta skal fara fram, eru tey heimleysu enn heimleys og tað sær ikki út til, at politiska skip- anin hevur stórvegis trupul- leikar av, at hetta mál fram- haldandi verður óloyst. Øll eru ikki líkasæl Takk og lov, at ikki øll í samfelagnum hava slíkan hugburð. Løgtingið kundi lært nógv av tí arbeiði ið Frelsunarherurin og onnur gera fyri tey heimleysu. Tey lata ikki bara standa og tey fara ikki ár um ár í summ- arfrí frá trupuleikunum. Tey taka ábyrgd, tí tey hava hvørki samvitsku ella hjarta til at lata verða. Tá samvitskan, hjarta og ábyrgdarkenslan ikki long- ur eiga rúm í teimum polit- isku avgerðunum sum tikn- ar verða, kann politikkur skjótt gerast til ein spurn- ing um vald og at hvør sæt- ar sær sjálvum. Løgtingsmenn gera seg til reiðar at fara í summar- frí. Teir eiga tó at minnist til, at tey heimleysu fara ikki í summarfrí. Tey verða har tey eru, á gøtuni - og har verða tey verandi til politisku flokkarnir nokta at góðtaka, at tað skulu verða menniskju í føroyska samfelagnum, sum onki heim hava. Ongin politikari á Føroya Løgtingið kann við góðari samvitsku fara í summar- frí, vitandi at tey heimleysu enn eru heimleys og onga bata kunnu hóma. Peter O.K. Olofson Klaksvík Det her er en misfor- ståelse. En stor misfor- ståelse. Altså fra min side. Sådan må det være. Jeg må have misforstået præsten, der skulle tale om ‘Ligestilling set ud fra en kristen synsvink- el’. Vi, der ikke var til stede, fik jo kun et lille glimt af talen i SvF, og så en lille smule mere i Dimmalættings gengiv- else d. 12/5-2004. Men jeg kunne ikke lade være med at tænke på Kierke- gaard, der skriver om at pjatte sig gennem livet, så livet selv gøres til pjat (1). Bliver der meget mere end pjat tilbage, når al fortolkning og dermed al forkyndelse gøres relativ. Det kan vi jo ikke for- pligtige andre på, nej, lad os da hellere pjatte os gennem livet. Hvad hjæl- per det os, at Skriften er absolut, som præsten siger, når fortolkningen efter Dimmalættings gengivelse af præstens ord tilsyneladende altid er relativ. Da har vi ikke og kan vi ikke få nogen absolutter – absolut ing- en. Jamen, så er der jo heller ikke noget, der kan være absolut sandt og forpligtigende længere. Så handler kristentroen ikke længere om Sand- heden med stort S. Skrif- ten som absolut – har vi absolut ingen adgang til – kun relative fortolkn- inger. Hvorfor skal vi da lytte til præsten på søn- dag? At Skriften er absolut, det er absolut sandt, og at prædikanter kun er fejl- ende mennesker, er også så sandt, som det er sagt. Derfor er der gennem hele kirkens historie ud- øvet tolkningskritik. Det betyder ikke, at tolkning som sådan er relativ, men det betyder, at enhver tolkning skal prøves på Skriften selv. Skriften er nemlig sin egen fortolk- er, som de lutherske fædre fastholder os på. Den tolkningskritik, som er uomgængelig, kan let give eksempler på, hvor let det er at blive barn af sin tid, så samtidens politisk korrekte holdn- inger læses ind i Skriften, fremfor at lade Skriften korrigere samtidens poli- tisk korrekte holdninger. Præsten selv er vist et skoleeksempel på dette. Som om 1. Mos. 1 skulle ophæve den videre ud- dybning af det skete, som vi finder i kapitel to. Hvor 1 Mosebog 1 taler om skabelsen af menne- sket i Guds billede som mand og kvinde, får vi i kapitel to et nærmere og uddybende indblik i, hvad der skete, nemlig at manden blev skabt først og derefter kvinden. Det er vist også bl.a. derfor, vi taler om en skaber- orden. Præsten har uden tvivl læst 1 Tim 2,1. Når præsten tilsyneladende begynder at spille Gal 3 ud mod 1 Kor 11, så går det da galt. Gal 3 siger: "Alle I, der er døbt til Kristus, har jo iklædt jer Kristus. Her kommer det ikke an på at være jøde eller græker, på at være træl eller fri, på at være mand og kvinde, for I er alle én i Kristus Jesus". 1 Kor 11 siger: "Men jeg vil have, at I skal vide, at Kristus er hver mands hoved, manden er kvind- ens hoved, og Kristi ho- ved er Gud" (se endvid- ere Ef 5,23). Når præsten siger, at skriften ikke gør forskel på mand og kvinde, så har han valgt at læse sin politisk kor- rekte holdning ind i Skriften og ikke ladet Skriften korrigere den politisk korrekte holdn- ing. At bruge Gal 3 til at ophæve skaberordenen i et opgør med 1 Kor 11, må siges at være en nu- tidig mistolkning af Bibelen. Og mistolkn- inger er præsten jo ellers imod. Her er der brug for lidt tolkningskritik, hvis ikke barnet skal smides ud med badevandet. Præsten fik en oplagt mulighed for både at tale om ligeværd, skaberor- den og hovedstruktur ud fra det absolutte Skrift (Bibelen) til opbyggelse og værn for både mand og kvinde, men valgte at præsentere sine egne relativer. Var det ikke at snyde publikum ud fra det kommisorium, han havde fået givet? Ærge- ligt. Han kan da ikke være refereret korrekt. Vel? 1) Øieblikket nr. 9, Søren Kierkegaard, Samlede Værker, Bind 19, s. 299 Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Í komandi viku skal løg- maður svara einum fyri- spurningi á tingi frá Høgna Hoydal, um hvørjar avleið- ingar tað fær fyri Føroyar, at ES er víðkað við 10 nýggjum limalondum. Í viðmerkingunum til spurningin sigur spyrjarin millum annað, at í Føroyum hava vit verið alt ov lítið hugað fyri at viðgera hesa nýggju støðuna, og hann heldur tað vera í tøkum tíma, at Løgtingið fer undir orðaskifti um, hvørjar av- bjóðingar vit skulu brynja okkum til.a Sambandsflokkurin fegnast um, at aðrir flokkar nú eisini vilja taka ES- kjakið upp. Flokkurin hevur í nógv ár sóknast eftir hesum orðaskiftinum, og hevur gjørt sítt til at fáa málið lýst (m.a. við Bláa- og Reyða álitinum). Tann 29. november 2002 legði undirritaði uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt varð á táverandi lands- stýri um at koma við eini frágreiðing, ið lýsti fyri- munir og vansar við før- oyskum ES-limaskapi, men uppskotið vann ikki frama, tí hildið varð í uttanlands- nevndini, at rættari var at halda eina ráðstevnu um ES. Hetta tók Sambands- flokkurin til eftirtektar, og 4. mars 2003 legði flokk- urin uppskot fyri tingið, har heitt varð á landsstýrið um at skipa fyri eini ráðstevnu um ES (júst so sum uttan- landsnevndin hevði mælt til), men heldur ikki tað uppskotið varð samtykt, tí táverandi samgonga vild fyri ein og hvønn prís ikki hava ES-málið lýst. Tað er tí at fegnast um, at Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma hevur broytt støðu og er farin at síggja álvaran í hesum máli. Vit kunnu ikki longur stinga høvdið í sandin, og látast sum um at ES, við 25 lima- londum og 480 mió. inn- búgvum, ikki er til. Lat okkum fáa eitt kjak, har vit kunnu lurta eftir og grundgeva fyri, hví vit vilja vera antin innanfyri ella uttanfyri eitt felags Evropa. VIÐMERKINGAR Vær Piat – og Du skal see, alle Vanskelig- heder forsvinde! Tey heimleysu fara ikki í summarfrí Sambandsflokkurin til reiðar at kjakast um ES C M Y K 11 10