týsdagur 29. oktober 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum somlum, sum
vóru við til at gera hjúnabandsdagin hjá
okkum 3.8.2013 ógloymandi. Túsund takk, øll
somul.
Heilsan
Marian Isaksen og Jósvein Jacobsen
Brúdleyp
Leygardagin 16.nov kl.12 verða vit vígd í Sandavágs kirkju.
Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel 62N kl.15. Frá kl.20
eru øll hjartaliga vælkomin til opið hús á Hotel 62N. Karin
Mikkelsen, Sørvágur og Torkil Petersen, Sandavágur.
85 ára føðingar
dagur
Fríggjadagin 1. nov.
verður Marna Nolsøe
Joensen á Eiði 85 ár.
Tey, ið vilja heilsa upp á
Marnu, eru vælkomin
til drekkamunn í missi
ónshúskjallaranum
millum kl. 14 og 18.
Brúdleyp
Leygardagin 16. november kl. 14 giftast í Argja kirkju, Paula
Neshamar og Marius Thomassen, Argir. Eftir vígsluna verður
reseptión í kirkjuni, har øll eru vælkomin. Veitslan verður fyri
innbodnum í AB-húsinum kl. 19.
Diamantbrúdleyp
Týsdagin 5. november hava hjúnini Marita og Elibert Joensen
í Oyndarfirði verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin heima
saman við børnum og barnabørnum.
merkisdagar
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.