týsdagur 29. oktober 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Mánadagin var tað ódnar
veður í Danmark og Svøríki.
Snimma mánamorgunin fór
føroyska kvinnulandsliðið í
fótbólti í luftina, og seinna
partin vóru tær komnar
til Gøteborg, har tað í hós
kvøldið bíðar ein tann størsta
og kanska tann størsta av
bjóðingin, sum kvinnulands
liðið nakrantíð hevur havt á
skránni.
Svøríki hevur altíð átt eitt
tað besta kvinnulandsliðið í
fótbólti í Europa, og tað verð
ur á gamla Ullevi í Gøteborg,
at undirtippaða føroyska
liðið skal royna seg. Tá ið
føroyska ferðalagið seinna
partin mánadagin kom til
Gøteborg, var tað rættuligt
ódnarveður.
Kortini
fóru
tær beinanvegin at venja.
Nú er veðrið munandi betri,
og líkindini verða góð, tá ið
fyrsta bríkslið verður hós
kvøldið klokkan 19 lokala
tíð, sum svarar til klokkan 18
føroyska tíð.
Hóast líkindini verða góð,
so er tað greitt, at føroyska
liðið leikliga kemur í satt
ódnarveður.
Higartil hava Føroyar
spælt tveir dystir. Í fyrra før
inum var talan um 7-2 tap
ímóti Skotlandi, sum var
frammanfyri 5-0 eftir 1. hálv
leik, og sum á odda 7-0, áðr
enn Føroyar og Heidi Sevdal
skoraðu tvey mál og harvið
rættuliga pyntaðu um úrs
litið.
Í seinna førinum var talan
um 6-0 tap á útivølli ímóti
Póllandi, sum skoraði fyrsta
málið longu í 2. minutti, og
sum var frammanfyri 4-0, tá
ið ein hálvur tími var farin.
Og nú bíðar Svøríki, sum
higartil hevur spælt tveir
dystir. Í fyrra førinum var
úrslitið 2-0 sigur á heimavølli
í Malmø ímóti Póllandi, og í
síðsta leygardag var úrs
litið 1-0 sigur á útivølli ímóti
Bosnia-Hersegovina. Sigurs
málið varð skorað við brots
sparki, tá ið tað restaðu
tíggju minuttir av fyrra um
farinum.
Málturkur
Síðani føroyska liðið kom til
Gøteborg mánadagin, hevur
tað ikki verið frítt, at svensku
miðlarnir hava víst áhuga
fyri gestunum, og tað verður
tosað og skrivað um dystin í
svensku miðlunum.
Samrøða var mánakvøldið
við føroyska liðformannin,
Malenu Joesphsen, og onk
ur
sjónvarpsrrás
hevur
boðað frá, at tey ætla sær
til venjingina, tá ið føroyska
liðið í kvøld klokkan 19 fer
at venja á Gamla Ullevi, har
dysturin
verður
spældur
hóskvøldið.
– Svenska liðið verður
roknað at vera greiður favo
rittur. Tað er ikki at undrast
á. Svøríki hevur vunnið 2-0
ímóti Póllandi, sum vit hava
tapt 6-0 ímóti, og Svøríki eigur
langa og glæsiliga traditión
í
altjóða
kvinnufótbólti,
umframt at onkur av svensku
feløgunum
hava
staðið
seg heilt væl í europeisku
kappingunum, sigur Malena
Josephsen úr Gøteborg, og
hon heldur fram:
–
Serligt
fokus
hava
miðlarnir á svenska liðnum.
Orsøkin er tann, at liðið hesar
seinastu ferðirnar hevur havt
so ilt við at skora mál. Leikliga
yvirvágin hevur verið stór,
og málmøguleikarnir hava
ikki trotið. Men tølini siga, at
tað hevur verið trupult at fáa
úrtøku. Ímóti Póllandi var
úrslitið 2-0, og ímóti Bosnia-
Hersegovina
var
úrslitið
1-0, og tá varð málið skorað
við brotssparki. Ímóti Pól
landi var tað ikki fyrrenn í
2. hálvleiki, at tað eydnaðist
at skora málini, staðfestir
Malena Josephsen.
Byrgja uppfyri
At svenska liðið hevur havt so
ilt við at skora mál í tveimum
teimum fyrstu dystunum
ber við sær, at tað nú verður
roknað við og vónað, at tað
skal eydnast at skora fleiri
mál ímóti føroyska liðnum.
– Soleiðis verður tað sagt
og skrivað. Eingin ivi er um,
at tað verður roknað sum
vónbrot, um tað ikki eydnast
svenska liðnum at vinna
sannførandi sigur ímóti okk
um, so vit vita, hvat tað er,
sum bíðar okkum, sigur før
oyski liðformaðurin.
Og hvussu ætla tit at
byrgja uppfyri trýstinum?
– Venjararnir hjá okkum
hava í venjingunum lagt ser
ligan dent á verjuspælið. Tað
kann roknast við, at svenska
liðið fer tilvitað at spæla upp
á gjøgnumbrot í borðunum
og harvið vandamikil innlegg.
Tí er ein av setningunum hjá
okkum at byrgja uppfyri inn
leggunum, men tað ræður
sum heild um at varðveita
skipanina av liðnum og at
syrgja fyri, at tað ikki verður
ov langt millum keturnar,
sigur Malena Josephsen.
Onkrar broytingar
Í tveimum báðum fyrstu
dystunum vóru tað teir
báðir
KÍ
veteranarnir
Malena Josephsen og Bára
S. Klakstein, sum vóru mið
verjar frammanfyri veteran
in í málinum, Randi Wardum.
Hesa ferð er Bára S. Klakstein
ikki á landsliðnum. Hon
hevur givið avboð.
Liljan av Fløtum Petersen
var ikki við í tveimum teim
um fyrstu dystunum. Nú er
hon í ferðalagnum í Gøte
borg, og tað er sannlíkt, at
tað verða hon og Malena
Josephsen, sum vera mið
verjar í annaðkvøld.
Føroysku spælararnir í
Gøteborg er hesir:
Anna Brimnes, AB, Bjarta
O. Johannesen, B36, Sigrun
K.
Kristiansen,
Fríðrún
Danielsen,
Anna
Sofía
Sevdal og Íðunn Magnussen,
EB/Streymur/Skála,
Liljan
av Fløtum Petersen, Lív
Arge og Heidi Sevdal, HB,
Malena Josephsen, Eyðvør
Klakstein, Laila Pætursdóttir,
Sigrid
Jacobsen,
Rannvá
B. Andreasen og Annika
Petersen, KÍ og Oddrún
Danielsen, Randi S. Wardum
og Olga Kristina Hansen,
Østerbro Boldklub (DK).
Anna Brimnes og Eyðvør
Klakstein eru nýggjar í hóp
inum sammett við tær, sum
vóru við í teimum báðu fyrstu
dystunum. Hetta er fyrsta
ferðin, at Anna Brimnes úr
AB er á besta landsliðnum.
Jón
Pauli
Olsen
og
Aleksandar Djordjevic eru
venjarar.
joannes@sosialurin.fo
Kvinnurnar í
svenskum ódnarveðri
Síðani mánadagin hevur kvinnulandsliðið fyrireikað seg til stóru
avbjóðingina, sum í annaðkvøld bíðar í Gøteborg
FÓTBÓLTUR
Føroyska kvinnulandsliðið skal í eldinum móti sterku
svensku kvinnunm á gamla Ullevi í Gøteborg
Savnsmynd