týsdagur 29. oktober 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 30. oktober 2013 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tað er langt millum
málkongarnar
Hóast dystartalið seinastu árini hevur verið 27, so eru
tað framvegis Uni Arge og Súni Fríði Barbá, sum eiga
málmetið, ið teir settu, tá ið dystartalið var 18
Jóannes Hansen
Klæmint A. Olsen er topp
skjútti í føroyskum fótbólti
í 2013. Hann skoraði 21 mál,
sum var eitt fleiri enn Páll A.
Klettskarð. Serliga var tað í
síðsta triðinginum av kapp
ingini, at Klæmint gjørdi um
seg. Eitt nú skoraði hann í
trimum teimum seinastu
umførunum seks mál.
Tá ið toppskjúttin eftir
dystarlok leygardagin varð
heilsaður við lukkuynskjum,
nú hann hevði rokkið mál
tindin, takkaði hann og legði
aftrat, at tað hevði verið upp
aftur betri, um málini høvdu
verið meiri spjadd yvir alla
kappingina og ikki vóru
komin í einari stórari torvu,
sum tey gjørdu fram ímóti
kappingarenda.
Máltalið hjá honum á
tindinum hevur seinastu
árini verið rættuliga støðugt.
Í fjør skoraðu Clayton Soares
og Páll A. Klettskarð 22 mál í
part, í fyrraárið átti Finnur
Justinussen máltindin einsa
mallur við 21 málum, og í 2010
vóru Arnbjørn Hansen og
Christian Høgni Jacobsen
bestir við 22 málum.
Eingin ivi er um, at
fremstu málskjúttarnir hava
nøs fyri at skjóta mál. Men
tað er skjótt at staðfesta,
at rættuligu málkongarnir
ella málrevarnir eru ikki av
sama slag, sum teir vóru fyri
nøkrum árum síðani.
Síðani 2005 hevur kapp
ingin verið 27 umfør. Frá
1988 og fram til 2004 var
kappingin 18 umfør. Hóast
dystartalið var ein triðing
lægri, enn tað hevur verið
tey seinnu árini, so vísir
yvirlitið, at tað í níti árunum
fleiri ferðir kom fyri, at teir á
tindinum skoraðu tjúgu mál
ella fleiri enn so.
Bestu tølini av øllum eiga
Uni Arge og Súni Fríði Barbá.
Í 1995 skoraði Súni Fríði
Barbá, sum tá umboðaði B68,
24 mál, og tvey ár seinni rakk
Uni Arge tindin við sama
talið fyri HB.
GÍ vann FM 1993-1996. Ein
av lyklaspælarunum á hesum
gylta liðnum hjá gøtumonn
um var John Petersen. Hann
skoraði eina rúgvu av málum.
Í 1994 var kappingarárið hjá
GÍ framúr. Málmunurin var
59-16, og í miðal fyri hvønn
dystin man hetta vera eitt
tað besta úrslitið nakrantíð.
GÍ vann 14 dystir, 2 ferðir
var javnt, og 2 ferðir fóru
gøtumenn av vøllinum við
ongum. John Petersen skor
aði 21 mál ella í kapping, sum
var 18 umfør eins nógv, sum
toppskjúttin í ár hevur skor
að í 27 umførum.
Um sammett verður, so
er skjótt at staðfesta, at mál
kongarnir ella málrevarnir í
níti árunum vóru ógvuliga
støðugir. Tað kom sjáldan
fyri, at teir fóru av vøllinum,
uttan at teir høvdu skorað í
hvussu so er eina ferð.
joannes@sosialurin.fo
Klæmint A. Olsen er við
sínum 21 málum topp
skjútti hetta kappingar
árið. Men metini í bestu
deildini blivu sett í 1997
og 1995 tá ávíkavist, Uni
Arge fyri HB, og Súni
Fríði Barbá fyri B68,
skutu 24 mál hvør
Mynd: Álvur Haraldsen
2013 Klæmint A. Olsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
2012 Clayton Soares, ÍF, Páll A. Klettskarð, KÍ . . . . . . . . . . . . . . 22
2011 Finnur Justinussen, Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
2010 Arnbjørn Hansen, EB/Str., Chr. Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . 22
2009 Finnur Justinussen, Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
2008 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
2007 Sylla Amed Davy, B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2006 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2005 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2004 Sonni L. Petersen, EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
2003 Hjalgrím Elttør, KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
2002 Andrew av Fløtum, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
2001 Helgi L. Petersen, GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
2000 Súni Fríði Barbá, B68 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16
1999 Jákup á Borg, B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17
1998 Jákup á Borg, B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
1997 Uni Arge, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
1996 Kurt Mørkøre, KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
1995 Súni Fríði Barbá, B68 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
1994 John Petersen, GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
1993 Uni Arge, HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
1992 Símun Petur Justinussen, GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
1991 Símun Petur Justinussen, GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
Máltindurin 1991-2013