Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Maðurin var dømdur fyri at liggja inni við fleiri vápn­um, bæði riflum og hond­skot­ váp­num. Hesi hevði hann flutt inn í lutum, sum síðani kun­du setast saman til fult virk­andi skotvápn. Hóast maðurin í grund­ lóg­ar­avhoyring hevði sagt, at hann hevði neyðugu góð­ kenn­ingarnar, dømdi dóm­ arin, at so var ikki. - Hetta er mest umfatandi brot­ið á vápnalógina nakran­ tíð í Føroyum, segði Linda Hesselberg. Eisini var maðurin ákærd­ ur fyri at hava ein sonevndan streym­pistól, sum frá fimm metra fjarstøðu kundi skjóta tveir pílar í eitt menniskja, og har­við lamma viðkomandi. Har var ákærdi tó fríkendur, tí streympistólar eru ikki um­fataðir av føroysku lóg­ gávuni. Ákærdi fekk eisini eina revsing við bót, fyri at hava tikið upp myndir og ljóð und­ ir sonevnda Pidda­málinum. Maðurin var somuleiðis dømdu­r fyri ærumeiðing av serliga grovum slag, ið um­ fataði bæði bakbit og for­ner­ mandi úttalilsi. - Tað er eingin ivi um, at talan er um revsivert brot, og at talan hartil er um skerp­andi umstøður, segði dóm­arin. Ákærdi var tó fríkendur í at hava roynt at ávirka vitnir til at broyta vitnisfrágreiðing og fyri at hava roynt at órógva privatlívið hjá nevn­ ing­unum í umrødda máli. At enda var maðurin dømd­ur sekur í at hava tosað í telefon, meðan hann koyrdi bil. Av serligum orsøkum er revsiásetingin útsett í óámark­aða tíð. Umfatandi mál Sum Linda Hesselberg nevn­ di, er talan um umfatandi brot á vápnalógina. Ákærdi hevði innflut lutir, sum kundu setast saman til hond skotvápn, og tað við­ gekk dømdi maðurin í grund­ lógaravhoyring, at tað var júst tað, ið ætlanin var. Tað kom fram í rættinum, at ákærdi eitt tíðarbil hevði tríggjar riflur í húsunum, og lutirnir, ið maðurin innflutti, var nóg mikið til trý hond skot­vápn. - Vanliga, tá vit viðgera brot á vápnalógina, er talan um eina einstaka riflu. Her er tal­an um fleiri riflur og hartil fult virkandi hondskotvápn, segði Linda Hesselberg. Tað er strangliga bannað at taka upp ljóð ella myndir í rættinum, men tað hevði ákærdi gjørt undir rættar­ máli­num móti dømda Milan Kolov­rat, Men hóast hetta ikki er lógligt, metti dómarin, at talan her bert kundi gerast um bót sum revsing. Ákæran um, at eitt vitni í sama sakarmáli hevði tos­ að ósatt, var gingin á møti av dómaranum, og hann segði, at talan var um ser­ liga skerpandi umstøður, tí nevnda vitni hevur eitt slíkt starv, ið um stutta tíð krev­ ur trygdargóðkenning, sum PET (Politiets Efter­retn­ings­ tjeneste) skal standa fyri. Hinvegin fríkendi dóm­ arin mannin í ákæruni um at hava roynt at ávirka sama vitni til at broyta meining, tí tað á ein hátt fall inn undir somu skuldseting sum nevnt oman­fyri. Nevningarnir hava tað verju, sum teir hava, og eru á einum almennum stað, og kun­nu tí ikki rokna við at verða verdir í privatlívinum. Sekur í umfatandi brotum á vápnalógina Ein maður var í Føroya Rætti hósmorgunin dømdur í fleiri førum, millum annað fyri brot á vápnalóggávuna Leo Poulsen Streympistólar eru ikki um­ fat­aðir í føroysku vápna­lóg­ ini, og kunnu heldur ikki fulkast undir nakra para­ graff. Tað staðfesti dómarin í sakar­málinum móti einum man­ni, ið hevði ein slíkan í varð­veitslu. Linda Hesselberg sigur, at tað ikki kom óvart á, at ákærdi varð fríkendur í tí viður­skiftinum. Hinvegin heldur hon, at tað avgjørt átti at verið ein áhu­gi hjá politikarunum, at fing­ið streympistólar um­ fat­að­ar av lógini. - Nú skal eg ikki siga, at alt, sum danir gera er rætt, men teir hava tað so um­fat­ að í sínum lógarverki, sigur Linda Hesselberg. Hon sigur, at teir eru so vandamiklir, at tað er kom­ ið fyri, at fólk eru deyð av at vera skotin av slíkum streym­pistólum. - So kann kjakast aftur og fram um, hvørt tað vóru hjarta­feilir, ið førdu til deyðs­føllini, men so vanda­ mikli­r eru teir, sigur Linda Hessel­berg. Í hvussu er nakað, ið lands­stýris­mað­ur­in við lógar­mál­um kann hugsa um. Streympistólar ikki umfataðir av lógini Streympistólurin virkar sum víst á myndini. Hann verður eisini róptur Taser Gun Hesir streympistólar eru fevndir av donsku lógini, og eru so vandamiklir, at teir hava tikið lívið av fólki í USA