hósdagur 31. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tolið er uppi. Avgerðin er tik
in.
Aksel V. Johannesen tyk
ist trýstur og lætnaður í
senn. Floksformaðurin er
somikið grønur í politikki, at
hann hevur hvørki aldurin,
royndirnar ella politiskt pon
dus at dúva uppá. Í somáta er
uppgávan hansara absolutta
sveinastykki.
Trýstið liggur á 40 ára
gamla formanninum, tí slíkt
stig er ikki tikið síðani Jákup
í Jákupsstovu varð tveittur
úr Javnaðarflokkinum eft
ir fólkaatkvøðuna í 1946.
Hinvegin hava markantu
meiningarnar og politisku
solotúrarnir
hjá
rebelska
løgtingsmanninum úr Skop
un leingi skøvað myndina av
leiðaraevnunum hjá Akseli V.
Johannesen.
- Bæði veljarir og aðrir
flokkar seta spurnartekin
við okkara flokk. Um vit í
heila tikið kunnu roknast
at vera ein stjórnarberandi
flokkur, tá tingmanningin
ikki kann standa saman í
týðandi málum. Tí snýr hetta
seg um trúvirðið á flokkin.
Aksel
V.
Johannesen
argumenterar fyri avgerðini,
ið leingi hevur verið á veg.
Hann viðgongur blankt, at
málið um Skálafjarðartunnil
in hevur útstillað veikleikar
nar hjá flokkinum.
Ljósini vóru ikki meira
enn slóknað eftir floks
leiðslufundin í Losjuni í
Havn 23. august, tá Gerhard
Lognberg aftur knústi mynd
ina av einum flokki við eini
greiðari støðu. Tí meðan
floksleiðslan
í
Javnaðar
flokkinum gav formanninum
sín fulla stuðul í at halda fast
um eina almenna loysn fyri
Skálafjarðartunnilin, so var
Gerhard
Lognberg
fram
haldandi til reiðar at lata
løgmanni og samgonguni
sína atkvøðu fyri privatu
tunnilsloysnini, um tað aftur
fyri kundi gagna Sandoyar
tunnlinum.
Uppskotið um misálit á
løgmann gjørdist enn meira
tyngjandi fyri formannin
í
Javnaðarflokkinum.
Meðan Bárður Nielsen og
Jákup Mikkelsen eftir fá
um minuttum og við tyngd
í orðunum kundu sannføra
løgtingið og Føroya fólk
um, at teirra flokkar fram
haldandi stuðla løgmanni,
so stóð Aksel V. Johannesen
trilvandi og vinglandi eftir.
Tí hóast formaðurin í Javn
aðarflokkinum hevði sett
sína undirskrift á uppskotið
um misálit, saman við for
monnunum í Tjóðveldi og
Framsókn, so kláraði Aksel
V. Johannesen tá avtornaði
bara at skava saman fýra at
kvøður innanfloks.
- Ja, tað var dropin, sum
fekk longu fulla bikarið at
flóta yvir, viðgongur Aksel V.
Johannesen.
Men
meðan
Gerhard
Lognberg nú er søga, so er
Kristin
Michelsen
fram
vegis partur av Javnaðar
flokkinum. Báðir atkvøddu
teir blankt, tá uppskotið um
misálit á løgmann kom til
atkvøðugreiðslu, stutt eftir
klokkan fimm, hósdagin 10.
oktober.
- Øll kunnu traðka við
síðuna av einaferð. Kristin
Michelsen hevur fingið at
vita, at tað var sera óheppið,
at hann ikki atkvøddi saman
við flokkinum í hesum máli.
Tað skal ikki henda aftur,
sigur Aksel V. Johannesen
avgjørdur.
Men hjá Gerhardi Logn
berg er kreditturin uppi. Tol
ið hjá formanninum er uppi.
- Tað hendir áhaldandi,
ferð eftir ferð, at hann gong
ur ímóti flokkinum. Tað
skaðar trúvirðið hjá flokki
num. Tí kann Gerhard Logn
berg ikki framhaldandi vera
partur av flokkinum og ímóti
flokkinum ísenn, argument
erar Aksel V. Johannesen.
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað var skjótt eftir løg
tingsvalið 29. oktober 2011,
at eygleiðarar fóru at ivast
í møguleikunum hjá Javn
aðarflokkinum
at
halda
fram í nøkrum samgongu
samstarvi. Tosað bleiv um
teir tríggjar ”vargarnar” hjá
Akseli, og tað við greiðari
adressu til Kristin Michel
sen, Hendrik Old og Gerhard
Lognberg. Tríggir tinglimir,
ið nýggi floksformaðurin
fór at hava trupult við at
stýra.
Tað bleiv tá avtornaði
eisini partur av grundgev
ingini hjá Kaj Leo Holm
Johannesen fyri at snara
til høgru, vraka Javnað
arflokkin og í staðin gera
samgongu við Fólkaflokkin
og Miðflokkin.
- Jú, tað er rætt. Tað var
tað, ið eg fekk at vita frá
løgmanni, tá hann eftir
løgtingsvalið valdi okkara
flokk frá, sigur Aksel V.
Johannesen og leggur aftur
at:
- Og tú kanst so siga,
at hann fekk rætt. Javn
aðarflokkurin hevur ikki
megnað at staðið saman
um avgerðirnar. Og megnar
ein flokkur ikki tað, so er
lætt at seta spurnartekin
við,
um
flokkurin
er
stjórnarberandi.
Aksel
V.
Johannesen
váttar myndina av einum
viknaðum Javnaðarflokki
eftir seinasta løgtingsval,
hóast tingmannatalið var
tað sama.
- Ja, tað hevði helst verið
truplari hjá Kaj Leo Holm
Johannesen at valt Javn
aðarflokkin frá í einum
samgongusamstarvi, um eg
hevði ein sterkari tingbólk,
váttar Aksel V. Johannesen.
Júst tvey ár eftir løg
tingsvalið er lagnuløtan
komin fyri Gerhard Logn
berg.
- Síðani valið hevur Kaj
Leo Holm Johannesen stað
ið á odda fyri tí mest høgra
vendu samgongu í nýggjari
tíð. Og tá kann eg sum
floksformaður ikki liva við,
at Gerhard Lognberg hevur
stuðlað løgmanni í málum,
har Javnaðarflokkurin ann
ars hevur tikið greiða frá
støðu frá politikkinum hjá
samgonguni, sigur Aksel V.
Johannesen.
Hóast vargarnir í ting
bólkinum vóru sagdir at
vera tríggir í tali, so kem
ur ikki upp á tal at koyra
hvørki Hendrik Old ella
Kristin Michelsen úr flokki
num.
- Tað skal vera vítt til
veggja og høgt til loftið í
Javnaðarflokkinum. Pláss
skal vera fyri ymsum mein
ingum, eisini í almenna
rúminum. Og tað skal vera
loyvt at vera ósamdur. Men
tá ein niðurstøða er gjørd,
og meirilutin hevur tikið
eina avgerð, so má og skal
tingbólkurin
fylgja
hesi
niðurstøðu, argumenterar
Aksel V. Johannesen og vísir
á innanhýsis leiðreglur um
júst tað sama.
Kanst tú veita vissu fyri,
at Javnaðarflokkurin tosar
við einari rødd, bara tí at
Gerhard Lognberg verður
koyrdur úr flokkinum?
- Tað kann eg sjálvandi
ikki garantera í allar ævir.
Men tað er púra greitt, at
flokkurin skal virða avgerð
irnar
hjá
meirilutanum.
Stór mál verða viðgjørd
í floksleiðsluni. Og tá ein
niðurstøða er gjørd, so skal
tingbólkurin fylgja henni,
endurtekur Aksel V. Johan
nesen.
Tað er sjónligt, at ving
luta myndin av Javnað
arflokkinum
irriterar
floksformannin. Trilvandi
politikkurin, har flokkur
in ferð eftir ferð tosar við
tveimum tungum í prinsi
piellum málum, skal halda
uppat.
Arvurin
Løgtingsmaðurin úr Skop
un, ið fyllir 63 ár Allahalg
annadag, varð fyrstu ferð
valdur á løgting í 2002. Hann
er ein royndur politikari,
eyðkendur fyri at vera
treiskur og standa við sítt.
Aksel V. Johannsen ásannar
eisini, at hann frá fyrsta
degi sum floksformaður átti
at kent politikaran Gerhard
Lognberg og tað, ið hann
stendur fyri.
- Eg havi roynt at tosa
við Gerhard. Men tað hev
ur verið sera trupult, tá
flokkurin
hevur
gjørt
niðurstøður, og Gerhard
ikki hevur hildið tær. Í so
máta hevur flokkurin og
harvið eg sjálvur helst sæð
millum fingrarnar ov leingi,
ásannar Aksel. V. Johanne
sen og heldur fram:
- Møguliga hevur man
ikki torað at tikið fatur í
trupulleikan,
men
helst
hevur man vónað at støðan
fór at batna.
Er tað ikki tekin um ein
veikan formann?
- Tað er møguligt. Tað
mugu onnur meta um. Men
Vargarnir
Hóast tingmannatalið var tað sama áðrenn,
so gjørdi samansetingin av tingbólkinum eftir
løgtingsvalið Javnaðarflokkin veikari, ásannar
Aksel V. Johannesen, sum nú tekur avleiðingarnar
Ein formaður
sær reytt
Hálvt triðja ár eftir at Aksel V. Johannesen tók við
leiðsluni í Javnaðarflokkinum stendur 40 ára gamli
floksformaðurin framman fyri síni størstu, politisku
avbjóðing. Vinglandi politikkurin, har flokkurin
tosar við tveimum tungum í grundleggandi málum,
skal halda uppat. Trúvirðið og álitið á flokkin
skal endurvinnast. Og tí skal løgtingsmaðurin
Gerhard Lognberg tveitast úr flokkinum