hósdagur 31. oktober 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
FAKTA:
nú er tíðin komin til at vit
skulu virka sum ein flokkur.
Hevur tú gjørt nóg mikið
fyri sleppa undan tí støðu
at koyra ein løgtingslim úr
flokkinum?
- Jú, eg havi roynt. Eg
havi enntá givið honum ráð
um sjálvur at fara úr flokki
num. Eftir mínum tykki
hevði tað verið mest virði
ligt. Men tað vildi hann ikki.
Sambært
Akseli
V.
Johannesen
er
Gerhard
Lognberg blivin ein vaks
andi trupulleiki fyri Javnað
arflokkin, serliga síðsta árið.
- Men samstundis er tað
eingin loyna, at hetta er
ein gamal trupulleiki inni í
Javnaðarflokkinum, sigur
Aksel V. Johannesen.
Sigur tú at tú hevur
arvað ein trupulleika frá
fyrrverandi formanninum,
Jóannes Eidesgaard, sum
einki gjørdi við Gerhard
Lognberg?
- Eg kann bara staðfesta,
at Gerhard Lognberg tók
seg burtur úr CHE-sam
gonguni í 2008, og í tí sam
bandi kallaði hann sín
floksformann og løgmann
fyri bæði eitt og annað av
tingsins røðarapalli, sigur
Aksel V. Johannesen og
heldur fram:
- So ja, sæð í bakspeglið
átti hetta stigið væl at verið
tikið fyri fleiri árum síðani.
Jón Brian Hvidtfeldt
Aksel V. Johannesen hevur
fleiri ferðir gjørt greitt, at
Javnaðarflokkurin fer ikki í
samgongu við Fólkaflokkin.
Nú hevur floksformaðurin
harafturat verið við til at
minka sín egna flokk úr
seks niður í fimm tinglimir.
- Javnaðarflokkurin er í
andstøðu, og einki bendir á,
at vit koma í samgongu fyrr
enn eftir eitt løgtingsval. So
okkara ávirkan er avmark
að. Í somáta er lítið broytt,
um vit eru fimm tinglim
ir, heldur enn seks. Ikki
minst, tá vit ikki standa
saman um politikkin. Mín
uppgáva er at byggja ein
flokk, ið veljarar og møgu
ligir samstarvsflokkar kun
nu hava álit á. Ein flokk,
ið stendur saman um sína
grundhugsjón og prinsipi
ellu málini, sigur Aksel V.
Johannesen.
Floksformaðurin ásannar,
at timingin kundi verið betri.
- Jú, tað hevði óivað ver
ið betri at gjørt tað fyrr í
valskeiðnum. Men hinveg
in vildi flokkurin geva Ger
hardi Lognberg ein kjans.
Tað ber ikki til at koyra ein
løgtingslim úr flokkinum í
óðum verkum. Men tað ber
heldur ikki til at fara til val
við tí støðu, sum flokkurin
er í, har fleiri ymiskar mein
ingar eru um prinsipiell
mál.
Hóast
Javnaðarflokk
urin nú er ein minni flokkur,
so heldur Aksel V. Johanne
sen fast um hørðu kósina
mótvegis Fólkaflokkinum.
- Eg trúgvi snøgt sagt
ikki uppá, at tað ber til at
føra javnaðarpolitikk sam
an við Fólkaflokkinum.
Men Javnaðarflokkurin
hevur tó samstarvað nógv
við
Fólkaflokkin,
síðstu
mongu árini?
- Tað er rætt. Men eg
trúgvi eisini, at farnu tíðar
skeiðini í samgongu við
Fólkaflokkin hava kostað
Javnaðarflokkinum
dýrt,
svarar Aksel V. Johannesen.
Fyribils hevur formað
urin í Javnaðarflokkinum
tó annað at berjast við enn
Fólkaflokkin. Hann skal
prógva, at tað er rætt at
koyra ein løgtingslim úr
flokkinum, fyri fyrstu ferð
síðani 1946. Hann skal próg
va, at hann nú kann stýra
sínum tingbólki. Hann skal
fáa sín flokk at veksa seg
væl størri enn fimm ting
limir, ið er tað minsta síðani
løgtingsvalið 1994.
-
Limafeløgini
kring
landið ynskja, at Gerhard
Lognberg verður koyrdur
úr
Javnaðarflokkinum.
Flokkurin hevur valt meg til
formann, og tað er mín upp
gáva at fremja tað í verki.
Tað er sjálvandi ikki ein
hugalig uppgáva, men tað er
eftir mínum tykki neyðugt.
Annars er flokkurin ikki
annað enn ein forsamling
av einstaklingum, ið gera,
hvat tey vilja. Skulu vit gera
okkum nakrar vónir um
at koma í samgongu eftir
næsta val, so skal allur ting
bólkurin standa aftan fyri
tær avgerðir, ið vera tiknar,
sigur Aksel V. Johannesen.
Avgerðin um at koyra Gerhard Lognberg
úr Javnaðarflokkinum skal slóða fyri at
Javnaðarflokkurin aftur kann takast fyri fult og
harvið fáa ávirkan, sigur Aksel V. Johannesen
Ávirkan
Sjey limafeløg heittu hósdagin 31. oktober
á floksleiðsluna í Javnaðarflokkinum um
at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum.
Talan er um Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag,
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag,
Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Vága
Javnaðarfelag, Eysturoyar Javnaðarfelag,
Norðoya Javnaðarfelag og SU-Sosialistisk
Ung.
Floksleiðslan er tingmanning floksins,
møgulig landsstýrisfólk og fólkatingslimir,
politiskt valdir borgarstjórar, starvsnevndin
og limafeløgini kring landið, ið hava
umboðan eftir limatali. Floksleiðslan í
Javnaðarflokkinum er í løtuni 34 fólk.
Leygardagin 2. november skal floksleiðslan
taka støðu til, um Gerhard Lognberg skal
koyrast úr Javnaðarflokkinum. Avgerðin
verður tikin við vanligum meiriluta. Tí er
greitt, at sandoyartingmaðurin missir sín
limaskap í Javnaðarflokkinum og gerst
uttanflokkatingmaður.
Meira á næstu síðu