hósdagur 31. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Gerhard Lognberg hevur lít
ið gott at bera sínum skjótt
fyrrverandi floksformanni,
eins og hann heldur lítið um
grundgevingarnar fyri at
koyra seg úr Javnaðarflokki
num.
- Aksel V. Johannesen er
ein vánaligur leiðari, sum
rennur aftaná Tjóðveldi. Tí
havi eg ofta umhugsað sjálvur
at fara úr Javnaðarflokkinum,
sigur Gerhard Lognberg
Sandoyartingmaðurin
dylur ikki fyri, at honum
hóvar illa førda politikkin,
har Javnaðarflokkurin í and
støðu í fleiri umførum hevur
roynt at gera felags front
saman við Tjóðveldi.
- Flokkurin er stýrdur av
og rennur aftaná Tjóðveldi í
at kalla øllum málum, sigur
Gerhard Lognberg, sum ferð
eftir ferð hevur verið í and
støðu til sín egna flokk.
Málið um Skálafjarðar
tunnilin hevur verið eitt
sjónligt dømi um tað, eins og
sandoyartingmaðurin held
ur tað vera langt úti, at ein
tinglimur úr Javnaðarflokki
num sleppur at leggja fram
uppskot um at broyta hjún
arbandslógina, soleiðis at
hon eisini rúmar samkynd.
- Her er talan um eitt upp
skot, sum er áveg, og sum
sprettir burtur úr pørtum
av Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldinum. Eitt uppskot,
sum eg ongantíð komi at
taka undir við, sigur Gerhard
Lognberg avgjørdur.
Tá avtornaði var tað hans
ara leiklutur í málinum um
Skálafjarðartunnilin,
sum
sambært floksformanninum
fekk tað frammanundan fulla
bikarið at flóta yvir. Gerhard
Lognberg noktaði at atkvøða
fyri einum misáliti á løgmann,
hóast Aksel V. Johannesen var
millum uppskotsstillararnar:
- Eg haldi framvegis, at
samgongan hevur verið so
mikið positiv fyri Sandoyar
tunnlinum, at tað vildi verið
ein ljót og gráin tøkk frá mær,
um eg hevði atkvøtt fyri ein
um misáliti á løgmann, sigur
Gerhard Lognberg.
Umhugsað at fara
Sjálvur sigur sandoyarting
maðurin seg ofta hava um
hugsað at fara burtur úr
Javnaðarflokkinum.
Hann
hevur ikki kent seg væl í
flokkinum, ið hann hevur
umboðað á løgtingi síðani
2002.
- Eg havi óteljandi ferðir
hugsað um at bara at fara úr
flokkinum, tí hetta var einki
verandi stað fyri meg, sigur
Gerhard Lognberg.
Nú verður hann í staðin
tveittur úr flokkinum.
- Nei, tað síggi eg als ikki
sum nakra eyðmýking. Eg
eri valdur av fólkinum, og eg
havi nøkur grundsjónarmið,
ið eg haldi vera røtt og ikki
vil víkja frá. Eg havi oftani
givið meg í málum, har eg
havi verið ósamdur. Men
nøkur principp fær eingin
flokkur meg at bukka undir,
sigur Gerhard Lognberg.
Men mást tú ikki, sum
partur av einum flokki, virða
avgerðir hjá meirilutanum í
flokkinum?
- Jú, tað kunnu tey, sum
nú vilja koyra meg úr flokki
num, hava rætt í. Men sum
fólkavaldur persónur fari
eg ongantíð at taka undir
við málum, har eg eri full
komiliga sannførdur um tað
øvugta.
Men hví er ikki neyðugt
hjá tær at virða avgerðir hjá
meirilutanum?
- Tú sær í øllum øðrum
flokkum, at fólk eru ósamd.
Men fyri tað verða tey ikki
koyrd úr flokkinum. Men
tað er so tann loysnin, ið for
maðurin í Javnaðarflokki
num hevur valt nú, svarar
Gerhard Lognberg.
Konfrontatiónin
Tá avtornaði vóru tað sjey
limafeløg, sum í felag orð
aðu uppskot til floksleiðslu
na um at taka limaskapin
frá Gerhardi Lognberg. Men
sjálvur er sandoyartingmað
urin sannførdur um, at tað er
floksformaðurin, ið stendur
aftanfyri.
- Hetta var ikki tann mest
virðiligi mátin. Eg havi sjálv
ur verið leiðari í eftirhond
ini nógv ár, og eg haldi meg
hava eina hóming av, hvussu
man eigur at fara við fólki.
Men her hevur formaðurin
krógvað seg aftan fyri lima
feløgini, ið hann hevur fingið
til at gera tað skitna arbeiðið
fyri seg, sigur Gerhard Logn
berg og heldur fram:
- Skal eg vera vónbrotin
av nøkrum, so er tað av for
manninum. Tí formaðurin
hevur ongantíð torað at sagt
nakað sjálvur. Hann hevur
altíð gingið rundanum.
Tú heldur ikki at hann
hevur torað at tikið konfron
tatiónina við teg?
- Nei, tað hevur hann
ongantíð torað. Hann hevur
altíð krógvað seg burtur.
Hvat skal man brúka ein
sovorðnan leiðara til, spyr
Gerhard Lognberg retoriskt,
áðrenn hann leggur afturat:
- Nú hevur hann so biðið
onnur um at gera skitna ar
beiðið fyri seg, og tey hava
gjørt tað.
Tað er greitt, at eftir floks
leiðslufundin leygardagin er
Gerhard Lognberg fortíð í
Javnaðarflokkinum.
Komandi
uttanflokka
tingmaðurin hevur tó enn
ikki tikið avgerð um sína
politisku framtíð.
- Nei, gongst sum vænt
að, so eru tvey ár til løg
tingsvalið, so eg havi góða
tíð at hugsa meg um, sigur
Gerhard Lognberg, sum ikki
fæst at siga, hvørt hann fer
at royna at koma upp í ein
annan flokk.
Skopuningurin stendur við sítt
- Aksel V. Johannesen er ein veikur leiðari, sum ikki torir at taka eina konfrontatión sjálvur, men í staðin
goymir seg aftan fyri lokalfeløgini, sigur Gerhard Lognberg. Løgtingsmaðurin stendur við sínar avgerðir, hóast
manglandi virðing fyri meirilutanum innanfloks til seinast kostaði honum limaskapin í Javnaðarflokkinum