Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg vil hervið skriva nakrar linj­ur um vermóður mína Snjó­frida Vilhermina Thom­ sen, fødd Arnason, sum and­ a­ð­ist 96 ára gomul á Gerðis­ garði í Skálavík. Hvør var henda kvinna, jú móður hennara var úr Sanda­vági og pápin var ís­ lend­ing­ur. Jú, eg sat mangan undir, tá hon kom inn á sítt lív, men tað gleða lindi kundi nokk eingin taka frá henni. Og altíð sá hon tað posi­ tiva og deildi tað við onnur. Skarðin, sum fylgdi hesu gomlu kvinnu til henn­ara hvíldarstað, vísti at Vil­her­ mina var væl dámd í heim­ bygdini Skopun. Lívsins skúli hevði gjørt hesa kvinnu kontanta! Hon segði tað, sum hon ætlaði, ballaði ikki nakað inn. Tá hon var 3 ára gomul, doyði pápi hennara, Karl Arna­son. Tá Vilhermina varð 14 ár, misti hon mammuna, beint áðrenn hon varð fermd, tá tók hon húsið uppá seg, sam­ an við sjúka beiggjanum Andri­as og kláraði tað til fuln­ar. Tað hevur ikki verið nemt, og tað var tað ikki sambært henni sjálvari, hon rósti ofta Olivur og Petri fyri eina út­ rætta hond. Eisini hoyrdi eg hana rósa Jens Marius Poulsen, at vera til hjálp um okkurt var áfatt. Jú, Vilhermina plagdi at taka skemtandi til, at eingin doyr av arbeiði. Sum 20 ára gomul giftist Vilhermina við Jóhannis Thom­sen, pápi hansara var av Sandi og æt Jóhan Pet­ ur, hann var av raskastu út­ róðrar­monnum. Mamman var úr Skopun, æt Jóhanna. Forledrini vóru úr Gøtu, Jákup og Elsupa, ættað úr Koltri. Vilhermina og Jóhannis fingu 2 dreingir og 3 gentur, Karl, Johannis, Jacobina, Arna og Jóhanna. Tey settust í búgv niðri í húsunum, sum Jógv­an Djúr­ huus, sonur sjóðarbóndan hevði bygt. Tað sigst, at hann gekk norður til Skopunar at byggja húsið, ígjøgnum 7 ár. Hann var nevndur prest- Jógvan. Í 1984 vórðu húsuni um­ væld, øll sum tey vóru, og gleddi­st hon um hesu nærum nýggju húsini og takksemi lýsti av henni. Hon dugdi væl at fáa pen­ingin at strekkja, finans­ ministari var hon góður. Eitt, sum ikki skal gloym­ ast og setast undir skeppuna, var hennara lív, sum ein be­ kennandi trúgvandi kvinna, hon vísti á dag og tíma, tá hon tók ímóti Jesusi og í sann­heit livdi hon lívið sum ein trúgvandi. Hon forsømdi einki møti, hon gekk í Missjónshúsið í Skopun og har hoyrdist rødd hennara prísa Jesunavni. Hon elskaði sangin “Eg má hava Jesus við mær”, sum ommusonur hennara sang so meistarliga í kirkjuni. Hvør var maður Vilher­ minu, ella verpápi mín. Hann gjørdist illa sjúkur av tuberklum, beint tá hann skuldi til skips saman við son­inum, sín fyrsta túr, skip­ ið var “Dosea”. Henda hervuliga sjúka gjørdi, at hesin prúði maður nærum ikki kom fyri seg aftur, men tó róði hann út. Eg minnist hann hjartagóðan. Tá pápin var burtur, fór eg ofta til hansara at biða hann til dømis, knýta mær pilkin undir tráðuna. Jú, eg minnist hann, sum eitt gott fólk, og var hann sera barngóður. Eg minnist hann, síni síðstu ár ganga til Guðsorð í Betania, eisni til hvørt bønar­ møti. Jóhannis doyði 71 ára gam­al, eftir at hann kom til skaða á gamalsaldrinum. Friður veri við minn­inum um verforeldur míni. Gerhard Til minnis um vermóður mína Vilherminu Thomsen Aftast frá vinstru: Sofuus Lognberg, Arnar Lognberg. Fremst frá vinstru: Julien Johan A. Lognberg, Arna Lognberg og Vilhermina Thomsen Føðingar 15. oktober bleiv Búgvi stóribeiggi at tvíburðum. Tveir beiggjar, ið eita Brandur og Rókur. Teir vigaðu 3150 gr. og 2370 gr. og vóru ávíkavist 50 cm og 47 cm langir. Foreldrini eru Beinta & Terji Lervig, Leirvík. 4. oktober fingu Rógvi Jacobsen og Fríða Næs, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3910 gr. 14. oktober fingu Joan E. Justinussen og Dan L. Jensen, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2850 gr. 23. oktober fingu Beinta og Torkil Justinussen, Leirvík, ein son. Hann vigaði 3790g og var 52 cm langur. 11. september fingu Belinda Sigmundsdóttir Berg & Kári Skibenæs, Argjum, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2610 gr. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 80 ára degi mínum 14. august. Harrin signi tykkum øll. Judith Mortensen Porkeri Tøkk Hjartaliga takk øll tit, ið mintust til mín á mínum 80 ár føðingardegi 23. september. Heilsan Alma Petersen Klaksvík