hósdagur 31. oktober 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gávuríkur vágbingur
fyllir sjeyti
– Ein heilsan til okkara elskaða Robert Mc. Birnie
Sørvingur, vágbingur, eing
ilskmaður,
gentlemaður,
undirhaldari,
tónleikari,
skemtari og lærari. Soleiðis
kundu vit hildið á at reksa
upp eina rúgvu av orðum
um Robert Mc. Birnie, enska
sørvingin úr Vági, men so
høvdu vit ikki fingið alt tað
við í heilsanina, sum vit so
fegin vilja senda tær nú, tú
rundar tey sjeyti.
Góði pápi, abbi, verfaðir og
maður hjartaliga til lukku við
runda degnum 1. november
2013.
Familjan
Mamma tín, Kristina úr Sør
vági, var ein av føroysku
kvinnunum, ið fekk sær
enskan sjeik undir krígnum.
Hon var mild, blíð, musikalsk,
skemtilig og hevði ikki minst
ein nýmótans hugsanarhátt.
Tá pápi tín Robert flutti aft
ur til Onglands, gjørdist
Kristina einlig mamma og
flutti saman við tær til Vágs
at búgva, har hon giftist vág
binginum Edmundi Petersen.
Saman við honum fekk hon
tínar yngru systrar Lailu
og Heidi. Pápi tín giftist í
Onglandi og fekk fimm børn,
3 synir og tvær døtur. Áðrenn
hann kom til Føroya, átti
hann eisini eina dóttur, sum
í dag býr í Australia.
Tú hevur fingið samband
við alla tína eingilsku familju
– eisini eldru systrina í
Australia, sum tú sást fyrstu
ferð í 2008. Nú hevur tú eisini
syrgt fyri, at bondini ganga
í arv til næsta Mc. Birnie
ættarlið. Hetta hevur tú bara
gjørt, næstan uttan at nak
ar hevur varnast tað, tí tú
ger alt í tí stilla. Stillisliga
og yndisliga flytir tú ting, og
nakað nýtt sprettur upp, og
so er tað bara har knappliga.
Flott!
Persónurin
Eyðmjúkur, róligur, friðarlig
ur, skemtiligur, heitur, kær
ur, vakur og egin. Tú hevur
altíð verið øðrvísi – bæði
sum pápi, maður og abbi.
Eingilskmaðurin í tær er
gentlemaðurin, vit kenna.
Tað er tann høviski og væl
klæddi maðurin, ið hevur ta
áskoðan, at ítróttarklæðir
eru til ítrótt, og skalt tú á
matstovu, ert tú altíð “dress
ed for dinner”. Tú elskar
enskar
spenningsfilmar
og undirhaldssendingar og
gongur høgt upp í, hvussu
tú skeinkir te í tesíl, og so
ert tú altíð “organized”. Ein
modernaður maður og pápi
við passión fyri so nógvum
ymiskum so sum matgerð,
ítrótti, tónleiki og skemti, og
sum altíð hevur verið luttak
andi í øllum heima.
Ítrótturin
Fótbóltur, VB, B36, Tottenham,
flogbóltur og nú svimjing
nærum hvønn einasta dag.
Tú hevur lagt nógva orku
í serliga ítróttarfelagið VB,
har tú millum annað hevur
spælt á besta liðnum og
verið venjari. Tit vóru tá ein
framúrskarandi greipa har
suðuri, sum løgdu tykkara
sál í VB. Nakað øll nutu gott
av í mong ár aftaná.
Svimjingin um dagarnar
fyllir nú allarmest hjá tær og
ikki minst prátið um politisk
mál við “the usual suspects” í
hitarúminum.
Arbeiðslívið
Tú ynskti sum ungur at
vera skipsførari og sigla úti
í heimi. Tú gjørdist lærari
ístaðin, og tað hevur eisini
dámt tær væl og fall tær
serstakliga lætt. Fleiri ferðir
hava næmingar heiðrað teg
sum “ársins lærara”. Sjó
manslívið slepti tó ikki tær,
og ert tú fleiri ferðir sloppin
at royna teg sum sjómann og
kokk “far from the Madding
Crowd” umborð á føroyskum
skipum – ja bæði sluppum,
línubáti og trolarum. Vit
kunnu nevna sluppuna Jo
honnu, Gásholm, Polarborg
og Enniberg.
Tónleikurin
Tónleikurin hevur fylt nógv.
Tað vita vit. Red Boys, Faroe
Boys, Jákup, Robert og Ólavur
og Robert og vinmenn. At
liva saman við tær hevur giv
ið okkum tónleik langt inn
undir húðina. Vit hava lært
nógv og kunnu vit siga, at
vit onkursvegna hava flotið
runt í einum upplivilsis
heimi saman við tær, har vit
hava heilsað uppá og hitt
nógv serstakliga áhugaverd
fólk í føroyska og útlendska
tónleika-
og
undirhalds
heiminum. Takk fyri tað.
Skemtarin
“Humor ist der Schwimm
gürtel auf dem Strom des
Lebens”. Soleiðis segði vin
maðurin Hjørleif Enni sáli
um humor. Líka nógv sum
tónleikurin, hevur skemt havt
at týða fyri teg. Nýggjárs
skemt í Vági, veðragildið í
Framtíðini í Vági og undirhald
til óteljandi veitslur. Og tú
verður enn umbiðin, nú tú
er 70. Fólk spyrja oftani,
hvaðani íblásturin kemur øll
hesi árini. Tað stuttliga er, at
tú sært sketsjur í so nógv
um – ja dagliga hugsar tú í
sketsjum og sær alt fyri tær
beinanvegin. Soleiðis skapar
tú áhaldandi nýggjar “figur
ar” til undirhaldið og søgur
og sangir.
At enda enn eina ferð
hjartaliga til lukku við deg
num. Vit elska teg!
Ein heilsan frá
konu, børnum við makum
og abbabørnum
80 ára føðingardagur
Mikudagin 6. november verður Hans Jacob Andre
asen Klaksvík (vanliga nevndur Hans Jacob hjá Skop
uninginum) 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin
9. november fra kl 17 í hølunum hja Klaksvíkar Hús
møðrafelag, Bøgøtu 3. Øll eru vælkomin.
70 ára føðingardagur
Týsdagin 5. novembur verður Magnus Jensen,
Sunnbøur, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin
16. novembur í Samkomuhúsinum frá kl. 13.00 til
18.00.
Brúdleyp
Leygardagin 12. oktober giftust í Herning kirkju Anne
Birgitte Haahr Andersen, Herning, og Meinhard
Djurhuus, Innan Glyvur.
Prógv
Tann 22. oktober vardi Tórur Andreassen, civilverk
frøðingur av Argjum Ph.D ritgerð við heitinum:
Ultrasonic Microphone Arrays for Bat Bioacoustics
Using Applied Open Source Solutions á Syddansk
Universitet í Odense.
1. november
Fyrsti november hátíðardagur í mótsøgn,
nøvnini høgd inn í grót, eins og hesin lagnudagur
er meislaður í sinnið teim avvarðandi,
andsøgnin er, at betur er at hava átt ein so háttvirdan
enn ongantíð hava kent ein.
Meiningsleyst haldi eg, hvørja ferð tað óvæntað rakar,
tað er ein meining við øllum fyri onnur.
Soleiðis er lívið.
A.E.í Kálvalíð