Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Okkara løgmaður Heri Mohr Í 5 ár hevur okkara løgmað­ ur itið Kaj Leo Johannesen. Og í hesu 5 árini hava teir sjálvkravdu ”røttu før­oy­ing­ arnir” áhaldandi æru­meitt løg­mannin skrivliga og munn­liga við øllum niðr­andi, æru­meiðandi lýsingar­orð­um, sum hugsast kunnu. Har hev­ur als einki mark verið. Naivur og býttur hevur hann eisini fingið slongt eftir sær. Berghol og undirsjóvar­ tunlar hava í mong, mong ár verið eitt politiskt viðbrekið máls­øki, og tað fer tað vænt­ andi framhaldandi at verða í mong ár. Feskasta dømi er ein komandi Sand­oy­ar­tunnil og Eysturoyar­tunn­il, sum hava verið politiskt kland­ursmál í kanska meira enn 10 ár. Tá ið tað politiska stríð­ið um hesar nevndu tunn­lar kom í crescendo fyri nøk­rum mán­aðum síðani – hví, tað veit hvørt mansbarn – upp­ stóð ein sonn hetz­kampagna móti okk­ara løgmanni so væl skip­að, at einki barn skuldi ivast í, at løg­mað­urin, Kaj Leo Johannesen, er størsti skurk­ur og lygnari í Føroy­ um. Hetzið er væl stuðlað av okkara almenna sjónvarpi saman við juristum, ið vóru ”in” sum ráðgevarar v.m. til ørvitisíløgur við slangum í lands­kassanum 1980-1992. Tá endaðu sum kunnugt Før­oyar og føroysk heim so synd­arliga á skafottinum. Men nú, næstan 30 ár seinri, skal okkara løgmaður avrættast. Processin fer fram í løg­ tin­ginum fyri opnari mikro­ fon: Ákærdi hevur fingið sess inni í løgtingssalinum. Hann situr leysur á einum stóli. Við ongum hondjørnum um skøvningarnar ella ketum um øklarnar. Men blide stunder det har alle. En Fange sitter paa Kjærre og kjører til Skafottet, en Spiker gnag­ er ham i Sætet, han flytter sig og føler det mere behagelig. (Knut Hamsun) Í einar 6 tímar hoyrdi hvørt mansbarn í Føroyum og ann­ ars víða umborð á skipum, at Kaj Leo Johan­nesen var ein lygnari, sum eingin kundi taka fyri fult. Lygnari og onn­ ur vanærandi predikat vórðu áhaldandi aftur og aftur heft á ákærda. Sjónprocessin í løg­tingi­ num endaði við atkvøðu: Ein tryggur meiriluti rehab­il­iter­ aði ein sálarliga illa við­farnan løgmann. At fólk í tí almenna sjónvarpinum ikki kenna ella duga comme il faut, er teirra skomm. Janus yrkti: Ver sterk mín sál á køldu náttarvakt, har eingi altarljós til gud­ar brenna, har hvør ein vón av fann­ kava varð takt, og hjarta ongan hita meir kann kenna; (………..) Sjónleikurin EN FOLKE­ FIENDE hjá Henrik Ibsen endar við, at Dokter Stock­ mann sigur við konu sína: ”Ja, jeg tør si så stort et ord at nå er jeg en av de sterkeste menn i hele verden.” (…) ”Hysj dere skal ikke tale om det ennå; men jeg har gjort en stor opdagelse. Sag­ en er den, ser dere, at den sterk­esta mann i verden, det er han som står mest alene.” Fru Stockmann (smiler og ryster på hovedet). ”Å du Thomas –! Eina aðrastaðni í nevnda sjón­leiki sigur Dokter Stock­ mann: ”De kan tro meg, om De vil; men sannheten er slett ikke noen sådanne seig­liv­ ede metusalemmer, som folk bilder seg inn. En normalt bygget sannhet lever – la meg si – i regelen 17 – 18, høyst 20 år; sjelden lenger. Men slige alderstegne sannheter er alltid forskrekkelig skinn­ magre. Og alligevel er det først da at flertallet gir seg i ferd med dem og anbefaler dem til samfunnet som sunn ånde­lig føde. Men det er ikke stor næringsverdi i den slags kost, kan jeg forsikre dere; og det må jeg som leke forstå. Alle disse flertallssannheter er å ligne med fjor­gammel speke­mat; de er liksom harske, ulne, grønnsaltede skink­er. Og derav kommer all den moralske skjørbuk som grasserer rundt om i sam­funnene.” Hetta kann minna okk­um á, at støðið undir loys­inga­r­ øsingini í Føroyum er: ein 450 ára gomul norsk lóg og ein ivasom fólkaatkvøða í Før­ oyum fyri 67 árum síðani. Í morgin, leygardagin 2. no­ vember, verður Thomas Lenvig í Klaksvík 90 ár. Hann var í síni tíð lærari og blað­ stjóri, og hann hevur fingist nógv við at leggja til rættis og skriva bøkur og rit. Tummas er ættaður úr Hesti. Foreldrini vóru Sú­ sanna Malena, fødd Joensen, og ættað úr Nólsoy og Hans Frederik Lenvig fiskimaður í Hesti. Eftir at hann í 1940 hevði tikið preliminerprógv í Havn, arbeiddi Thomas fyrstu krígs­ árini í Íslandi. Í 1946 tók hann prógv á Føroya Læraraskúla, og næstu árini var hann vikarur í Bø og Gásadali og í Klaksvík. Eftir at hava verið lærari í Leynum í eitt ár varð hann í 1950 settur í starv í Norðdepli. Seks ár seinni flutti hann til Klaksvíkar, har hann var lærari fram til 1987, tá ið hann legði lærarastarvið frá sær. Umframt lærarastarvið í fólkaskúlanum røkti Thom­ as aðrar avbjóðingar og upp- gávur. Í tíggju ár var hann lærari í handisskúlanum í Klaks­vík, hann greiddi fleiri minningarrit hjá Norðoya Sparikassa til prentingar, og hann legði í 1972 til rættis útgávu av savni Símun M. Zachariasens - Ein yrkjari á útoyggj. Thomas er sjálvstýris­ mað­ur, og í fýra ára skeið­ num 1963-1967, tá ið sjálv­ stýris­flokkurin var partur av sjálvstýrissam­gonguni, var hann blaðstjóri á Tinga­ krossi. Thomas var giftur við Mal­uni Zachariasen, dótt­ ur Kathrinu Mariu og Sím­ un Petur Zachariasen, sum var tingmaður fyri sjálv­ stýris­flokkin, fyrsti blað­ stjóri á Norðlýsinum, ein av stovnarunum av Norðoya Sparikassa, umframt at hann røkti lærarastarv í Klaksvík. Kathrina Maria og Símun Petur bygdu uttanfyri vev­ skúlan og omanfyri Oyra­ vegin. Malan og Thomas bygdu omanfyri hjá teimum gomlu, og har býr Thomas framvegis. Nú eru tað longu nógv ár síðani, hann misti konuna. Tey bæði fingu tvær døtur – Súsanna og Mildrid. Tað var dyggur smeitur hjá Thomasi, tá ið hann misti yngru dóttrina. Merkisvert við Thomasi er tað, at hann, eftir at hava biðið lærarayrkinum farvæl, fór at útbúgva seg meiri, og at hann seinastu árini hevur givið fleiri bøkur út. 1977- 1978 var hann á ársskeiði á Føroyamálsdeildini, seinni tók hann exam.art. í norð­ ur­lendskum máli og bók- mentum, og í 1991 tók hann cand.phil prógv. Síðani hevur hann út­givið Fyrsta føroyska skald­søg­an, Frælsmannamál, Framtakssemi í andgletti, Tá ið føroyskt málstrev byrjaði og Viljans verk æt fólksins frami. Hóast høga aldurin er Thomas virkin, og saman við súkkluni er hann framvegis partur av býarmyndini. J Thomas Lenvig 90 ár Diamantbrúdleyp Týsdagin 5. november hava hjúnini Marita og Elibert Joensen í Oyndarfirði verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin heima saman við børnum og barnabørnum. Gullbrúdleyp Leygardagin 16. novembur hava hjúnini Marjun og Hans Jákup Í Kollsbyrgi verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á degnum. Tey ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið eru hjartaliga vælkomin í EB-húsið ímillum 12.00-17.00. 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 1. nov. verður Marna Nolsøe Joensen á Eiði 85 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Marnu, eru væl­komin til drekkamunn í missi­ óns­húskjallaranum millum kl. 14 og 18.