Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðlafólk, serliga á loftmiðlum, tykjast í alt størri mun hava trongd at varpa ljós á seg sjálvan, heldur enn evnið, ið tey eru sett at lýsa og greina fyri lurtarum og hyggj­arum. Vit kunnu kanska flokka fyribrigdið undir nútímans narcisismu. Hettta at halda nógv av sær sjálvum. Tað tykist, sum vilja øll í dag fegin standa nakin, fyri at fáa sínar 15 minuttir í ljósinum. Hetta heldur ódámliga, og heldur óføroyska fyri­ brigdið, sleppa vit øll í dag at íðka á facebook. Men sjálvs­framsýningin fær ein annan dám, tá miðla­fólk í loftmiðlunum dyrka seg sjálvan, ofta fyri al­menna løn, heldur enn at tæna fólkinum, og fylgja kall­in­um um at halda eitt vakið eygað við øllum sam­felags­viður­ skiftum. Tað løgna er tó, at ofta kemur henda sjálvsframsýning best til sjóndar í royndum at avdúka eitthvørt. Kanska onkra politiska gølu. Tað vil siga, at júst í royndini at spæla 4. statsvaldið, fer alt av sporinum, tí fokus og upp­tøkulinsan peikar ikki rættan veg. Og harvið er tað júst við flestu hyggjarum, at fólksins útsendu snáva, tí sjálvgleðin og sjálvgreðin gerst ov tung byrða, og ryggurin er ov veikur, so góð gomul før­oysk eyðkenni, so sum moralur og eyðmýkd, verða blakað fyri bakka. Ein leikari, ið ikki sannførandi fer eftir bóltinum, men heldur hugsar um hár og um at tekkjast áskoðarum, kann skjótt detta um strikurnar á víðvøllinum. Trúvirðið minkar stigvíst, so hvørt sjálvsmyndin køvir ætlaða innslagið um eitthvørt evni, ið skuldi havt alstóran týdning, og sum skuldi gjørt samfelagsligan mun. Men ístaðin fellur alt til jarðar eftir stuttari løtu, so sum popularitetur hevur lyndi at gera. Sera jaligt er, at tað er vorðið vanligur táttur at um­ mæla list og mentan. Men eisini ummælarar hava hetta við at seta seg sjálvar framum tað, ið skal um­ røðast og ummælast. Ódámligt, og ikki er tað ofta, at ein nýtir møguleikan at dempa ella sløkkja, men nú er tað stundum neyðugt, um ein ikki kroppsliga skal kenna seg illa, tá slíkt hendir. Miðlafólk eiga at fáa bæði beinini niður á jørðina aftur. Tí bara við at fara heilt niður, so fast kennist undir føti, ber til at lyfta tíðindaflutning og ummæli upp á eitt støðið, har allur ivi hvørvur og skýggj av ódámligum og ófrættakendum sjálvsmyndum ikki køva hómingina av, hvat tað nú var, sum meiningin var at siga, greina ella ummæla. Landsins fremsti skemtari hevur fingið eyguni upp fyri hesum fyribrigdinum við sjálvsframsýning, og tað átti at vakt fólk úr søta sjálvrúsandi vakur­leika­svøvn­ inum. Ein kann sum kunnugt ikki sita báðu megin borðið. Rætt er ongantíð at skera alt yvir ein kamb, men havið hetta í huga, tit miðlafólk, ið kenna – ella áttu at kent – at akkerið ikki heldur. Er hetta grenj? Ok, kanska! Men tak hetta sum eina áheitan, heldur enn atfinning. Ikki minst fyri tykkara egnu skyld, freistast ein at siga. Gott í tykkum! Dagfinnur Olsen lærari EYGA MÁLIÐ Tá miðlafólk hava sjálvs­mynda­ framsýning kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Effektivisering er greiði málsetningurin Heðin Mortensen borgarstjóri Tá Tórshavnar kommuna fyrr í ár keypti teir báðar banka­bygningarnar hjá Bank­Nordik við Steinatún og í Húsagøtu, umframt bygn­ing­in har Skyn húsast í Tórs­gøtu, og bygningin, har Guðrun & Guðrun halda til í gongugøtuni, fyri tilsaman 92 mió kr., var tað við tí greiða mál­setningini at samla og effek­tivi­sera umsitingina hjá komm­un­uni mest møguligt. Umsitingin hevur leingi hildið til á fleiri adress­um kring um í býnum. Komm­ un­an hevur júst broytt all­ an fyrisitingarbygnaðin við færri leiðarastørvum og ein­ um leiðslustigi minni. Hetta er alt partur av somu ratio­ nali­ser­ing­um. Effektivisera við at samla umsitingina Fyrsta stig í hesum sambandi er at savna teknisku fyri­ sit­ing­ina í teimum báðum ovastu hæddunum í banka­ bygninginum við Steinatún. Í 2015, tá BankNordik flyt­ir út úr teimum báðum nið­ astu hæddunum í banka­ bygn­ing­in­um í Steinatúni, verður mið­fyrisitingin hjá komm­ununi savnað á hesum báðum hæddunum. Tað er spell, at ikki øll síggja fyrimunirnar í hes­um, men royna at lýsa klár­ger­ ingina av skrivstovu­hølunum sum eitt mál um oyðsl av pengum hjá kommununi. Keyptu ikki liðug skrivstovuhøli Kommunan keypti bygning­ arnar uttan innbúgv og út­gerð og í tí standi, teir vóru. Eitt nú skuldi stórur part­ur av 3. hædd, har BankNordik hevði sína kan­ tinu, umbyggjast til skriv­ stovu­høli. Borgarstjórin boðaði frá á bý­ráðsfundinum í vár, har heimild var játtað at keypa bygningarnar, at keyps­pen­ ingurin skuldi fíggjast av íløgum og við sølu av bygn­ ingum, sum komm­unan ikki longur kom at tørva, meðan klárgeringin av hølunum skuldi fíggjast av rakstri. Hetta lat seg gera, tí avlop var á nøkrum rakstrarkonti í 2012, haðan peningurin til klárgeringina skuldi finnast. Stjórn, umsiting og ráð­ gevarar fóru síðani í holt við arbeiði. Býráðið og fíggjar­ nevnd ynsktu at arbeiðast skuldi skjótt Arbeiðið skuldi ganga skjótt og arbeiðast skuldi tí bæði yvirtíð og í summarferiutíð í juli mánað. Hetta gjørdi, at arbeiðið bleiv dýrari, men tað hevði stóran týdning fyri kommununa, at hølini vórðu tikin í nýtslu skjótt, so farast kundi undir at selja bygningarnar, ið vóru til avlops. Fyrst í september vóru hølini í teimum báðum ov­ astu hæddunum í bank­a­ bygninginum klár til teknisku fyrisitingina. Fíggjarnevndin hevur fingið kunning um arbeiðið í bankabygninginum í Steinatúni. Tað er ikki soleiðis, sum Sosialurin roynir at leggja hetta út. Stjórnin, borgar­ stjórin og umsitingin hava arbeitt eftir tí leisti, sum stungin var út í kortið longu í samband við keypið, at klár­ geringin av hølunum skuldi rindast av rakstri. Tí kann tað bert undra, at onkur fíggjarnevndarlimur nú ikki sigur seg vilja nýta neyðuga peningin, soleiðis, at starvsfólkini fáa hóskiligar umstøður at virka undir, tí tað er í veruleikanum bert tað, hetta málið snýr seg um – at skapa nøktandi umstøður fyri at náa tí effektivisering, sum býráðið hevur sett sær sum mál. Kostnaðurin er heldur ikki 6 mió, sum Sosialurin skrivar. Kommunur rinda 6,25% mvg og ikki 25%. So longu har er roknað nærum eina miljón við síðuna av. Sammanumtikið er so­ statt talan um eitt muna­gott átak, sum betrar ar­beiðs­ umstøðurnar, effektiviserar umsitingina og harvið økir munandi um trivnaðin hjá okkara starvsfólki. Tá Tórshavnar kommuna keypti fýra bygningar frá BankNordik, var tað við tí greiða málsetningi at samla, rationalisera og effektivisera alla umsitingina Filma føroyska matmentan s10 Alternativt uppskot: Golfvøll í Nólsoy s4 Mikudagur 30. oktober 2013 Nr. 125 87. árg. kr. 20,00 í leysasølu Rose høsnarungalør 3 kg. Kærgården 200 g. 1000 1695 VANL. PRÍSUR 4995 6795 VANL. PRÍSUR Merrild kaffi 400 g 10000 3795 VANL. PRÍSUR 5 fyri Fyri ein Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20 Kompressarar • Blásarar • Turkarar • Trystluftskipanir • Eykalutir • Døgntænasta • Siglandi arvurin varðveitast Meldurin s18-19 Kommunala fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu hevur inn rættað sær hølini á tveimum teimum ovastu hædd unum í bygninginum hjá BankNordik í mið­ býnum í Havn. Býráðspolitikarar eru í øðini, nú rokningin er komin upp á seks milliónir s12-13 Kontór fyri 6 mió býráðslimir í øðini: