hósdagur 31. oktober 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
7. september segði Kaj Leo Johanne
sen soleiðis í eini av sínum gitnu
”uppdateringum” á facebook:
"Tað sær út til, at ávísir andstøðu
politikarar og nøkur tíðindafólk
ikki góðtaka, at samgongan hevur
ein meiriluta á tingi, og tað er stórt
spell og ein háðan móti fólka
ræðinum.
Næsta val kann tað broytast,
men tá hevur fólkið talað, ikki tey
fáu, sum nú siga seg umboða ein
meiriluta av fólkinum."
Kaj Leo tykist halda, at fólkaræði
bara snýr seg um at hava meiriluta.
Tað er fullkomiliga misskilt.
Maðurin setir eisini líkheitstekin
millum meirilutan á tingi og meiri
lutan av fólkinum.
Í teoriini er tað rætt. Í teoriini
velja fólk millum ymiskar politiskar
ætlanir – og tann ætlan, sum fær
størst undirtøku, vinnur.
Men soleiðis er ikki í veruleikan
um. Í Føroyum er einki sum helst
samband millum tað, sum meiri
lutin av fólkinum velur, og tað, sum
meirilutin á Løgtingi ger.
Av tí at eingin veit hvør fer at
samstarva við hvønn, siga fólk bara
okkurt, tá tað er valstríð. Øll vita, at
politiska kósin ikki verður sett fyrr
enn eftir valið.
Vallyftini eru sum sápubløðrur:
Tey skyggja litrík og vøkur í sólini –
men í somu løtu sum fólk taka tey
til sín, hvørva tey.
Tá fólk seta sín kross, brestur
teirra sápubløðra.
Aðrastaðni vita fólk hvør fær
valdið, tá atkvøðurnar eru taldar
upp.Tann, sum fær mandatið frá
veljarunum, vinnur!
So er ikki hjá okkum. Her byrjar
ein kaotiska telving um valdið
EFTIR valið. Altso tá veljarin er
skeklaður burturúr prosessini.
Kaj Leo – einki vald
Vit kunnu taka flokkin há Kaj Leo
sjálvum sum dømi.
Valdu tey, sum í 2011 settu krossin
við lista B, at Føroyar skuldu hava
ta ekstremt asosialu skattaskipan,
vit hava fingið?
Valdu tey, at vit skulu brúka
skattin hjá bæði verandi og kom
andi pensionistum – og harvið
skapa eitt stórt, fíggjarligt hol í
framtíðini?
Valdu tey at steðga liberaliser
ingini av fiskivinnuni, og venda
aftur til planøkonomiska stýring?
Valdu tey, at uppgerðin við gyltar
pensiónir, koyripengar og onnur
privilegium hjá landsins leiðarum
skuldi parkerast?
Nei. Sambandsflokkurin lovaði
einki av hesum. Tvørturímóti.
Tey, sum settu krossin við lista B,
fingu ikki tað, sum tey valdu. Hóast
Sambandsflokkurin fekk landsins
leiðslu.
Sama er at siga um Miðflokkin:
Í hansara valskrá var ikki eitt av
teimum høvuðsmálum, sum sam
gongan hevur framt. Ja, formaður
floksins hevur enntá talað bein
leiðis ímóti tí politikki, sum hann
er grundarlag undir...
Veruleikin er, at Fólkaflokkurin
í øllum stórum og avgerandi spurn
ingum hevur stýrt púra einsa
mallur.
Flokkarnir mugu rudda upp
Sitandi samgonga er sjálvandi eitt
ekstremt dømi. At Fólkaflokkurin
hevur fingið so nógv vald kemst av
ymiskum samanfallandi faktorum:
At løgmaður er so veikur, at Sam
bandsflokkurin
er
innanhýsis
ósamdur um fiskivinnupolitikkin,
at Miðflokkurin er í tvíningum
um fleiri stórmál, og at Sjálvstýris
flokkurin segði ja til alt, so leingi
Skálafjarðartunnilin var í eygsjón.
Hetta hevur givið Fólkaflokkin
um sera lætt spæl.
Men tað er einki nýtt, at fólk
velja eitt og fáa nakað annað.
Og tað fer at halda fram so
leingi ongar alliansur eru undan
valunum, so leingi øll vilja fríggja
við øllum fyri at sleppa í Tinganes,
og so leingi eingin disiplin er inni í
flokkunum.
So leingi hetta stendur við, verð
ur veljarin hildin fyri gjøldur. Hann
setir sín kross í blindum – uttan at
hava ánilsi um, hvat hann fær.
Okkara skipan er ikki demokrat
isk, so leingi hetta er lagið. Skulu vit
hava demokrati, mugu fólk fáa eitt
veruligt val.
Men tað eru bara flokkarnir,
sum kunnu rudda skipanina og
geva fólkið hetta valið!
Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin
er farin undir.
Exit listi A
Nógv hildu tað vera ein taktiskan
brølara, tá flokkurin boðaði frá, at
hann ikki fer í samgongu við Fólka
flokkin.
Tað var tað helst eisini. Tað gev
ur jú Javnaðarflokkinum færri
møguleikar, tá telvingin um valdið
byrjar – dagin eftir valið.
Men demokratiskt er hetta tað
einasta sømiliga at gera. Nú velja
tey, sum seta krossin við lista C, ikki
heilt í blindum. Tey vita eitt sindur
betur hvat tað er fyri politisk vøra,
tey keypa fyri sína atkvøðu. Tey
vita, at tey ikki verða grundarlag
undir fólkaflokspolitikki. Og at tey
ikki gera Jørgen Niclasen til løg
mann.
Tey, sum velja samband, tjóð
veldið ella smáu flokkarnar, hava
ikki hesa vitan. Tey kunnu fram
vegis velja í eyst – og fáa politikk,
sum er í vest.
Vónandi fara fólk at skilja hetta.
Og vónandi fara eisini hinir flokk
arnir
at
venda
partapolitisku
opportunismuni bakið og ásanna,
at fólk mugu fáa at vita, hvat tey
velja.
Exit Gerhard
At fleiri lokalfeløg í Javnaðarflokk
inum nú skjóta upp at ekskludera
Gerhard Lognberg, er eisini iva
samt reint taktiskt. Tað kostar jú
atkvøður.
Men skal ein flokkur hava trú
virði, má hann virka sum ein eind.
Tann, sum aftur og aftur er ósamdur
um grundleggjandi mál, má antin
geva seg undir meirilutan – ella
fara. Ger hann hvørki, má flokkurin
antin siga farvæl við persónin – ella
siga farvæl við sítt egna trúvirði.
Higartil er tað trúvirðið, sum
hevur verið offrað. Tað er lættari.
Men ikki rættari.
Fólkaræði krevur disiplin
Farnu árini er føroyskur politikkur
blivin ”berlusconiseraður”. Tað hev
ur snúð seg um at sleppa framat
valdinum fyri einhvønn prís – eisini
við lyftum, sum øll vita eru følsk.
Av ótta fyri ikki at sleppa í Tinga
nes, hava allir flokkar fríggjað til
allar síður – og offrað egin lyfti.
Av ótta fyri at missa atkvøður,
hevur eingin flokkur torað at kravt
disiplin av sær sjálvum. Fólk á sama
lista hava lovað ymiskan politikk á
somu økjum.
Í hesum leiki er okkara fólkaræði
sett fullkomiliga til viks. Veljarin er
hildin fyri tað turra spott.
Tey stig, Javnaðarflokkurin hev
ur tikið, bera boð um eina nýggja
kós. Hon er trupul at ganga – men
hon er neyðug.
tíðargrein
Sjúrður Skaale
Fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Berlusconisering ella fólkaræði
Tað gevur hvørki atkvøður ella vald at útiloka stjórnarsamstarv við Fólkaflokkin og ekskludera Gerhard Lognberg.
Men hetta eru neyðug stig á vegnum móti fólkaræði í Føroyum. Aðrir flokkar skuldu tikið í egnan barm