hósdagur 31. oktober 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ikki tí at tað hevði verið nøkur
vanlukka fyri mannaættina, men
herfyri mundi eg latið lív í ferðsluni.
Tað var, tá ið ein VW Transporter
koyrdi oman eftir Torfinsgøtu, sam
stundis sum eg kom súkklandi niðan
eftir Jóannesar Paturssonar gøtu.
Førarin í gula transportaranum
tosaði í fartelefon. Hann mundi
rakt meg. Men hann rendi á eitt
skelti ístaðin. Skeltið bognaði, bil
urin steðgaði, og eg fór víðari á lívs
leiðini.
Tað rakar láglønt
Ráð er eftir øllum at døma fyri slík
um gáloysni. Nevniliga Ráðið fyri
Ferðslutrygd. Saman við løgregluni
mælir ráðið til, at bótin fyri at tosa í
fartelefon, meðan tú koyrir bil, skal
trífaldast (www.in.fo/news-detail/
news/botin-er-alt-ov-lag
<http://
www.in.fo/news-detail/news/
botin-er-alt-ov-lag> ). Bótin skal
vera 1.500 krónur. Bara soleiðis.
Við virðing fyri ráði og løgreglu
haldi eg, at hetta er ein illa um
hugsað ætlan. 1.500 krónur í bót
eiga ikki at koma upp á tal uttan
so, at tey, sum forvinna 10 ferðir so
nógv sum eitt vanligt arbeiðsfólk,
eisini skulu gjalda 10 ferðir so nógv
í bót. Eg kenni fleiri láglønt fólk
við fíggjarætlanum, sum høvdu
koppað av eini bót upp á 1.500
krónur. So hetta er bara at trýsta
tey ognarleysu og fátæku í Føroyum
upp aftur longri niður, enn tey longu
eru. Eingin hevur moralskan rætt
at áleggja verjuleysum fólki slíka
sekt fyri at tosa í telefon. Í fyrra lagi
rakar ein bót upp á 1.500 krónur
sum nevnt ein fátækan føroying
alt ov meint. Í seinna lagi líkist tað
ongum, at fátæk skulu verða meira
eggjað til at akta enn rík. Í søguni
hevur tann fátæki sjáldan verið
vandamikil fyri samfelagið. Dømini
um tað mótsetta eru mong.
Ferðslutrygd og løgregla:
Eitt misskilt parlag
Ferðslutrygd og løgregla skulu ikki
ganga og leiðast sum gomul hjún.
Ta kensluna fær ein annars, tá ið
tey sita í miðlunum og geva hvør
øðrum rætt upp í saman. Onkur
hevur gloymt, at hesar eindir verri
enn so í øllum førum hava somu
áhugamál. Løgreglan vil óivað hava
færri vanlukkur á vegnum, eins og
øll hini fólkini í Føroyum ynskja.
Men løgreglan kann til dømis eisini
vera áhugað í, at arbeiðið hjá henni
er lættari at umsita, umframt at
hon fegin vil varðveita sína mynd
ugleikamegd. Tað fyrra sóu vit
fyri fáum árum síðan, tá ið allar
grundferðslubøtur vórðu settar til
500 krónur. Eisini tað at mangla
eitt nummarplátuljós ella at hava
gloymt koyrikortið fór knappliga
at kosta 500 krónur. Hetta hóast
slík »lógarbrot« ikki snúgva seg um
trygd yvirhøvur.
Tað gevur eisini eina keðiliga
kenslu, tá ið løgreglan kann bíleggja
lógarbroytingar eftir vild, og at
Ferðslutrygd bara rennur aftaná
sum í blindum. Ferðslutrygd kann
gera ferðsluna tryggari, millum
annað við at tala fyri einum betri
vegakervi. Løgreglan kann hjálpa
okkum øllum at halda lóg og landa
skil. Men hvørki teirra skal smíða
lógir. Hví tey ikki skulu tað, er sein
asta felags uppskotið hjá teimum
eitt gott dømi um.
Hans: Ikki gera nakað
Góða Ráðið fyri Ferðslutrygd! Í
lýsingaátøkum eiga tit ikki uttan
íhald at standa og klikkja niður á
einstaklingin. Tí skjóti eg upp, at
næsta herferðin hjá tykkum verður
snarað eitt vet burtur frá okkum
»gedum«. Vendið heldur eyguni
móti kommunum og landi eitt bil.
Sum kunnugt hava tey ábyrgdina
av veganetinum, sum, um tað varð
gjørt við trygd og trivnaði fremst í
huga, hevði spart Føroyum bæði lív
og løstir og ikki minst Ferðslutrygd
almikið høvuðbrýggj.
Hans Hansen, háttvirdur undan
gongumaður í føroyskari flúgving,
plagdi at taka til, at man einki skal
gera, fyrr enn man veit, at tað, sum
man ætlar at gera, er rætt. Hugsið
um hesi orðini. Og inntil tey hava
fest seg, latið so vera at gera nakað.
Fyri Guds sakir, latið vera.
Mangan hugsar ein, at okkum
tørvar álitisfólk, sum tora at stíga
út úr sínum tronga sosiala og
starvsliga búri; út á óskeltaðar
víddir, har vit og skil sleppa at liva
og anda frítt. Eitt er undir øllum
umstøðum greitt: Nógv vanlig
fólk í Føroyum tíma ikki longur at
taka ímóti hesum afturvendandi
hamarshøggunum, sum stovnar og
myndugleikar lata dynja í heysin á
sínum neyðars tegnum.
Theodor: Tað havi
eg ikki formerkt
Á asosialu miðlunum sigur onkur
seg bera ótta fyri, at Føroyar ganga
sama veg sum onnur evropisk
lond, ið eru farin at minna um
politistátir. Eitt nú í Danmørk(!)
skulu løgreglufólk út at skriva
so og so nógvar bøtur um dagin.
Uttan at vit varnast tað, kann ein
slíkur myndugleiki sostatt gerast
ein státur í státinum. Tað hendi í
Eysturtýsklandi, har politiska upp
runahugsanin var toluliga góð, men
projektið kollsigldi, m.a. tí longdi
armur lógarinnar fekk merglop.
Í ævintýrinum um nýggju klæði
keisarans, sum í veruleikanum
slett ikki vóru klæði men heit luft,
er tað eitt smábarn, ið at enda sigur
sannleikan: Men, keisarin er jú
nakin! Tann søgan endurtekur seg.
Í hesi vikuni var tað til dømis ein
avgamal sørvingur, sum ímóti øll
um óskrivaðum reglum fegin vildi
kennast við sítt egna vit. Theodor
Thomassen, føddur í 1908, játtaði
í sjónvarpinum, at hann hevði
etið nógva grind. Og spurdur í
útvarpinum, um grindin hevði
gjørt honum skaða, svaraði hann:
Tað havi eg ikki formerkt.
Men grindin er framvegis lívs
hættislig. Hví, Pál? Er tað tí, at allar
meiningar kunnu gerast sannleikar,
vissi bara samanhangurin verður
nóg avskeplaður og úrtøkiligur?
We all live in a
yellow VW van
Tað verður tosað so nógv um spor
føri í fiskivinnuni. Hvussu hevði
verið at fingið sporføri í føroyskt
lógarsmíð? So hevði borið til at
sæð, hvaðan øll hesi »góðu« hug
skotini koma, hvør hugsar tey
upp, og hví summi av hesum hug
skotum enntá verða sett í verk.
Men høvuðsspurningurin verður
vónandi hesin: Nú ið tað valla eru
vanligt vit og skil, ið elva til mongu
lógarherðingarnar í hesum land
inum, hvat er tað so? At svara
tí spurninginum er neyvan fyri
politikarar og enn minni løgfrøð
ingar. Heldur átti onkur atferðar
frøðingur
(behavioristur)
verið
settur at kanna málið.
Lesarin spyr kanska: Hví skrivar
ein súkklandi maður slíkt, tá ið
maðurin sjálvur var um at liggja
lík orsakað av einum gáloysnum
bilførara við fartelefon? Tað er av
tveimum orsøkum. Tann fyrra er,
at fyri tað at eg súkkli, eri eg einki
øðrvísi og enn minni betri enn
onnur fólk, sum av tilvild koyra bil.
Tessvegna eri eg eisini »maðurin
í gula transportaranum«. Og tað
eru fólkini á Ferðslutrygd og í løg
regluni eisini. Moralskt eru vit øll í
sama, gula fólkavogni.
Martin: Og so komu
tey eftir mær ...
Seinna orsøkin snýr seg sum vera
man um ómissandi persónliga frælsi
okkara alra. Nú er Martin Niemöll
er, týski guðfrøðingurin, misnýttur
til nógv. Mín lutur skal ikki liggja
eftir í so máta. Eg endurgevi:
»Fyrst komu tey eftir roykjar
unum, men eg mótmælti ikki, tí
eg roykti ikki. So komu tey eftir
bátaeigarunum, men eg mótmælti
ikki, tí mær dámdi ikki øl. So komu
tey eftir byrsufólkunum, men eg
mótmælti ikki, tí eg veiddi hvørki
haru ella fugl. Og so komu tey eftir
mær, men tá var eingin eftir at
mótmæla.«
Uttan samanbering annars við
støðuna á døgum Niemöllers hugsi
eg, at tá ið lóggávuvaldið at enda
kemur eftir mínum lívsfrælsi á
súkkluni, so er tað kanska ov seint,
tí øll hini hava givið seg yvir til
treytaleysa lýdnið. Eisini maðurin í
tí buglaða VW transportaranum.
Eftirskrift
Eysturskúlin í Havn verður í hesum
døgum hálovaður fyri at vera
ársins roykfríi skúli. Hví? Ger tað
Eysturskúlan til ein góðan skúla,
at so fá fólk roykja har? Nei. Men
søgan er jú góð. Til lukku.
Ikki bót til bata
Nøkur orð um tað at kúga borgarar við eitt nú at geva
teimum 1.500 krónur í bót fyri at tosa í fartelefon
Høgni Mohr
tíðindamaður
tíðargrein
Hetta er bara at trýsta tey
ognarleysu og fátæku í
Føroyum upp aftur longri
niður
Ferðslutrygd og løgregla
skulu ikki ganga og leiðast
sum gomul hjún
Hvussu hevði verið at fingið
sporføri í føroyskt lógarsmíð?
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo