hósdagur 31. oktober 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OPIÐ BRÆV til Eirik Lindenskov, blaðstjóra
Heri Mohr
Góði skyldmaður.
Tann 25. september bað
eg redaktiónina í Sosialinum
seta eina grein: Almenn um
siting, landskassin, í blaðið,
og 14. oktober eina aðra grein:
Okkara løgmaður.
Av tí at greinirnar ikki
vóru komnar í blaðið, ringdi
eg til tín fyri meira enn 2
vikum síðan fyri at frætta,
hvussu til stóð við mínum
brøvum; eg spurdi eisini, um
eg kanska var ”blackaður” í
Sosialinum. Tú svaraði mær,
at tað var eg so avgjørt ikki.
Av tí at tann fyrra greinin
var vorðin so gomul og hev
ði mist aktualitet, bað eg teg
makulera hana, men eg rokn
aði við, at tann seinna fór at
koma í blaðið.
Men so varð ikki.
Eg fái meg illa at trúgva,
at redaktiónin á Føroya ein
asta dagblaði, sum kemur út
meira enn eina ferð um vik
una, hevur skert tað grund
lógartryggjaða skrivifræls
ið?
Í realskúlanum høvdu vit
ein dugnaligan og dámligan
lærara í týskum – cand. mag.
Chr. Haraldsen, ættaður úr
Elduvík – hann lærdi okkum
væl og virðiliga at lesa og
syngja á týskum. Vit sungu
m. a. sangin ”Die Gedanken
siend frei.” Hesin sangurin
var bannaður í Týsklandi
1933-1945.
Í hesum døgum verður
trúttað niður í fólk, at fólk
aflyting úr Føroyum er ein
álvarslig hóttan móti okkara
tilveru, og at spurningurin er,
um føroyska samfelaginum
yvirhøvur er lív lagað. Hesin
pástandur ella hendan prog
nosan vil vera við, at tey
mongu konufólkini, ið fara
av landinum, er tann veru
liga orsøkin til, at oyggj
arnar kanska ikki fara at
yvirliva. Og nú er hetta so
eisini kunngjørt víða um
við sendingini Horisont í
DR 1. Tað er nærliggjandi at
spyrja, um handan sendingin
var ”bestilt” ella framleidd av
producara í Føroyum?
Altso: Tað varð ikki kunn
gjørt, at konufólk mangla til
arbeiðsmarknaðin í Føroy
um. Men tað var kunngjørt
heimspressuni
og
heila
vaskaðum
føroyingum
í
Føroyum og í Danmark, at í
Føroyum rýma konufólkini
av okkara landi í so stóran
mun, at tørvur er á konufólki
til nøring, um Føroyar ikki
skulu avfólkast og doyggja
út. Hetta vita nú eisini tey
neyðars flóttakonufólkini í
Suðureuropa!
Tað er trupult at finna orð
fyri hesum. Men eingin er
fullspottaður, fyrr enn hann
spottar seg sjálvan.
Annars er at siga, at í 20
ára
skeiðinum
1990-2010
øktist fólkatalið í Føroyum
so líðandi við 4 %, og í 9 ára
skeiðinum 2005-2013 øktist
fólkatalið við 0,65 %. Hvat
órógvandi er í hesum, er
hetta ikki púra normalt?
Sjálvandi fara føroyingar
framhaldandi at koma og
fara, sum teir hava gjørt í
øldir. (Eg hevði 9 mostrar og
fastrar, 5 fóru til Danmarkar.)
At tey flestu, sum festa røtur
aðrastaðni, ár um ár vitja
heim, er ein táttur í okkara
mentanarlívi.
Stórt
tal
av
okkara
mentafólki hava búð bæði
í Danmark og í Føroyum: J.
C. Svabo, Nicolaj Mohr, (old
urabbi mín, Peder Mohr,
kongsbóndi í Hoyvík, var
sonur hansara), V. U. Hamm
ersheimb,
Niels
Winther,
Jacob Jacobsen, Jørgen Fr.-
Jacobsen, Regin Dahl, Chr.
Matras,
Karsten
Hoydal,
Tróndur Olsen, Gudmundur
Bruun,
Janus
Djurhuus
(gubbi mín) (skyldmenn og
gubbi: nei, Eirikur, nostalg
isk egocentrisma er mær so
fjar), Janus Øssursson o.fl.
Virgar Dalsgaard og Eyðun
Johannessen hava verið úti
setar í Danmark í nógv ár.
Jóannes Patursson, limur av
Fólkatinginum og Landsting
inum í 15 ár, yrkti tann vakra
sangin ”Eg veit eitt land” –
um Danmark. Tað, ið donsk
mentafólk hava lagt frá sær
okkara máli og kvæðum við
víkjandi, kann als ikki gerast
upp í peningi. Men nú er tað
altso sligið fast við 7 tumma
spíkum, at um ikki konu
fólkini gevast við at fara av
landinum, og tey sum fara,
ikki koma heim til Føroyar,
áðrenn teirra nøringaraldur
er farin aftur um bak, verður
tað Føroya bani. Føroyar
doyggja út.
Eg eri hinvegin av teirri
áskoðan, at um vit av poli
tiskum orsøkum verða inn
istongd við loysing úr Dan
mark og harvið úr Europa
(og tengjast at Íslandi), fara
tey ungu av álvara at rýma
av landinum, meðan tíð er.
Føroysk mentan og føroyskt
mál fer tá so líðandi í skjala-
og forngripagoymsluna.
Í mínum ungu døgum
var eg á donskum háskúla
og einum øðrum skúla. Í 8
mð. høvdu vit á háskúlanum
einar 30 tímar í bókmentum
og øðrum mentanargrein
um. Í einum slíkum tíma (teir
vardu altíð tveir tímar við
stuttum steðgi) fingu vit at
vita, at fáir tá livandi dansk
ir rithøvundar stóðu mát við
føroyingrnar J. Fr.-Jacobsen
og William Heinesen. Tað var
fjálgt at hoyra. Báðir gjørdust
teir heimskendir. Í einum
slíkum mentanartíma fingu
vit eisini at vita, at ein ungur
føroyskur næmingur har á
skúlanum hevði deklamer
að Terje Vigen meistarliga –
við ongum handriti. Tá vóru
fleiri eygu vát, varð sagt.
Í einum øðrum mentan
artíma fingu vit at vita, at
tað frumkenda Kina (1946)
fór sum fráleið at gerast
politiskt heimsveldi. Tann
spádómurin gekk út kanska
skjótari enn væntað.
Fyri at koma afturum
aftur: Føroyingar hava bú
leikað í Føroyum í 1000 ár.
Og
”Havborgin
fría”
hjá
Janusi fer framhaldandi at
vera heimstaðurin hjá kom
andi ættarliðum. Kenslu
borið eins og veðurlagið við
buldri, stormi og í logn. Men
sekteriskar dómadagsprog
nosur kunnu í stóran mun
fáa fólk at stinga í sekkin.
Livilíkindini hjá vanligum
fólki við vanligum inntøkum
er eitt álítandi barometur,
sum vísir, hvussu nógv fólk
kunnu virka og trívast á hes
um klettum.
Alla virðing fyri serfrøði,
men at garnera samfelags
køkuna við politiskari kann
ustoyparafilosofi og errin
skapi eiga politikararnir at
gera við stórum varsemi.
Okkara skúlaverk verður
framhaldandi útbygt, og so
leiðis skal tað vera. Vit klekja
hvørt ár stórt tal av akadem
ikarum in spe. Her er eingin
munur á konufólki og mann
fólki. Nógv, heilt nógv av
hesum okkara ungdómi fer
av landinum – tey flestu til
Danmarkar – í lestrar-og út
búgvingarørindum. Soleiðis
hevur tað verið í mong ár.
Men hetta, at nøkur konufólk
ikki koma heimaftur, og at
tað er ein hóttan móti okkara
tilveru í Føroyum, er nú í
ólukku máta kunngjørt runt
allan heim.
Hesi mongu, sum ikki
koma heimaftur, gerast okk
ara flytifuglar, ið regluliga
vitja heim til reiðrið í Føroy
um. Betri kann tað valla vera.
Hetta er ein liður í okkara
mentan.
Men nú hava vit vongs
korið hesar okkara dýrabaru
flytifuglar. Tí teir eru bøg
ur. Á, den stóra skomm og
vanæring av okkara konu
fólkum.
Janus yrkti:
”Flytufuglur kvað
tungligt syrgilag,
yvir gráar grundir
fleyg hann avstað.”
Men hann yrkti eisini, at
hann kendi ”ljótt gorrandi
ravnaslag.”
Í SVF fingu vit nú ein
dagin at vita – við myndum
av teimum fleiri hundrað ára
gomlu kanónunum á Skansa
num – at nakrir løgtingslimir
ætla at yvirtaka verjumál og
so statt at lóggeva um verj
uskyldu í Føroyum. Sum
kunnugt hava føroyingar
ikki verjuskyldu. Tó kann
tað koma fyri, at føroyingar
mest sum sjálvkravdir hava
tænt danska verjuskyldu.
Onkur hevur kanska verið
yvirmaður í reservuni ella á
brúnni í marinuni. Men nú
skal slíkt halda uppat, og
Skansin skal ætlandi mod
erniserast og lúka tíðarinnar
krøv!
Halda loysingarfólk.
Aftur
til
lesarabrævið
”Okkara løgmaður.”
Nú veit eg ikki, hví hendan
greinin ikki slapp í Sosialin;
men eg veit, hví eg skrivaði
hana.
Í nøkur ár hevur alt føroya
fólk fingið at vita – í skrift
og frá tingsins røðarapalli
– at Kaj Leo Johannesen er
lygnari. Hetta er jú sera álv
arslig ákæra uttan mun til,
um tað er satt ella ósatt.
Lágmarkið av slíkum eyð
mýkingum man vera fram
haldsgreinin í Sosialinum
skrivað av einum av okkara
frægu og virdu telvarum. Um
hann kundi sett kongin alias
løgmann skák og mát við
solar plexus teknikki, áttu
vit óivað ein stórmeistara í
talvi – og ærumeiðing.
Mítt lesarabræv var in
spirerað av tí mikla og sera
ódámliga politiska stríði, sum
tók seg upp um ein komandi
undirsjóvartunnil
millum
Skálafjørðin og Tórshavnar
kommunu.
So hvørt sum stríðið
fløktist
og
harðnaði
og
varð avsporað við ongum
proportiónum, endaði tað
við einum crescendo í løg
tingssalinum, sum eg í les
arabrævinum royni at lýsa
sum eina opera comique, har
høvuðspersónurin – ”lygnar
in” – verður rehabiliteraður.
Man hetta vera orsøkin
til, at lesarabrævið ikki slapp
í títt blað?
Ella er tað tað sindrið,
eg í seinastuni havi skrivað
um loysingarøsingina og ta
støðugt vaksandi nation
alismu og indoktrinering í
skúlum og á tingi, ið er snáv
ingarsteinurin?
Í 1980 var eisini nógv
politiskt kjak um berghol,
men við proportiónum. Løg
tingið játtaði 5 milliónir til
berghol og brúgvagerð at
leggja í ein grunn. Men stríð
ið var harvið ikki liðugt. Í
1982 játtaði løgtingið 6 milli
ónir til nevnda grunn og 5
milliónir til ein annan grunn:
”sekunder berghol.” Minn
ist meg rætt, varð hesin
seinni grunnurin brúktur til
bergholið fram ivið Leynar
vatn. Annars vórðu øll berg
holini, sum longu vóru gjørd,
fíggjað við løgtingsjáttanum
og við lánum úr bankum í
fremmandum londum og úr
”Investeringsfonden for Fær
øerne.” Á føroyskum eitur
hesin danski grunnur ”Ílegg
ingargrunnurin”, sum hevur
fíggjað mong stórmál við
lánum og studningi. Eitt nú
við risastórum studning til
útbygging av okkara flogvølli
og nýggjum terminali, sum er
í gerð.
Fyri meira enn eini fjórð
ings øld síðan varð grunnurin
fluttur til Føroya, og samsva
randi kunngerð fekk hann
føroyska umsiting. Eg um
sat hann roknskaparliga og
fíggjarliga í mong ár. Fyri
at fáa studning (ikki lán) úr
grunninum
krevst
fólka
tingsins loyvi.
Eirikur, eg kundi hildið
fram, men nú er nóg mikið.
Hetta gerst eisini so fløkj
asligt.
Eg takki tær fyri gott sam
starv í mong ár, sum eg havi
sett stóran prís uppá. Alt
hevur sína tíð. Tá ið eg gavst
í mínum lívsstarvi sum tæn
astumaður, kom mín inside
vitan um almenn viðurskifti
– kanska mest um landskass
ans konglomerat – í perspek
tiv. Tað kravdi tíð, og at skriva
krevur nógva tíð, ikki tær at
siga. Eg var sannførdur um, at
tað nógva, mær var komið til
kunnleika í mínum almenna
starvi, skuldi brúkast. Mátti
ikki fara í gloymibókina.
Tann bókin er óbrúkilig. Eg
havi skrivað bøkur, og eg
havi skrivað eitt ótal av lesa
rabrøvum, sum nógv fólk –
úti og heima – hava takkað
mær fyri.
Hetta verður so óivað mítt
seinasta lesarabræv, sum tú
vónandi vilt seta í títt blað.
Men, Eirikur, tað er ikki meira
enn rímiligt, at eg fái at vita,
hví tey tvey seinastu lesara
brøvini ikki fingu innivist í
Sosialinum.
Die
Gedanken
siend
frei……..
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014