Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bandasavnið í Kring­varpi­num kann bjargast við samstarvi millum tað al­menna, privata vinnulivi og ALS Gunvør Balle tingkvinna Í svari upp á fyri­spurn­ing mín um bandasavnið í vár, segði landsstýrismaðurin seg meta hetta arbeiði vera týdn­in­ga­r­mikið og at hann sam­an við Kringvarpinum og Søvn­um Landsins fer at fáa lýst hvat skal til fyri at bjarga band­a­savn­i­num. Tað er gleðiligt, at lands­ stýr­is­maðurin sigur seg vilja taka málið upp, men best hevði verið at sæð vilj­ an í verki. Tí samgongan hev­ur hvørki sett pengar av til banda­savnið í lang­tíðar­ karm­un­um ella í fíggjar­ lógar­upp­skotinum fyri 2014, og samgongan feldi upp­ skotið frá and­støð­uni um at seta pengar av til at byrja tal­ gilding av banda­savninum. Tað snýr seg um at bjarga einum týðandi parti av okk­ ara mentanararvi, sum lysir søgu og samleika før­oyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Umframt at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, snýr tað seg eisini um at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum. Spurningurin er, um ikki ein alternativ, skjót loysn kann finnast, har fleiri partar taka á seg at lyfta í felag. Í uppritinum um banda­ savnið sum Mentamálaráðið fekk handað í 2010, varð mett, at tað fór at kosta umleið 30 mió kr at digitalisera banda­savnið. Hetta var tó ein leystlig meting og fólk við skili fyri hesum, meta at talið er ov høgt, helst er talan um hægst 25 mió kr. Landsstýrismaðurin eigur sum tað fyrsta, at fáa greiðu á hvør veruligi kostnaðurin verður. Síðan eigur ábyrgdin fyri bjarging av bandasavninum at flytast frá Kringvarpinum til Søvn Landsins, tí tað er hesin landsstovnur, ið hevur ábyrgd av at taka sær av varð­veitslu og tryggjan av mentanararvinum. So eigur ein tíðar­ætl­an at setast fyri bjarg­ing­ar­ætlan­ ini, og hon nýtist ikki at vera meir enn 6 ár. Tað vildi merkt, at tørvur er á eini 3-4 milliónum um árið. Lands­ stýrismaðurin átti at bjóða privata vinnulívinum at vera við til at fíggja verkætlan­ina. Vænti at fleiri privatar fyri­ tøkur høvdu haft áhuga í at tikið ábyrgd í hesum máli. Tað eigur eisini at kannast, um eitt skilagott samstarv við ALS kundi verðið ein part­ur av loysnini, soleiðis at ar­beiðs­leys kunnu hjálpa til í ar­beiðinum, í tann mun tað ber til. Tað finnast privat feløg, ið hava førleika og møguleika at standa fyri talgildingini, og tey eiga at fáa møguleika at bjóða uppá tekniska partin av arbeiðinum, meðan fakkøn fólk taka sær av at velja út og raðfesta hvat tilfar skal varðveitast og tryggjast. Á henda hátt vildi talan verið um eina einastandandi vinn-vinn loysn. Har tað al­ menna td rindar 1-2 mió kr. um árið, ymiskar kapitalsterkar føroyskar fyritøkur rinda íalt hinar 1-2 mió um árið og privatar fyritøkur møgu­ liga í samstarvi við ALS sleppa at bjóða uppá at loysa uppgávuna. Ongin ivi er um, at alt føroya fólk stend­ ur saman um at seta hetta arbeiði í verk ongantíð ov skjótt. Hetta snýr seg um okk­ara felags søgu, sum vit ikki mugu lata doyggja. Søgu­ leyst fók er sum kunnugt støðu­leyst fólk. AB 40 ár – Her kennist ektaður samleiki Helena Dam á Neystabø forkvinna í Mentanar­ nevnd Tórshavnar Býráðs So endaði fótbóltsárið 2013, og sig­ast má, at liðini í Tórs­ havnar Kommunu stóðu seg avbera væl í EFFO-kapp­ing­ ini. HB vann føroya­meist­ araheitið og B36 vann brons­ una. Hesi bæði liðini hava sostatt vunnið sær hvør sín týðandi sess í evropeisk­ari fót­bóltskapping. Tillukku við tí!. Og triðja høvuðstaðarlið­ið AB gjørdi stórsta come-back í føroyskari fótbóltssøgu nak­rantíð, og tryggjaði sær sess í fremstu deildini eisini næsta ár. Á veitslu í AB-húsinum á Argjum leygarkvøldið há­ tíðarhelt AB sín 40 ára stovn­ ingardag, og undirritaða var boðin við sum forkvinna í Ment­anarnevndini í Tórs­ havnar Kommunu. Á veitsl­ uni helt eg hesa røðu fyri Argja Bóltfelag: Fari vegna Tórshavnar býráð og mentamálanevndina at takka fyri hetta høvi at vera við til at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin hjá Argja Bóltfelag. Mangt er broytt hesi fjøruti árini, síðani Johnny Ny­by og onnur góð fólk á Argj­um tóku stig til at stovna Argja Bóltfelag. Bygdin er nú meira at kalla ein býur og er vaksin langt út um gomlu bygda­mørkini, langt inn í Havnar­dal og væl niðan á Kirkjubøreyn. Eisini ítróttaliga er nógv hent á Argjum. Nú eru tvey onnur ítróttafeløg á Argj­ um – tað so sigursvanda Argja Róðrafelag og nýggja hondbóltfelagið ÍA. Jú, Argir er sanniliga við til at mynda føroyskan ítrótt. 2013 eitt hæddar­ punkt í søgu felagsins Eg haldi at vit kunnu siga, at 2013 er eitt av mongum hæddarpunktum í søgu fe­ lagsins. Eitt hæddarpunkt var, tá fótbóltsvøllurin her Inni í Vika varð tikin í nýtslu í 1983. Eitt annað, tá ið AB fyrstu ferð í 2007 spældi í bestu deildini, sum tá æt For­ muladeildin. At árið í ár er eitt hædd­ar­ punkt, eru tað fleiri orsøkir til. Fyri tað fyrsta: At tað stóra ungdómsarbeiði, sum fe­lag­ið altíð hevur lagt dent á, hevur givið so góð úrslit, við fleiri landsliðsleikarum bæði í ungdómsliðunum, hjá kvinnu­l­andsliðnum og nú eisini – fyri fyrstu ferð – hjá mans­landsliðnum. Til lukku við tí. Fyri tað næsta: at AB gentur U10 eru føroya­meist­ arar! Fyri tað triðja: AB vann gull í 2. deild og flytur upp í 1. deild! Og fyri tað fjórða: At Effoliðið hjá AB gjørdi størsta come-back’ið, ið føroyski fótbóltsheimurin nakrantíð hevur sæð! Eg minnist fyrru hálvu av kappingini, tá ið Andras Drangastein, fyrrverandi AB-for­maður, eftir hvønn dyst varð spurdur um út­lit­ ini, nú liðið tapti dyst eftir dyst. Og hann stóð sum “drang­ur í brimi”. Altíð við tí góða orðinum og við vissuni um, at tað fór at venda. “Okk­ara dreingir eru alt ov góðir til at flyta niður, so tað man fara at ganga”, tað var niðurlagið. Og tað gekk – so væl og virðiliga. Tað er slíkur mentalititur og stríðsvilji, sum flytur mørk. Øll fótbótsáhugað eru samd um, at úti á Argjum og í AB hevur tað verið eitt serligt ár. Tit hava víst, at hóast alt sær svart og vónleyst út, so trúðu tit uppá tað. Tit stóðu saman - leikarar og felag, tit stríddust við hjartanum, og tit høvdu ein venjara og eina leiðslu, sum hevði álit á tykkum leikarum. Og í argja­ fólki hava tit havt fullan stuðul. Hetta er allarbesta fyrimynd fyri ítróttina. Tey sjálvbodnu eru drívmegin Fyri Tórshavnar kommunu er at fegnast um, at væl gongst ítróttini í kommununi. Komm­unan hevur altíð lagt dent á ítróttin, eisini tí at fel­øgini og mongu sjálv­ bodnu kreftirnar lyfta eina ómeta­liga stóra uppgávu fyri trivnaðin og menningina hjá okkara børnum og ungu.Øll tey mongu sjálvbodnu eru drívmegin og sálin í Argja bólt­felag – eingin ivi um tað. Á henda hátt tryggja tit børn­um og ungum tey bestu virðini víðari í lívsleiðini – nevniliga felagsskap, áræði og ábyrgd. Og her kennist ein ekt­að­ ur samleiki, knýttur til staðið, Argir. Umstøður skulu til Nógv verður tosað um ítróttar­anlegg, og tað veit eg, at tað eisini verður her á Argjum. Skýlið við vøllin varð bygt fyri fýra árum síðan, men enn vantar at gera liðugt skiftingarrúm, almenn wc eins og onnur høli, sum krøv verða sett um. Veit eisini, at nógv verður tosað um ítróttarhøll á Argj­um. Tað hevur nýggja bý­ráðið eisini hoyrt, og á fíggjarætlanini fyri 2014 verð­ur nú fyrsta milliónin játt­að til ítróttarhøll á Argj­ um, so at til ber at fáa til vega eitt útgreinað uppskot. Øll eru vit samd um, at ov fáar ítróttarhallir eru í høv­uðs­ staðarøkinum, og øll síggja vit gagnligu ávirk­anina, ið høllin í Hoyvík hevur havt á nærumhvørvið har. Ivist ikki í, at so verður eisini á Argj­um. Tað er so, at tá í felags­ skapir hava 40 ára stovn­ing­ ardag, so letur Tórshavnar býráð sjálvandi eina gávu. Og tað er fallið mær í lut at handa hesa gávu her á veitsl­ uni í kvøld. Enn einaferð hjartaliga tillukku frá Tórshavnar Komm­unu og frá mær sjálv­ ari til AB á 40 ára stovn­ ingardegin felagsins.