hósdagur 31. oktober 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarhald teirra sjólátnu
á Syðradali, Kalsoy!
Fríggjadagin 1. november klokkan 13:30
Minningarhaldið
Hetta er 13. ferð, at minningarhald
verður hildið á Syðradali. Tað var
soleiðis, at í seinna helmingi av
nítiárunum varð nevnd sett at
fyrireika minnisvarða til teirra, ið
vóru farin av vanlukkuorsøkum
gjøgnum tíðirnar. 30 nøvn eru á
varðanum. Tað er ”Minnisgrunnur
Andreas Eliasens”, ið er upprunin
til átakið.
Um aldarmótið ár 2000 var minn
isvarðin liðugur, og varð hann settur
oman fyri vegin beint norðanvert
Gjónna. Árni Ziska av Strondum
evnaði varðan til. Vígslan fór fram
leygardagin hin 08. juli í fagrasta
veðri. Hans J. Joensen, biskupur
framdi vígsluna. Ongantíð hevur so
nógv fólk verið savnað á Syðradali
hvørki áður ella síðani. Meira enn
eitt túsund fólk vóru hjástødd undir
vígsluni henda dagin.
Skráin var rættiliga fjølbroytt
og drúgv við røðum og sangi, men
veðrið var so avbera gott, at tað
sakaði einki, hóast haldið tók einar
2 tímar. Aftaná fóru fólk í tey ymsu
húsini at práta og fáa sær ein bita.
Flestu av teimum 13 húsunum á
Syðradali vóru opin, har øll vóru
vælkomin at fara innar.
Eitt sindur um bátsvanlukk
una fyri 50 árum síðani,
hin 23. septembur 1963
Septembur mánaður er ikki altíð
so góður sum í ár, og haldi meg
minnast, at júst í 1963 var illsligt,
ruskut og umleypandi veður í døg
unum, sum farnir vóru av mán
aðinum, men sunnukvøldið hin
22. sept. kom hann av eystri við
rættiliga góðum veðri. Henda ætin
er ikki ring um okkara leiðir, t.d. er
vanliga stilli í Klaksvík, og tað man
vera lítið øðrvísi á Syðradali.
Teir, Dánjal har Uppi (67 ár) í
Hoygarðinum, Jóan Símun (29 ár),
sonur Dánjals og Henry (31 ár), úr
grannahúsinum gjørdu av at fara
til útróðrar sunnukvøldið hin 22.
sept. um kl. tíggju/ellivu við báti
teirra, ”Kalli”, sum var eitt heldur
lítið 6 – mannafar. Kristian, faðir
Henry, strongdi nógv á at fara við
í staðin fyri sonin, men hesin helt
avgjørdur, at hann átti at fara,
meðan pápin heldur skuldi stinga
fliður í fjøruni dagin eftir, meðan
teir vóru á útróðri. Endin var so, at
Kristian eftirlíkaði at vera heima
henda túrin. Vanligt var at seta 4
línur, har hvør var 12 stykki, men
okkurt bendir á, at teir møguliga
høvdu ikki meira enn 3 línur henda
dagin. Eitt stykki er 60 favnar,
so línurnar hava verið langar, og
minnist eg eisini sjálvur, hvussu
drúgt tað var at rekja eina slíka,
serliga, um fløkjur vóru uppií, so
tað mundi taka í minsta lagi einar
2 tímar at rekja eina línu.
– Tá ein skuldi fara til útróðrar
av Syðradali, so var fyrsta takið at
sigla til Klaksvíkar at keypa agn á
Stongunum, men hesaferð var tað
soleiðis, at teir høvdu nakrar línur
standandi egndar í frystirúmi í
Klaksvik.
Frostvirkið var beint oman fyri
handilshúsini, ið vóru niðri við
træbrúgvarnar. Sostatt var ikki
neyðugt at egna, áðrenn teir skuldu
fara, og hetta man vera orsøkin til,
at allir tríggir komu við bátinum til
Klaksvíkar og so haðani beina leið
til útróðrar.
Tveir bátar úr Klaksvík og ein
kunoyarbátur gjørdu eisini klárt at
fara norðureftir hetta kvøldið og út
á náttina. Sama gjørdi Guttabáturin
úr Oyndarfirði.
Grettir: Óli Lydersen og Jákup Eli
Steffensen.
Klakkur:
Jaspur
Klakkstein,
Olaf
Sigurðsson
og
Kristoffur
Klakkstein.
Kunoyarbátur: Heini Heinesen,
Hans Jakki Heinesen og Richard
Heinesen.
Guttabáturin úr Oyndarfirði:
John -, Sigurð – og møguliga Elibert
Joensen.
Syðradalsmenninir
prátaðu
við
manningina á Klakki (10-manna
far), meðan hesir sótu og egndu á
Stongunum onkustaðni. Òli Lyd
ersen helt seg minnast, at syðra
dalsmenninir fingu drekkamunn
frá vágsmonnunum. Dánjal, ið
annars vanliga ikki segði so nógv,
var prátingarsamur og í sera góð
um lag hesa løtuna. Hann var
eisini umborð í Klakki og hugdi
at ”lugarinum”, sum hann var
óføra hugtikin av. Vágsmenninir
høvdu lokað framskutin á báti
teirra inni (gjørt hvalabak), so tað
bar til at leggja seg fram undir at
sova á leiðini til útróðrar, meðan
ein maður stýrdi. Hetta hevur
verið seint sunnukvøldið ella um
miðnáttarleitið. Annars var tað
sjóvarfallið, ið ráddi fyri, nær best
var at fara. Sostatt er ”Kallur” farin
til útróðrar um midnáttina hetta
kvøldið. Veðrið var um tað mundið
sera gott.
”Grettir” (8-mannafar) fór og setti
4 línur norður úr Kallinum. Ættin
var eystaneftir, men hann kom av
vestri, áðrenn teir vóru lidnir at
draga. ”Grettir” var aftur í Klaksvik
út á seinnapartin. Tá komu Frits
Olsen, ið var svágur Henry, og Ovi
Sólheyg á støð og søgdu frá, at tey
vóru bangin um ”Kall”, sum ikki var
afturkomin til ætlaðu tíðina, ið var
um middagsleitið.
”Klakkur”
(10-mannafar)
fór
suðureftir um 2 – 3 – tíðina mána
náttina, men vendi aftur vegna ov
nógvan vind lágt.
Kunoyarbáturin sigldi u.l. hálv
an tíma úr Kallinum, men vendi
aftur, av tí at hann trilkaði vindin
og setti í staðin línu í Lúnuni, sum
er í Kalsoyarfirði á leiðini eystan
fyri Djúpadal og Trøllanes. Teir
sóu ongantíð syðradalsbátin, av tí
at hesin fór eitt sjóvarfall fyrr enn
kunoyarbáturin gjørdi, og hann var
eisini staddur longur vesturi.
”Kallur” setti línurnar norðuri
í Djúpini (fyri vestan Kalsoy) um
náttina, men teir drógu ikki allar
línurnar aftur, av tí at ein – ella
partur av einari stóð eftir og varð
funnin undir leitingini. Teir hava
helst hildið, at báturin var vorðin
ov tungur av veiðuni.
Teir á Guttabátinum úr Oyndar
firði tosaðu við manningina á
”Kalli”, meðan hesir leitaðu eftir
einum kíki, ið helst var undirfarin
eina løtu av rákinum. Seinni, tíðliga
seinnapartin, sóu oyndfirðingarnir
”Kall” fara til hús. Hann sigldu
suðureftir fram við Kalsoynni. Tað
er Hentze Klein Joensen (64 ár), ið
hevur greitt mær frá. Hann lá á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi saman við
Obert Danielsen henda lagnudagin.
John og Sigurð vóru pápabeiggjar
Hentze. Einar Joensen (87 ár) hevur
greitt honum frá hesum.
Oyndfirðingarnir eru sostatt teir
seinastu, ið hava talað við syðra
dalsmenninar á hesi lagnutungu
ferð. ”Kallur” hevði fingið heilt góða
veiðu á línunum, íð drignar vóru
tann morgunin, so báturin má hava
verið tungur.
Leitingin
Av serligari orsøk fóru fólk heima
á Syðradali rættiliga tíðliga henda
mánadagin at vera óttafull um
”Kall”, tí longu um miðdagsleitið
byrjaðu teir at reika fyri leiting,
hóast báturin í fyrsta lagi kundi
væntast aftur um 11-tíðina f.p. ella
eitt sindur seinni, sum nevnt áður..
Veðrið var eisini framvegis gott, men
Kristian, pápi Henry, hevur verið
fyri onkrum løgnum niðri í fjøruni
henda morgunin, meðan hann stakk
fliður, har hann hevði stoytt fulla
byttu av fliðum burtur fyri síðan at
fara niðan til hús við tómari spann,
og fyrsta hann helt fyri var: ”Hetta
verður ein ræðuligur dagur”, men
sjálvandi royndu tey at ugga seg við,
at so illa mundi dagurin ikki fara at
roynast, hóast alt. Solveig, unnustan
hjá Henry, iðraði seg seinni um, at
hon ikki hevði spurt Kristian, hvat
tað var, ið honum hevði verið fyri
niðri í fjøruni, meðan hann stakk
fliður, men sorgin var so ræðulig og
tyngjandi í tíðini aftaná, at hetta og
mangt annað fór so at siga aftur við
borðinum. Vindurin vaks heldur
ikki fyrr enn um kvøldið, tá rættiligt
illveður kom lágt. Farið var at leita
við førum úr Klaksvík. Vaktarskipið
”Veðrurin” leitaði ytri á norðuri í
Djúpini, meðan hini skipini leitaðu
í Djúpini og Leirvíksfirði. Summi
kannaðu fram við landi allastaðni,
men eingin bátur varð funnin. Tað
var ”Tórshavn Radio”, ið stílaði fyri
leitingini.
Nógv varð leitað: ”Nevið Reyða”,
har Hans Andrias Jacobsen, Es
mundur Jacobsen, Magnus Jacob
sen, Ísakur Poulsen og Hjalmar
Joensen vóru við, fór á Leirvíksfjørð
og funnu lutir av ”Kalli” á leið har,
sum Líðarmunnin er: Tveir kíkar og
tveir línuleypar. Petur Juul Jacobsen
passaði telefonstøðina á Syðradali,
sum vera man.
”Nevið Reyða” leitaði alla náttina
og dagin eftir við. ”Háenni” var