hósdagur 31. oktober 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
somuleiðis við í leitingini, og mundi
Frits Olsen, svágur Henry, vera við
hesum bátinum. Teir á ”Kalli” kunnu
hava havt 6 kíkar við.
Leirvíksbáturin ”Sigatindur” sá
ein – ella tveir kíkar leirvíksmegin
í fjørðinum, men undraðist bara
á, at onkur hevði sett línu har.
Annars
leitaðu:
”Havnatindur”,
”Solo” og ”Stella Maria” eisini. Hans
Danielsen, bróðir Henry, og Jógvan
Vilhelmsen svágur vóru við ”Stellu
Mariu” undir leitingini, men alt
gjørdi tað sama. Hvørki menn ella
bátur komu aftur, og sum tíðin
leið gjørdist greitt, at tað ringasta
onkursvegna var hent, men hvat og
hvar visti eingin. Hetta var dyggur
– og lemjandi smeitur fyri familjur
teirra har Uppi í Hoygarðinum og
fyri Syðradal sum heild.
Brøðurnir, Kristian - og Dánjal
Danielsen (hesin seinni gekk burtur
við Kalli) høvdu gjørt sær sambygd
hús ovast í bygdini. Hetta var í
1925/26. Teir giftust ávikavíst við
Andreu og Sofíu, ið vóru systrar úr
Leirvík.
Henry og Jóan Símun vóru tí
tvífalt systkinabørn. Jóan Símun
giftist við Elsu uttan av Saltnesi,
og høvdu tey fingið son 4 mánaðar
undan vanlukkuni. Jóan Símun
og Elsa vóru gift í 14 mánaðar.
Sonur teirra fekk navnið Edmund.
Kendi fótbóltsleikarin, Jóan Símun
Edmundsson er kallaður upp eftir
abbanum. Henry hevði fingið sær
unnustu, Solveig úr Skúvoy. Tey
høvdu ætlanir um at fara saman í
hjúnarlag í næstu framtíð, og var
vermóðirin komin norður í hesum
sambandi. Ætlan teirra var eisini
at vera búgvandi á Syðradali. Elsa
er bróðirdóttir Petur Juul Jacobsen
á Syðradali. Hon hevði áður mist
pápa, - farbróðir - og abba sín við
”Morning Star” í 1941. Tá var hon 2
ára gomul.
Árini aftaná 1963 minkaði fólka
talið á Syðradali nógv vegna flyting,
og man henda vanlukkan við ”Kalli”
vera ein avgerandi orsøk til, at
bygdin í dag er so fáment, sum hon
er.
Minningarhaldið
Minningarhaldið var longu sunnu
dagin eftir vanlukkuna í Húsa
Kirkju, har Thomas Jacobsen, prest
ur og Henry Andreasen, trúboðari
stóðu fyri guðstænastuni. Sera
nógv fólk vóru í kirkju, sum vera
man í slíkum føri. Jóhan Nielsen,
sóknarprestur var burturstaddur í
fólkatinginum um hetta mundið.
Lutir av ”Kalli”
Nakað langt (u.l. 1,5 km) fyri sunnan
Blankskála bygd eru nakrir tangar,
ið stinga rættiliga langt út í sjógvin.
Millum tangarnar eru smalar víkar
við malargróti innast. Fleiri ár
seinni í 1974 vóru lutir, stevnustykki
við skrúvuútgerðini, av ”Kalli” funn
in
í fjøruni við ”Stóratanga”. Tað
vóru Alfons Sigurðsson og Obert
Danielsen, ið funnu hesar lutirnar
aftaná, at leirvíkingar høvdu gjørt
vart við teir..
Nøkur ár seinni í 1977 funnu
Kristin – og Marius Vilhelmsen
fleiri aðrir lutir á sama stað: Smyrji
koppar, knívar, 2 koparrør við feitt
pressum, ein áragaffil og kumpas
dósina.
Í 1985 funnu Bjørn Kalsø, Jóann
es Joensen í Miðstovuni og Eirikur
Jónsson motorin um somu leið,
sum hinir lutirnir lógu.
Tað eru bert gitingar, ið ein
møguliga kann gera viðvíkjandi
hesum lutunum úr maskinbátinum,
ið komu til sjóndar so mong ár
aftaná fleiri fjórðingar frá teirri
leiðini norðuri í Djúpini, har teir
á ”Kalli” settu línu, men lutirnir
kunnu sjálvandi vera skolaðir inn
og út fleiri ferðir, áðrenn nakar
varnaðist teir. Tað er ikki so ofta, at
fólk er um hesar leiðir uttan í sam
bandi við fjallgongu, og tá er ikki
vanligt at hyggja nógv í fjøruna.
Samanumtøka
Nú fimmti ár aftan á hesa sera
syrgiligu vanlukkuna, kunnu so
mangir spurningar renna fram
fyri ein, og hjá familjuni, Solveig og
Elsu fór ein heilur heimur í knús,
ið hesi fólkini ikki kunnu koma
yvir, hóast tey sjálvandi so við og
við hava megnað at reist seg aftur
og onkursvegna lært seg at liva við
hesum sera ógvisligu hendingunum,
sum hava farið á botn í sálardýpi
teirra. Tað ber als ikki til at ímynda
sær, hvussu ringt hetta hevur verið
at komið ígjøgnum uttan varandi
beiskleika. Fleiri av teimum eru í
dag farin í Harrans hendur, men vit,
ið enn eru uppi á døgum, hava bert
gott at minnast aftur á sera røsku
og skilagóðu sjómenninar Dánjal,
Jóan Símun, Henry og annars øll
fólkini ”Uppi í Hoygarðinum”.
Asbjørn Lómaklett