Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 Leo Poulsen Tað var í 1994, at nólsoyingar aftur fóru at sleppa haru upp í oynni. Haran hevði tá verið útdeyð í oynni í fleiri ár, og tað seinasta, menn vistu um, at hara var skotin í Nólsoy, var seinast í 1930-árunum. Harur vórðu alsamt slept­ ar upp frá 1994 og fram móti ártúsund skiftinum, og tað verður javnt og samt slept­ar harur upp, fyri at varð­veita standin. Í 1998 varð so gjørt av at fara ein túr út á oynna fyri at vita, um skjótast kundi nøk­ur hara. Tað mundi vera einir 12-14 mans, sum meira ella minni tilvildarliga vóru valdir út, ið vóru við fyrsta árið, og tað var umleið ein hara í part. Skotnar vóru 14 harur, tó at bert 13 komu til hús. Fyrst skotna haran varð løgd undir ein stein, men tá farast skuldi eftir henni, høvdu fuglarnir gjørt sær dælt av fríska kjøtinum. Nú fimtan ár eru liðin síð­ani hara á fyrsta sinni aft­ur varð skotin í Nólsoy, hev­ur nevndin í nýstovn­ aða harufelagnum í bygdini sam­an við Jens-Kjeld Jensen tikið stig til at geva út ann­að haru­blaðið. Tað eru ikki bert teir lok­ alu nólsoyingarnir, ið eiga lut í skrivaða partinum í blað­num. Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavn­inum hev­ur grein um kyn og ald­ ur á haru. Tað var hesin sami Bjarni Mikkelsen, sum í 2004 var í Nólsoy og lærdi menn at kenna mun á kynunum, eins og gera av aldurin á harunum í tann mun hetta letur seg gera. Eisini Eyðfinn Magnus­sen, bio­logur á Fróðskaparsetri Føroya, hevur grein, ið grein­ ar haruveiðina í Føroyum í 2012. Hagtøl Tað meira lokala íkastið eiga menn sum Ámundur Nolsø, ið greinar hagtølini fyri haru­veiðu í Nólsoy frá 1998 og fram til 2012. Hetta verður gjørt við talv­um, sum vísa býtið mill­um kynini og sum vísa aldurs­býtið á harunum. Eis­ ini er ein talva sum vísir, hvørj­ir hava skotið flestar har­ur árini 2004-2012. Jens-Kjeld Jensen skriv­ ar eina grein um lús á haru, og saman við Eyðfinni Mag­ nus­sen hevur hann eina aðra grein í blaðnum undir hei­t­ inum, Hvussu nógv kjøt er á einari haru. Karlot Hergeirsson hev­ur eina grein við um haruset­ ur í Nólsoy, og eina aðra um Jørleif Kúrberg um óhep­nan veiðumann. Embætisdjóralæknin, Oddjó Stovugarð, hevur eis­ ini eina grein í harublað­num undir heitinum, Harusjúk­ur og smitta. Seinasta greinin í Nóls­oy­ ar Harutíðindi nevnist Før­ oyska haran, Lepus timidus, og ta greinina hava Jens- Kjeld Jensen og Jákup av Skarði skrivað. Blaðið fæst til keyps hjá Svend Krosstein og MBM í Havn, og í Matvørubúðini í Nólsoy. Til ber eisini at skriva á facebook profilin hjá Karlot Hergeirsson, sum síðani kann senda blaðið til viðkomandi. Blaðið, Nólsoyar Haru­ tíð­indi, fæst til keyps fyri 50 krón­ur. Nólsoyingar geva út ann­að harublaðið   Nólsoyar Harutíðindi er annað harublaðið, ið nólsoyingar lata úr hondum  Mynd: Álvur Haraldsen gullkorn um dagin 3 Talan er um eitt 24 síðurs stórt blað í A4 stødd, sum inniheldur einar 10 greinar um haru og haruveiði, bæði í Nólsoy og í Føroyum