hósdagur 31. oktober 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
80 ára føðingardagur
Mikudagin 6. november verður Hans Jacob Andre
asen Klaksvík (vanliga nevndur Hans Jacob hjá Skop
uninginum) 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin
9. november fra kl 17 í hølunum hja Klaksvíkar Hús
møðrafelag, Bøgøtu 3. Øll eru vælkomin.
70 ára føðingardagur
Týsdagin 5. novembur verður Magnus Jensen, Sunn
bøur, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 16.
novembur í Samkomuhúsinum frá kl. 13.00 til 18.00.
Brúdleyp
Leygardagin 12. oktober giftust í Herning kirkju Anne
Birgitte Haahr Andersen, Herning, og Meinhard Djur
huus, Innan Glyvur.
Prógv
Tann 22. oktober vardi Tórur Andreassen, civilverk
frøðingur av Argjum Ph.D ritgerð við heitinum:
Ultrasonic Microphone Arrays for Bat Bioacoustics
Using Applied Open Source Solutions á Syddansk
Universitet í Odense.
Brúdleyp
Leygardagin 16. november giftast vit bæði, Maria í Frammi
stovu, Kirkju, og Jógvan í Heimistovu Joensen, Svínoy. Vígslan
verður í Svínoyar kirkju kl. 12. Dagurin verður hildin í Gamla
Garði kl. 18. Tey, sum hava hug at hátíðarhalda dagin saman
við okkum, kunnu siga frá á tlf. 265459 ella á tlf. 283601 helst
innan 2. november.
Vinarliga Maria & Jógvan
Brúdleyp
Leygardagin 16.nov kl.12 verða vit vígd í Sandavágs kirkju.
Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel 62N kl.15. Frá kl.20
eru øll hjartaliga vælkomin til opið hús á Hotel 62N. Karin
Mikkelsen, Sørvágur og Torkil Petersen, Sandavágur.
Brúdleyp
Mikudagin 11. december 2013 giftast John Høj Joensen,
Strendur og Alisa Thorleifsson, Skáli-Vígslan verður í Skála
kirkju kl 12 og vælkomst verður á Laðagøtu 5 á Strondum frá
kl 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 16. november kl. 14 giftast í Argja kirkju, Paula
Neshamar og Marius Thomassen, Argir. Eftir vígsluna verður
reseptión í kirkjuni, har øll eru vælkomin. Veitslan verður fyri
innbodnum í AB-húsinum kl. 19.
merkisdagar
Gullbrúdleyp
Leygardagin 9. november hava hjúnini Iris og Henning
Petersen gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum leygarkvøldið 16. november kl. 19 fyri
innbodnum.