Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur HB: Heðin Askham Leislan í Havnar Bóltfelagi hevur valt at skifta venj­ara. Hóast Oddbjørn Joensen greitt vann FM, so hevur felagið valt at skifta venj­aran. Finnbogi Arge, for­ maður í HB, segði fleiri ferðir undan kappingarenda, at venj­ara­spurningurin ikki fór at blíva avgreiddur fyrr enn eftir ársveitsluna, sum verð­ ur um vikuskiftið. Alíkavæl bleiv Heðin Askham kunngjørdur sum venjari týsdagin. Hann hevur fingið ein trý ára sáttmála. Heðin sigur, at hann nú kennir seg kláran at taka við sessinum sum venjari hjá HB. Hann hevur fyrr havt møguleikan, men hevur tá ikki kent seg kláran at seta seg í absolutt heitasta venjarastólin í Føroyum. ÍF: Albert Ellefsen Albert Ellesen held­ ur fram sum venjari hjá ÍF. Tað hevur leiðslan í felagnum váttað. Albert tók við eftir Flemming Christiensen, sum førdi eitt sterkt ÍF lið til silvur. Í ár vóru nakrar broytingar á lið­num, men Albert Ellefsen hev­ur fingið væl burtur úr. Albert Ellefsen hevur ver­ið í samráðingum við B36, men nú er greitt, at hann verð­ur verandi venjari hjá ÍF kom­andi kappingarár. B36: Sámal Erik Hentze Takkaði fyri seg sum venjari hjá AB, eftir at bjargingin í bestu deildini gjørdist greið. Hann hevur boðað frá, at tíðin er komin til at royna okk­ urt nýtt. Sámal Erik Hentze hevur fyrr verið venjari hjá HB, men kom í ringt ljós í HB, eftir bersøgin úttalisir um sigur­in hjá AB á HB. Søgurnar hava leingi ging­ið um, at Sámal Erik fór at taka yvir í B36. Mikkjal Thomassen boðaði fyrr í ár frá, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá B36, eftir at hava staðið á odda fyri liðnum síðani 2011. Ser­ liga fyrsta árið gekk væl, tá B36 vann FM í stórum stíli. Ongantíð hevur eitt lið vunnið FM við so nógvum stigum. NSÍ: Ongin settur NSÍ hevði í fjør tveir venjarar. Ábraham Løkin byrjaði kapp­ ingarárið sum venjari hjá felagnum, men takkaði fyri seg í summar. Sjálvt um Heðin Askham hevði boðað frá, at hann fór at taka eitt ár frí frá fótbólti, so var freistingin so stór, tá NSÍ bankaði uppá, at hann tók av. Heðin og NSÍ endaðu kappingarárið væl. Heðin segði eisini, at hann fyrst og fremst fór at tosa við NSÍ um at leingja samstarvið. Í Runa­ vík høvdu tey eisini sátt­ málan kláran, tá HB brádliga kom á breddan. Tað endaði við, at Heðin Askham valdi barndómsfelagið og skrivaði sáttmála fyri komandi trý árini. Nú er spurningurin hvør verður nýggjur venjari. Lokal nøvn sum Jens Martin Kundsen, Trygvi Mortensen og Mathias Davidsen eru nevnd, meðan Jógvan Martin Olsen er eitt annað alterna­ tiv. Umframt teir, so eru tað menn sum Eli Hentze, ið var upp á tal á Argjum, og Milan Kuljic, ið kunnu nevnast. NSÍ hevur meldað út, at talan verður um venjara, sum er kendur í føroyskum fótbólti og heldur til her á klettunum. EB/Str.: Rúni Nolsøe Skrivaði í fjør undir ein tvey ára sátt­ mála. Kapp­ingar­ árið í ár hevur verið tað vána­ligasta í nýggjari tíð. Teir blivu nummar fimm í lands­kappingini. Síðani 2006 eru teir altíð endaðir millum tvey tey fremstu liðini. Hetta kemur tó ikki púra óvart á. Menn sum Pauli G. Hansen og Sorin Anghel blivu vekk á miðvøllinum, Jónhard Frederiksberg fór til NSÍ, meðan Egil á Bø fór niður í hálva tíð. Hóast tað, so hevur EB/ Streymur í løtum spælt góðan fótbólt, men saman­ um­tikið hava avrikini verið ov óstøðug. Í steypakappingunum hev­ ur tó gingið væl. EB/Streym­ur var í finaluni í steypa­kappingini og kom víðari í Champions League kapp­ingin. Rúni Nolsøe verður eisini venjari hjá EB/Streymi komandi ár. fótbóltur Tað eru bara NSÍ, B68 og Skála, sum ikki hava endaliga sett venjara fyri komandi kappingarár. Í Runavík er einki navn komið á ein møguligan avloysara, meðan B68 og serliga Skála hava onkur uppløgt venjaraboð Venjara­ kabalin um at ganga upp Tróndur Arge Tað fór sum ein kvøkkur gjøgnum føroyska fótbólts­ heim­in, tá HB brádliga týs­ dagin kundi kunngera Heðin Askham sum nýggjan venj­ ara hjá HB. FM vinnandi Oddbjørn Joensen er vrak­ aður av felagnum, sum hann akkurtát hevur gjørt til FM vinnara. Flestu av hinum venjara­ setingunum eru nøkunlunda sum væntað, tá greitt var at feløgini skuldu skifta venjara. Sámal Erik Hentze var tíð­liga settur í samband við B36, meðan Bill M. Jacobsen eisini var settur í samband við AB. Annars halda allir við sátt­ mála fram. Nu er spurningurin bara hvat NSÍ, B68 og Skála gera. Í Runavík sigur ítróttarstjórin í felagnum, Eyðstein Skipanes, at bíða verður nú eftir, at nevndin í felagnum kemur við einum útspæli um hvat fyri leið felagið ætlar sær við venjara. Á Toftum hevur Øssur Hansen fyribils ikki fingið aftur­væl, meðan samráðingar eru millum Skála og Eliesar Olsen, sum hevur verið venj­ ari seinastu fýra árini í felag­ num. Vit taka samanum støð­ una hjá feløgunu viðvíkandi venjarum. trondur@sosialurin.fo HB gjørdi skjótt av at skifta FM vinnandi venjaran, Oddbjørn Joensen, út við Heðin Askham Mynd: Álvur Haraldsen