Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Fríggjadagur 1. november 2013 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Víkingur: Sigfríður Clementsen Sigfríður Clement­ sen tók við í summar hjá Víkingi, tá Jógvan Martin Olsen valdi at steðga, eftir at Víkingur kom illa fyri í landskappingini. Sigfríður tók við og fekk gongd á Víking aftur. Teir komu víðari í Europa League, vunnu steypafinaluna og byrj­aðu at gera um seg í lands­kappingini. Sáttmálin var gjørdur fyri komandi kappingarár eisini. Skiftið hevur gingið væl og alt bendir á, at samstarvið eis­ini verður galdandi fyri kom­andi kappingarár sum væntað. Víkingur hevur eisini meld­að út, at felagið arbeiðir við at styrkja hópin. Teir vóru við í kapprenningini um Lukasz Cieslewicz, teir hava fingið Súna Olsen, umframt at nøvn sum Gert Hansen og Levi Hanssen eru millum tey, ið verða set í sambmand við at felagið. AB: Bill M. Jacobsen Tá Sámal Erik Hentze boð­aði frá, at hann gavst í AB fóru gitingarnar í gongd um hvør skuldi loysa hann av. Tíðliga kom navnið á U21 landsliðsvenjaranum, Bill M. Jacobsen, upp at venda. Hann heldur til í nær­um­ hvørv­inum og hevur havt onkrar venjarauppgávur í felag­num, so umstøðurnar eru ikki nýggjar fyri hann. Menn sum Milan Kuljic, sum fyrr hevur verið í felag­ num, og Eli Hentze vóru eis­ ini nevndir sum møguligir av­loysarar. Størsta avbjoðingin hjá AB verður nú at finna spæl­ arar fyri Rógva Poulsen og Róa Danielsen, umframt at ein framherji skal finnast. Ahmed Keita heldur sum skilst ikki fram, eftir eitt mis­ javnt kappingarár við bara fýra málum. KÍ: Eyðun Klakstein Í Klaksvík heldur Eyðun Klakstein fram sum venjari. Hann tók við í summar, tá Páll Guðlaugsson varð koyrdur frá. Hóast tosað var um, at samstarvið var steðgað, so segði Páll Guðlaugsson at hann ikki var samdur í av­ gerð­ini. Sosatt var talan um at hann bleiv koyrdur. KÍ gjørdi hálvtannað ára sáttmála við Eyðun Klak­ stein, sum hevur verið ung­ dóms­venjari hjá flestu av spælarunum, sum eru á besta lið­num í dag. Hetta var ikki nokk til at venda gongdini hjá KÍ, sum fór frá einum ósigri til ein annan. Var tað ikki fyri at TB misti stevið, so hevði KÍ havt óalmindiliga ringt við at bjarga sær. Starvið hjá Eyðuni tykist ongantíð hava verið í vanda. Hetta var altíð ein langtíðarloysn. B68: Ongin settur B68 hevur fram­ vegis ikki sett nýggjan venjara fyri kom­andi kappingarár. Í fjør stóð Øssur Hansen á odda fyri besta liðnum, men hann sigur við in.fo, at einki er av­gjørt viðvíkjandi venjara­spurn­ing­inum fyri kom­andi ár. Eitt annað navn, sum er hevur verið nevnt í samband við starvið hjá B68 er Jógvan Martin Olsen. Tað er lætt at seta toftamannin í samband við barndómsfelagið, men Jógvan Martin Olsen hevur ikki nakra viðmerking um fram­tíðina. – Sum er havi eg frí frá venjarastarvinum. Hvussu tað verður komandi ár havi eg ikki nakra viðmerking til, sigur Jógvan Martin Olsen. Fyrrverandi landsliðs­venj­ arin kundi eisini verið eitt navn, sum NSÍ vóru áhugaðir í at fáa sum venjara, nú Heðin Askham fór til HB. Skála: Eliesar Olsen (Í samráðingum) Eliesar Olsen er í sam­ráð­ingum við Skála um at halda fram sum venjari. Hetta hevur verið sagt í eina tíð, men enn er einki endaliga kom­ið upp á pláss. Eliesar Olsen er bara 24 ár, men hevur longu staðið á odda fyri Skála í fýra ár. Fyrsta árið flutti hann upp í 1.deild. Síðani hevur Skála verið í odd­inum í 1.deild í trý ár, har triðja árið endar við upp­ flyting til bestu deildina. Spurningurin í hesum sam­bandi er væl, um Eliesar hevur royndirnar, ið skulu til fyri at stýra einum liðið í Effo-deildini. Verður Eliesar høvðusvenjari, so verður óiva brúk fyri einum royndur hjálparvenjara. Hinvegin, so er tað kanska akkurát tað Skála hevur brúk fyri. Einum óroyndum manni, sum trýr upp á tað ómøguliga og hevur fram­ tíðina frammanfyri sær. John Petersen er skála­ maður og hevur fyrr verið venjari hjá Skála. Tað var í 2007 og 2008. Hann kundi verið ein góður ráðgevi. trondur@sosialurin.fo Sámal Erik Hentze fer av Argjum til Gundadal at venja bronsuvinnararnar úr B36 Mynd: Álvur Haraldsen Uppflytararnir á Toftum hava enn ikki avgjørt um Øssur Hansen skal halda fram sum venjari, ella fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, skal taka yvir Myndir: Álvur Haraldsen Eyðun Klakstein heldur fram í Klaksvík Eliesar Olsen