Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 126 · 1. november 2013 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teir hava ígjøgnum sløk 45 ár sungið regluliga á møtum kring landið. Fyri 38 árum síðani góvu teir LP og kassettuband út. Og nú eru teir aftur aktuell­ir við nýggjari útgávu. Kvartettin í Betesda hevur ver­ið í Nashville og spælt tón­leik­in inn til nýggja fløgu, sum kemur út leyg­ardagin. Fløgan kallast Dýrdarlandið og inniheldur 13 sangir. - Nú hava vit skjótt 45 ár á baki, og tí hildu vit, at tað var eitt gott hugskot at geva eina nýggja fløgu út. Mong hava spurt eftir einari útgávu frá okkum, og nú bleiv tað so, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum er ein av sangarunum í Kvartettini í Bestesda. Beiggi Steinbjørn, Eyðun Jac­ob­sen, var fyri kortum í Nashville og tók upp, og hann mælti til, at teir fóru til USA at taka upp. - Tað var leyst og liðugt frá okk­ara síðu, og vit høvdu eina framúr ferð til Nashville, har vit brúktu eina slaka viku til upptøkur og annars fingu góðar upplivingar har yviri, sigur Steinbjørn. Eyðun var eisini við á ferðini, og tað var Jógvan Mort­ ensen, sum hevur vant rødd­ irnar hjá Kvartettini, eisini. Konsert Og nú er ætlanin komin so langt, at leygarkvøldið verður út­gávu­kon­ sert við Kvartettini, og tá verður fløg­an eisini løgd fram. Roknað verð­ur við, at nógv fólk fara at leita sær í Badmintonhøllina í Klaks­vík leygarkvøldið at hoyra góðu, gomlu Kvartettina syngja. - Vit hava ongantíð havt út­ gávu­konsert fyrr, men vit fyrireika okkum so gott, vit kunnu, og koma at syngja saman við tónleikarum, sum flestu hava spælt við okkum, sig­ur Steinbjørn O. Jacobsen. Kvartettin fer eisini at framføra 45 ára gamal bólkur sína fyrsta útgávuko Hóast teir hava sungið saman í 4 skulu teir leygarkvøldið hava sín útgávukonsert, og tað eru teir sp Hesi vunnu norðurlendskan heiður Einki føroyskt navn var ímillum vinnararnar av norðurlendsku heiðurslønunum mikukvøldið Mikukvøldið lat Norðurlandaráð­ ið sín­ar árligu heiðurslønir. Hetta var gjørt á stórum gallatiltaki í Oslo, sum eisini varð sjónvarpað til øll norð­ urlond. Føroysk listarfólk vóru í uppskoti til heiðurslønir, men eing­in føroyingur vann hesaferð. Dansk­arar stóðu seg hinvegin heilt væl og fóru avstað við trim­um av fimm heiðurslønum. Kim Leine vann bókmenta­heið­ urslønina fyri bókina ”Profeterne i Evighedsfjorden”, filmurin ”Jagten” vann filmsheiðurslønina og Selina Juul vann umhvørvisheiðurslønina fyri átakið ”Stop spild av mad”. Heiðurslønina til barna- og ung­ dómsbókmentir vunnu finsku Seita Vuorela og Jani Ikone fyri bókina Karik­ko, og finski Pekka Kuusisto, ið spælir fiól í heimsflokki, vann tón­leikaheiðurslønina. Heiðurslønirnar hjá Norð­ ur­landa­ráðnum eru á 350.000 krónur, og harafturat fingu vinn­ ar­arnir eisini hvør sína Norðlýsi- stand­mynd til minnis um heiðurin.  Vinnararnir av norðurlendsku heiðurslønunum mynd: Magnus Froderberg/norden.org Brøðurnir út í bók Brøðrarørslan hevur gjørt nógv meira um seg, enn flest fólk ásanna - Á átrúnaðarliga økinum hev­ ur eingin rørsla havt størri árin á føroyska sam­ fel­agið enn Brøðra­ rørslan. Henda rørsla tók seg upp í smáum, tá ið nýtíðin tók við í oyggjunum í seinnu helvt 19. aldar; men frá byrjan 20. ald­ar fekk rørslan viðburð, og al­s­amt fleiri føroyingar nærk­ aðust hesum átrúnaðarliga ráki, og sjálvstøðugar samkomur vórðu settar á stovn í mongum bygd­um. Serliga aftan á fyrra heims­bardaga tók fjøld av fiski- og arb­eiðsmonnum undir við sjónar­ miðum og trúgv brøðrarørslunnar. Kvinnur og menn um alt landið kvittaðu við gomlu donsku stats­kirkjuna og gjørdust limir í samkomum, sum fólk sjálv settu á stovn. Hesi fólk vórðu kallað "brøður" og "systrar", men millum manna vanliga "baptistar".   Soleiðis verður sagt í kunning um nýggju bókina Brøður í Føroyum, ið er ritgerð, sum Tórður Jóansson skrivaði til doktaraheiti á Universitetinum í Glasgow frá 2007 til 2012. - Ritgerðin er grundað á fjølbroytta gransking í til dømis fyribrigdunum tjóð, móðurmál, tjóðbygging, eins og ástøði viðvíkjandi trúboðan, mentasøgu og -gransking. Eisini verður farið ígjøgnum politisku, mentaligu, vinnuligu og búskaparligu søgu Føroya, har brøðrarørslan gjørdi nógv meira um seg enn flestu fólk ásanna. So statt er søgan hjá føroysku brøðrarørsluni gjølliga søgd og viðgjørd.    Í desember í fjør gav forlag Fróðskaparsetursins, Fróðskapur, út ensku bókina, sum eitur Brethren in the Faroes. Og eftir fleiri áheitanum varð bókin týdd til føroyskt, og forlagið Sprotin gevur nú út bókina Brøður í Føroyum.