Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 126 · 1. november 2013 9 VIKUSKIFTI nak­rar sangir sum singback. Tað vil siga, at teir syngja til tón­ leikin, ið er innspældur til fløg­ una. Hetta gera teir fyri at geva fólki eina hóming av, hvussu tón­leikurin á fløguni ljóðar. - Vit ætlaðu at hava konsertina í nýggja Betesda, men tað eydnaðist ikki, tí arbeiðið er seinkað. Nú er fløg­an liðug, og vit kunnu ikki bíða longur við útgávukonsertini, og tí hava vit valt at hava kon­ sert­ina í Badmintonhøllini, sum eisini er góður karmur fyri slíkt tiltak, hóast tað ikki er ein kon­sertsalur, sigur hann. Útgávukonsertin er ókeypis at fara til, og umframt Kvart­ ett­ina í Betesda fer bólkurin Zamar eisini at framføra. r hevur onsert Meira lætt og leskiligt Jógvan við á 20 jólakonsertum 45 ár, a fyrstu pentir til mynd: Eyðbii myndir Bókarøðin Lætt & Lesiligt heldur fram við nýggjari útgávu Fyri 10 árum síð­ani gjørdu Elisa­beth Akurs­mørk og Jóhanna á Tjaldra­ fløtti teirra fyrstu kóki­bók, og síðani hava tær givið tríggj­ar aðrar bøkur út – und­ ir heiti­num Lætt & Leskiligt. Nú eru tær aftur aktuellar við bókaútgávu, tí leygardagin leggja tær 4’aran av Lætt og Leskiligt fram. Í nýggju bókini eru 84 leski­ ligar og heilsugóðar uppskriftir. Uppskriftir til breyð og boll­ ar, súpanir, forrættir og smá­ rætt­ir, høvuðsrættir, salat og nátturðarættir, afturvið og omaná. Í bókini eru eisini mát og vekt og tey 10 kostráðini. - Reyði tráðurin í hesi bókini er sum í undanfarnu Lætt & Leskiligt bók­unum. Vit hava raðfest, at upp­skriftirnar eru fjølbroyttar, spenn­andi, sunnar og lættar at gera. Okkum dámar sera væl at ferð­ast, so íblástur úr útheiminum hev­ur eisini fingið sítt pláss í nýggju bókini, siga tær báðar. Sjórænarar tola ikki Britney Hittini hjá Britey Spears verða brúkt at ræða sjórænarar burtur við Hóast teir hótta við autom­at­iskum riflum, granatum og revolvarum, so kann tónleikur verða eitt gott mót­vápn. Tað heldur í øllum førum skotska Rachel Owens, ið arb­eiðir umborð á einum stórum tanga­ skipi, sum siglir í afrikanskum øki, har sjórænarar gera um seg. Afrikanskir sjórænarar orka nevni­liga ikki fyri vesturlendskari ment­an og tónleiki, og tí hava teir hug at halda seg burtur, um teir hoyra popptónleik. Sambært Rachel Owens skulu hittini hjá Britney Spears verða serliga góð at ræða sjórænararnar burtur við. - Okkara trygdarlið valdi sang­ir sum Toxic og Baby One More Time, tí teir vóru góð dømi um vesturlendskan popp­ tónleik, sum sjórænararnir ikki orka fyri, sigur Rachel Owens sambært Time á netinum. Blaðið heldur, at aðrir tón­ leikarar kundu eisini verið brúktir, men enda­málið við tónleikinum er ikki fremja tortur, men meira at irritera sjórænararnar. - Eg vildi mett, at sangir hjá Justin Bieber høv­du verið í stríð við Geneva kon­ventiónina, sigur Steven Jones, sum arb­ eiðir við trygd á sjónum. Í desember mánaði fer Jógvan Han­sen at ferðast kring Ís­land sam­an við øðr­um sang­ar­um og halda jóla­kon­sert­ir. ”Jól­in alls staðir” kalla tey kon­ ser­t­røðina, ið byrjar 3. des­ember og heldur fram til 19. des­ember. Talan er samanlagt um 20 konsertir, sum allar verða hild­ nar í kirkjum. Lagt verður fyri Kópa­vogskirkjuni og sein­asta konsertin verður í Kefla­víkur­ kirkju. Konsertir verða eis­ini á Akranesi, Egilsstøðum, Sel­ fossi, Ísafjørðinum, Borg­ ar­nesi og aðrastaðni. Umframt Jógvan Hansen syngja eis­ini Fríðrik Ómar, ið Jógv­an hevur samstarvað nógv við seinnu árini, Greta Salóme og Heiða Ólafs. Tey syngja bæði há­tíð­ ar­ligan og lívligan jólatónleik. Hesir eru við í Kvartettini í Bestesda: Steinbjørn O. Jacobsen, Árni Jacobsen, Sámal Johannesen, Gerhard Tróndheim og Oddmar Marsten Jógvan Hansen og aðrir sangarar hava konsertir í íslendskum kirkjum