hósdagur 31. oktober 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 126 · 1. november 2013
10
VIKUSKIFTI
Fyrst mistu vit Uttanríkisráðið,
tí vit høvdu ikki longur brúk fyri
einari slíkari fullveldisleivd.
Vit sleppa at vera við í danska
Uttanríkisráðnum. Tey har orðna
tað, sum orðnast skal fyri okkum
uttan fyri ríkið og í ES. Mótmæla
boykottum, men ikki boykotta
tey, eitt nú.
Og tað er so lítið uttan fyri
ríkið, at eitt heilt aðalráð er alt
ov nógv. Eitt reservaráð hjá løg
manni er ivaleyst.
Og nú hava vit heldur einki
Innlendismálaráð. Tað varð søkt
á Tangafirði, har sum djúpast
er sambært forkanningunum.
Ófriður við tí.
Hvørki úti ella inni. Vit eru so
lítillátin í Føroyum.
Kanska verða bæði ráðini
grivin uppaftur eftir næsta val.
Ikki tí ráðini vera, men tí fýra ella
fimm flokkar vera í samgonguni,
fólkaræði, tit vita.
Men, sum ein segði: lívið er
ikki svart og hvítt. Nei, tað er
svart og grátt, ofta svart, men
oftast grátt. Hatta hvíta er følsk
reklama og tí brot á lógina um
marknaðarføring.
Myrkur heystarmorgun. Enn
ein dagur hóttir har úti í surk
inum, sum ballar glæmuna frá
lyktarpelunum.
Enn ein dagur við lygnum í
trúnaði, makreli og øllum hinum
pussfiskunum á landi.
So skjótt sum okkara ættarlið
hevur fiskað fiskin hjá okkara
ættarliði, fiskar okkara ættarlið
fiskin hjá næsta ættarliði. Og so
framvegis til eingin fiskur er eftir.
Er brúk fyri nakrari nýskipan,
tá verandi skipan er so einføld og
greið og riggar so væl?
Enn ein dagur við langum hala
í fráfaringarhøllini í Vágum, sum
verður útbygd, tí so nógv fara.
Fyri at fara niður, krevst at
fara upp fyrst. Og tíverri vil eing
in vera verandi uppi. Øll vilja
niður.
Og eitt afturat, í landi Guds
fáa tey gráar lygnir frá einum
svørtum forseta.
Teimum verða afturlønt í grá
um imperialistaskinni øll kríggini.
Einasta almennu lønir, pengar eru
til, eru lønir hjá herfólki.
Enn ein dagur uttan endaligar
loysnir. Bara fyribils loysnir og
útsetingar og einki er liðugt fyrr
enn alt er liðugt, og tað er ongan
tíð. Tá einki er liðugt, verður alt
ongantíð liðugt. Og hvussu leingi
er ein nýskipan nýggj?
Eina ferð, snakkað varð um
nýskipanir, segði ein, at hvør
króna, sum ferðavinnan fær, kem
ur níggjufalt aftur. Nógv betri enn
nøkur eplavelta. Níggju ferðir 14
milliónir eru 126 milliónir.
Sjálvandi fer løgtingið at
síggja vandan og álvaran og
leggja tær 100.000 kr. afturat aftur,
sum landsstýrið ætlar at taka frá
stóra alternativinum. 900.000 kr.
eru eisini pengar, bara 100.000
minni enn ein CIP-millión.
Landsliðið, jú, teir vóru tendr
aðir og fóru í eldin. Tað gjørdist
tó fyrst og fremst eldsløkking í
verjuni.
Fyrr í tíðini endaði onkur dyst
ur 0-0. Føroyar javnaðu við einum
bleytum og diagonalum bólti í
tíðini, sum dómarin, sum annars
sum vant helt við hinum, legði
afturat tíðini, sum var farin.
Fótbóltssambandið fekk ljósa
reytt kort fyri ikki at geva kvinn
um, sum sparka, løn, tá tær fara
av landinum at sparka.
Tað kostar annars ikki so nógv,
tí kvinnur arbeiða bara hálva tíð.
Eftir røttum áttum tær bara at
spælt ein hálvleik og fingið løn
fyri hann.
Besta landsliðið hjá monn
um fær lønina endurgoldna,
varð sagt. Eg helt annars, at teir
í A-landsliðnum, og ikki U21-
liðnum, fingu løn fyri hvørki at
raka dagin, bóltin ella málið.
Føroyingar kappast í frælsari
ítrótt í øðrum londum, í frælsum
londum.
Hvussu er, kann ein koloni
kappast í frælsari ítrótt?
Ein jólabók er á veg um mis
lukkaðar skorirepblikkir. Tann
besta er hendan: “Veitst tú hvat, tú
líkist einari millión – íslendskari.”
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Óli Breckmann
lagt til rættis: LEO POULSEN
Elski allan góðan
mat, serliga føroysk
an (vigi hareftir!)
Tað sigur Óli Breckmann, sum við gleði minnist aftur
á nógv gott í Politiska lívinum. Gott veður, familju
lív, evangeliskt møti, lesnaður, vinalag og sam
vera við næmingarnar ger hann í góðum lag, og
so lurtar hann eftir Country & western, gospel,
kórsangi (serliga manskórum), harmoniku, góðum
dansiløgum og lættari klassiskum tónleiki
Grátt ráðloysi
Hvat hevur verið tað besta í politiska lívinum?
At búskapurin er 5-faldaður, at danski statsstuðulin er
fallin úr 40% niður í 12% av fíggjarlógini, at Føroyar
eru samanbundnar samferðsluliga, at 10.000 fleiri
føroyingar búgva í landinum nú enn fyrst í 70-árunum,
at vit eiga rættin til ráevnini í undirgrundini,
at bert løgtingið og føroyingar nú av
gera, um og nær vit taka sjálvstýri.
Hvørja positiva hending minnist
tú best frá politiska lívinum?
Fólkatingsvalini í 1987 og 1998, tá eg fekk
slakar 3.700 og 4.000 persónligar atkvøður.
Bankaavtaluna í 1998 millum lands
stýrið og ríkisstjórnina.
Hvør er mest negativa hending?
Tá javnaðarstjórnin hjá Nyrup Rasmussen í
1993 gjordi »bankakvett« í Føroyum og bant
okkum niður politiskt og fíggjarliga í 5 ár.
Hvat ger teg
í góðum lag?
Gott veður, familjulív,
evangeliskt møti, lesn
aður, vinalag og samvera
við næmingarnar.
Hvat ger tú í frítíðini?
Gangi túr (altíð við lítlu Rósu og ofta við Birnu
(15-20 km um vikuna), lesi og skrivi.
Tú ert nýggjur vertur á Rás2,
hvat dámar tær tað?
Havi bert roynt tað eina ferð og vóni at standa mát.
Tú hevur áður spælt flogbólt, men
hvussu er áhugin fyri ítrótti?:
Tíverri ikki so stórur.
Tú hevur skrivað fleiri bøkur, hvør
hevur verið mest gevandi at skriva?
Hvør meiri enn onnur. »Jól á Halanum« var hin fyrsta
stóra og gjørdi meg ernan. »Skálvíksdrongur Sildar
kongur« (føroyska uppsjóvarvinnan frá 1945 til
2000) í 3 bindum kravdi mest orku. »Á skatturin,
skatturin« var lærurík um søgu og politikk.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Spyr ikki: Country & western, gospel, kórsangi
(serliga manskórum), harmoniku, góðum dansi
løgum og lættari klassiskum tónleiki.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
D&V, føroyskum sendingum og annars øllum,
sum tíðin loyvir, og sum ein lærir av.
Hvussu eru tínir matvanar?
Minn meg ikki á tað: Elski allan góðan
mat, serliga foroyskan (vigi hareftir!).
Hvat er tín lívrættur?
Steikt ræst kjøt við rót og míni egnu súrsøtu eplasalat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
George Gilder: The Israel Test.