Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-31, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 126 · 1. november 2013 12 VIKUSKIFTI Samrøða Terji Nielsen post@sosialurin.fo Hann tykist ikki gera nakað stórvegis hóva­sták burtur úr sær sjálvum, 30 ára gamli Franck Ribery, nú vit hitta hann á venjingaranlegginum hjá týsku Champions League meistarunum úr Bayern München á Säbener Strasse í suð­ur­partinum av týska stórbýnum. Hetta er dagin eftir 5-0 heimasigurin hjá Bayern München á kekkiska Vik­tor­ ia Pilzen í Champions League, og Rib­ ery gjørdi sjálvur tvey av málunum hjá týska stórfelagnum. Ribery kemur stillisliga inn í hølini, har vit skulu práta saman, og hann heils­ar fólkaliga. Tað merkist beinan veg­in, at hetta er ein maður, sum ikki hev­ur hug at lyfta seg sjálvan upp um onn­ur. Umráðandi at hava beinini á jørðini Franck Ribery vaks upp í Boulogne Sur- Mer í út­nyrðingshorninum av Frak­ landi. Familj­an búði í einum ógvu­liga fá­tæks­ligum býlingi í útjaðaranum av býnum, og Ribery dylur ikki fyri, at tað eisini hevur merkt hann sum persón. - Tá eg var barn, búðu vit undir fá­ tæks­ligum umstøðum. Pápi mín arb­ eiddi alt sítt lív, og hann gav mær mín kar­ak­ter, soleiðis at eg í dag eri tann sami, sum eg var tá. Tá ið eg var ung­ur, var tað eisini eitt skifti, har eg brúkti meiri tíð uppá at hava tað stuttligt sam­ an við vinum enn at fokusera upp á fót­bóltin. Tá mátti eg taka meg sam­an og fór at arbeiða saman við pápa mín­ um sum veg­arbeiðari í eina tíð fyri at fáa konto­ina hjá mær upp á pluss aftur. Tað hev­ur tí nógv at siga fyri meg, at eg havi beinini á jørðini og haldið høvd­ ið høgt, sigur ein ógvuliga avgjørdur Franck Ribery. Hann sigur, at nú, tá ið tað gong­ur so væl hjá honum og Bayern München, roynir hann at njóta tað so nógv sum gjørligt. - Eg royni ikki at vera arrogantur, tí eg veit, hvussu skjótt tað kann venda. Men beint nú er alt super. Fyri nøkr­um árum síðani var tað hinvegin rætti­liga trupult, men tað er ótrúliga umráð­andi í fótbólti, at tú hevur evnini til at reisa teg eftir ein ósigur, sigur Franck Ribery og leggur afturat. - Eg haldi eisini sjálvur, at eg eri ein reellur persónur, sum virði øll. Eg geri altíð mítt besta, tá ið eg møti fólki. Eg gevi mær tíð at tosa við tey, tí eg klári ikki at siga nei. Sigi eg nei, so blíva tey kanska kedd, og so blívi eg eisini kedd­ ur, sigur hann. Franck Ribery heldur, at tá ið man kem­ur frá slíkum korum, sum hann kem­ur frá, so lærir man onkursvegna at seta størri prís upp á tað, sum man fær seinni. - Fótbólturin hevur givið mær alt, og fót­bólturin hevur givið mínari familju skjól og trygd, og tað virðismeti eg ógvul­iga høgt. Eg havi nógv at takka fót­bóltinum fyri, og tí vil eg altíð vinna, sig­ur hann. Smátjóðir hava ofta ein serligan stoltleika Sjálvur hevur Franck Ribery við franska landsliðnum eisini verið á vitj­an í Føroyum í 2009 og spælt á Tórs­vølli. Hvussu minnist hann hetta, og hvat heldur hann um at spæla móti smá­ tjóð­um. - Eg minnist væl, tá ið eg var í Før­ oy­um. Tað var ógvuliga trupult, og vit vunnu dystin tepurt 1-0. Eg veit, at summi halda, at smáu tjóðir­nar skulu spæla sínamillum fyrst, men eg síggi tað bara sum, at í løtuni spæla vit móti smá­tjóðum, og soleiðis er tað bara. Munurin er ikki altíð so stór­ur, sum vit eisini sóu í Føroyum á sinni, so tað er altíð umráðandi at halda fokus Fótbólturin hevur givið mær alt Ársins fótbóltsspælari í Europa í ár, Franck Ribery, dylur ikki fyri, at tað er fótbóltinum at takka, at bæði hann og familja hansara í dag kunnu liva undir nøkrum heilt øðrum umstøðum, enn tey gjørdu, tá ið Ribery vaks upp undir sera fátæksligum korum í útnyrðingshorninum av Fraklandi Terji Nielsen gjørdi samrøðuna við Franck Ribery